Skip to main content

Posts

FedEx um Føroyar: I’m horrified

FedEx er heimsins størsta og skjótasta flutningsfelag. Men ikki øll lond eru til reiðar at taka ímóti so vælsmurdum flutningi. Eitt nú slow landið Føroyar. Útvið fýra ár havi eg fingið pakkar frá einum altjóða bókaforlagi, HarperCollins, sum helst eisini er heimsins størsta. Tí brúka tey altíð ein professionellan speditør, FedEx ella líknandi, og rinda í dýrum dómum, so alt kemur fram í røttu tíð til rættan móttakara, sum í hesum føri situr í Føroyum og skal góðkenna tilfar úr Glasgow, innan tað verður prentað í Hongkong. Í hesi fýra ár hevur nevnda forlag sent pakkar, til dømis eitt proof print pappírsrull at góðkenna, innan ein ávísan klokkutíma ein ávísan arbeiðsdag. Men í øllum hesum førum, og tað hundrað prosent, ja 100%, er eingin av pakkunum komin á mítt borð uttan fjant, fjas og roks. Ikki ein einasti ein. Tá tosað verður um altjóðagerð, enntá við øllum heiminum sum arbeiðsevni, er tað eitt sindur snópisligt at vera føroyingur. Havi hug at senda Ben Arabo í Sjá

Eitt-null til okkum

Tihpany Blot hevur gjørt ein franskan stuttfilm um Sea Shepherd í Føroyum í summar. Heimagjørdi karmurin um søguna er hin rætttrúgvandi trúboðarin, sum úr heimsins nalva, París, verður sendur til enda jarðarinnar at kristna mest heidnu mensku á jørðini, ómentaða føroyingin. Franska trúðarlyftið eydnast í støðum, men annars hendir mest sum einki. Filmurin varir í 12 minuttir og einasta av avgerðandi týdningi, point of no return, er, at umborð á einum av fremmandu smábátunum fæst ein av fronsku krossfararunum at siga, at í Føroyum er Sea Shepherd ímóti fjøruti túsund fólkum, sum samskifta teirra millum. “Hetta er sum Dávid móti Goliat” sigur kroysti viðhaldsmaðurin hjá Sea Shepherd. Og so síggja vit fullar og óðar føroyingar, sum verða kliptir inn og út úr søguni, sum eitt próvfast dømi um at her býr minni ment fólk, sum gamaní ikki vil taka við trúgv í fyrstu atløgu, men sum vissuliga hava tørv á umvending og tað skjótt. So missiónin er ikki heilt liðug. Einasti umvendi føroyingur e

Geytamyndir

Her eru nakrar Geytamyndir, sum Ditte Mathilda Joensen tók í Norðurlandahúsinum hóskvøldið í farnu viku. Omanfyri síggjast tey í dómsnevndini, Jan Berg Jørgensen, Sif Gunnarsdóttir, Silje Engeness, Marjun Niclasen og eg sjálvur. Niðanfyri síggjast fotografurin Ditte og verturin Finnur Koba í eini dupultari sjálvsu, silent movie style. Og her hevur linsan hjá Ditte fangað Bjørn Kalsø og meg sjálvan í forhøllini meðan atkvøtt verður. Tað er altso mentamálaráðharrin til vinstru. Og meðan atkvøtt verður um Áskoðaravirðislønina, fáa fólk ein reyðjólaligan og kosmopolitiskan Geytadrykk. Tá starvsfólkini í Norðurlandahúsinum hava talt allar atkvøðuseðlarnar upp, er vinnarin funnin. Og tað er Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentunarnevnd Tórshavnar býráðs, ið kunngerð og letur vinningin, sum er 15.000 krónur. Og so var at kunngerða filmin og virðislønarmóttakaran, sum ein einmælt dómsnevnd hevði gjørt av skuldi fáa Geytan 2014. Tað gekk eitt sindur striltið at lesa

Stóra jólabókin hjá Bo Bedre

Tá stóra norðurlendska jólabókin hjá Bo Bedre kemur út, er høvundurin aftur í ár føroyskur. Tað er Elisabeth Kruse, omanfyri, sum rekur fyritøkuna Glotti , ið selur tekst, myndir og uppskriftir um sniðgeving til norðurlendsk bløð og altjóða forløg. Her er ein opna úr nýggju jólabókini um at prýða norðurlendska jólaborðið. Í Føroyum er sjáldsamt at bøkur verða prentaðar í stórum tali. Hægstu upplagstøl eg veit um eru 3000 eintøk. Tað er tó lítið í mun til bókarúgvuna hjá Bo Bedre, sum prentar jólabókina í 500 000 eintøkum, ein hálv millión. Helst er hetta hægsta upplagstal á danska bókamarknaðinum. Jólabókin, sum Elisabeth aftur fer at gera næsta ár, verður givin út í Noregi, Svøríki, Finnlandi og Danmark, og forlagið Gyldendal hevur aftur í ár keypt bókina til teirra haldarar. Í bókini eru nógvar uppskriftir úr gerandistilfari, millum annað hvussu tú gert eina jólastjørnu úr mjólkapakkanum. Bo Bedre er mest lisna danska tíðarritið. Blaðið kemur eina ferð um mánaðin og skr

Ida er besti filmur í Evropa

Besti filmur í Evropa í ár er pólski IDA , ið er hin fyrsti á skránni hjá Filmsfelagnum í Havnar Bio 7. januar 2015. Eisini leikstjórin, Pawel Pawlikowski (f.1957) varð kosin besti leikstjóri í Evropa í ár. Tað var í Riga at 27. evropeiska filmshátíðin varð hildin í gjár. At pólskur filmur hevur nakað serstakt at bjóða, ikki minst tá fotograferingin er í heimsins bestu litum, sum eru svartir og hvítir og í øllum teim skuggum, sum er har ímillum, fingu vit eina greiða ábending um í spennandi stuttfilminum hjá Franklin Henriksen, Pódroznik , ið var ein av teim tíggju, sum í ár kappaðust um Geytan í Norðurlandahúsinum. Filmarnir í Filmsfelagnum í januar og februar eru ein pólskur, ein russiskur, ein bretskur, sum eisini vann eina evropeiska filmsvirðisløn, og ein svenskur, ið var við í kappingini um besta norðurlendska filmin ár. Allir fýra filmarnir vóru í uppskoti at vinna fremstu evropeisku virðislønirnar í ár. Tað eydnaðist sum nevnt tveimum teirra. Teir fýra úrval

Atlas í Leikalund

Í dag var tunnilsdagur og jól úti í Klaksvík. Í Leikalund varð nýggja atlasið hjá Námi lagt fram og sett til sølu, eins og nýggju veggjakortini. Omanfyri er Oliver Joensen frá Norðlýsinum komin inn á gólvið og er serliga fegin um opnuna um føroyska landgrunnin, sum Martin V. Heinesen og onnur á Jarðfeingi stóðu fyri. Fleiri vóru møtt at hoyra ritstjóran, yours truly, greiða frá um, hvussu valið fall á HarperCollins og ikki nakað annað av teim ovurhonds mongu bókaforløgum, sum eru á dagsins marknaði við innbundnum papírsatlasum, sum blaðast kann í. Í gomlu handilsbúðini hjá I.C. Isaksen, har eg fyrstu ferð smakkaði grønt lime súltutoy frá Roses í 1978, fáast nú undir navninum Leikalund eins sjáldsamir lutir, sum til dømis hesar báðar postalínsdukkur í føroyskum búnað. Í næsta rúmi er Jan Nystrøm, sum hevur framsýnnig við tekningum, tekniamboðum og egnum teknifilmi. Hann bjóðar eisini keks og altskyns ostar. Leskiligt meðan jólaperurnar glampa í vindinum uttanfyri og Jó

Heiðrikur vann alt

Á føroyska filmskvøldinum í Norðurlandahúsinum í kvøld vann Heiðrikur á Heygum (f. 1983) bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina. Myndina omanfyri tók eg í Norðurlandahúsinum á Geytakvøldinum í fjør. Fyrra virðislønin er 25.000 krónur, umframt tiltiknu Geytastandmyndina, sum Astrid Andreasen og sonurin David Geyti hava gjørt, og sum Norðurlandahúsið letur. Seinna virðislønin er 15.000 krónur, sum Tórshavnar kommuna letur. Helena Dam á Neystabø, ið er forkvinna í Mentanarnevndini, handaði Áskoðaravirðislønina, og mær fall í lut at handa Geytan. Og onkuntíð kann tað blív ov nógv at hava sæð besta føroyska film og beint aftaná grundgeva fyri upplivingini hjá allari dómsnevndini framman fyri fullsettum sali. Men Marjun Niclasen kom mær til hjálpar, og verturin Finnur Koba varð klárur at lofta mær, um eg fór um koll undir lovprísandi upplestrinum frá samdu dómsnevndini. Hetta var teksturin, sum eg stamaði meg í gjøgnum: Hugsanin hjá mammuni um barnið er miðdepilin í hesi klassisku og tó ný

Silje úr Tróndheimi vitjar

Norska Silje Engeness er innbodni dómsnevndarlimurin í ár, sum saman við Sif Gunnarsdóttir, Jan Berg Jørgensen, Marjun Niclasen og mær sjálvum, skal taka dagar í millum, hvør av teim tíggju stuttfilmunum, ið kappast um Geytan, er hin besti. Silje, sum hevur lisið dramaturgi í Aarhus, varð í januar í ár sett í starv at leiða altjóða filmsstevnuna Kosmorama í triðstørsta norska býnum, Tróndheimi, ið er vinabýur við Klaksvík. Norska filmstevnan, sum er á hvørjum ári í mars, hevur í ár tíggju ár á baki. - Her búgva 170.000 fólk, og vit hava selt tilsamans 18.000 atgongumerki teir seks dagarnar, filmsstevnan var í ár, sigur Silje, sum fegin vil hava samstarv við føroyingar innan film og grafikk. - Setningurin hevur verið at gera ein spælifilm í hesum øki og tað hevur eydnast eftir tíggju árum. Mín egni setningur verður nú, at klára at gera ein nýggjan spælifilm, sum kann verða frumsýndur til filmstevnuna fimta hvørt ár! Umframt norskan film, leggur filmstevnan Kosmorama seg eftir

Grønland og Føroyar nógv at samstarva um

Berit Mortensen, ritstjóri, sum er slektað av Bornholm, peikar á Føroyingahavnina í nýggja grønlendska atlasinum, sum eisini er knýtt at einum talgildum netstaði, Geotema . Jú, mín sann hava vit nógv at læra hvør av øðrum, nú ellivu fólk úr grønlendska systurstovninum hjá Námi, Inerisaavik, vitja í Føroyum . Fyri fýra árum síðani hevur fyrrverandi leiðarin knýtt samband við undirvísingarportalin hjá Námi, sum eitir Snar. Undir navninum Iserasuuat , sum merkir skjót inngongd , fara tey saman við grønlendska Digitaliseringsstyrelsen at gera ein portal til fólkaskúlan í Grønlandi. Fyrimyndin er føroyski Snar, sum Ole Thorleifsen her vísir fram í skeiðshølunum hjá Námi á Hoyvíksvegnum í Havn. Tey ellivu starvsfólkini eru partar av ymsum deildum, sum allar eru undir lærda grønlendska háskúlanum, og tilsamans telja fleiri enn hálvt hundrað starvsfólk, og hava eina árliga játtan, ið er 54 mió kr. Nógvar uppgávur eru líkar, men aðrar ólikar, serliga at samskifta við partar í so stór