Skip to main content

Myndloysingar


Samstundis sum útlendingar hálova Føroyum sum fotoparadís á jørð, fækkast journalistisku fotografarnir her á landi. Dimma hevur ongan fotograf havt í eitt mannaminni, Sosialurin brúkar meistarligar fotografar at gera portrettmyndir og montasjur, og hevur ein pressufotograf, sum oftast tekur ítróttamyndir, og nú fara tríggir góðir Kringvarpsfotografar at arbeiða í Danmarks Radio. Teir eru Jan Arnskov, Bárður Veihe og Bárður Thomsen, sum er har frammanundan. Í eina uppsagnarumfarinum herfyri varð meistarligi fotografurin, Rúni Friis Kjær, eisini við. Útlendskir miðlar hava fyrr tikið sær av so frægum føroyskum miðlafólkum sum Per Zachariasen, Jan Fagranes og Bárði Eklund. Nýggjasta er, at Jóhannes Danielsen er farin í starv hjá Zentropa. Kann tykjast, sum um vit eru ein klekimaskina, ið hevur ta kørgu tilverutreyt, at her skal einki fáast at vaksa. Tað er greittorðað og púra myndaleys tala, tá leiðslurnar á miðlunum so greitt ynskja myndir hagar piparið grør. Og tað er óansæð mynd. Tað er spell, tí tað vit síggja, myndar okkum sum fólk. Góðar myndir gera okkum stolt, vánaligar myndir elva til at vit skíta á alt, eins og í skúlastovuni, sum ikki verður røkt og alt bjóðar inn til herverk og tað, ið verri er. Ofta undrar tað meg, at vit á yvirflatuni halda so ovurhonds fast um ta djúpu sannkenning, at vit liva í eini myndamentan. Frá MTV og til nú. Kanska er henda sannkenning bara á yvirflatuni, tí onga staðni í almenna rúminum síggi eg eitt myndabrúk, ið svarar hesum aftur. Upp móti orðinum eru vit myndloysingar og einki annað. Alt er gamalt og órørt, sum um einki er hent síðani verðin bleiv talgild. Løtt og skjót kamera, ið kunnu siga veldugar søgur í myndum, sum hjá Sakarisi Stóra, Anton Petersen og Kovboyfilm, eru ikki longur ein almenn uppgáva, um tey nakrantíð vóru tað. Eisini hetta mentamál lata vit upp í hendurnar á tí einstaka føroyinginum. Ongastaðni kann staðfestast, at mentanarligi sjálvstýrarin er sterkari enn á myndajournalistiska økinum beint nú. Myndin omanfyri er frá UNESCO, sum lýsir við skeiði í journalistiskum myndaarbeiði. Eg fann onga føroyska, tí her er við at blíva myndadeytt millum journalistiskar myndloysingar. Kundi ynskt mær fleiri orðloysingar, heldur enn myndloysi. Gott vikuskifti.