Á føroyska filmskvøldinum í Norðurlandahúsinum í kvøld vann Heiðrikur á Heygum (f. 1983) bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina. Myndina omanfyri tók eg í Norðurlandahúsinum á Geytakvøldinum í fjør. Fyrra virðislønin er 25.000 krónur, umframt tiltiknu Geytastandmyndina, sum Astrid Andreasen og sonurin David Geyti hava gjørt, og sum Norðurlandahúsið letur. Seinna virðislønin er 15.000 krónur, sum Tórshavnar kommuna letur. Helena Dam á Neystabø, ið er forkvinna í Mentanarnevndini, handaði Áskoðaravirðislønina, og mær fall í lut at handa Geytan. Og onkuntíð kann tað blív ov nógv at hava sæð besta føroyska film og beint aftaná grundgeva fyri upplivingini hjá allari dómsnevndini framman fyri fullsettum sali. Men Marjun Niclasen kom mær til hjálpar, og verturin Finnur Koba varð klárur at lofta mær, um eg fór um koll undir lovprísandi upplestrinum frá samdu dómsnevndini. Hetta var teksturin, sum eg stamaði meg í gjøgnum:
Hugsanin hjá mammuni um barnið er miðdepilin í hesi klassisku og tó nýskapandi føroysku ræðusøguni. Við øllum hevdvunnum frásøgusnildum úr hesi filmsgrein lýsir filmurin barnið, sum eina stund untist mammuni at bera undir belti, seta í verðina og tveita út í tað dulda, meðan nýfangaðu kombikkini sprakla á svørtu helluni. Við higartil ósæddari styrki og symbolum, millum annað eini brennandi altartalvu, otar filmurin seg miskunnarleyst inn í brotsverkið, sum er bygdarfólkinum dult. “Hvat hevur tú gjørt?” spyr doyggjandi kvinnan, ið aldri átti eitt barn, ungu kvinnuna, ið hevur høvuðsleiklutin sum heimasjúkrasystir. Forteljandi meginásurin er aldur og ungdómur, lívssøra kvinnan, ið verður hildin upp móti burðarføru kvinnuni, og hvussu søga og børn teirra skulu liva víðari, ella bara doyggja. Við filminum “Skuld” leitar Heiðrikur á Heygum í kendum ræðufilmsgoymslum úr allari verðini, men er tó so djarvur, at hann endurnýggjar sjangruna á føroyskum. Filmurin er eitt heilrunnið listaverk í visuellari styrki, leikstjórn, suspense, pallseting, ljóði og náttúru. Høvuðsleikaran helt dómsnevndin vera serliga sannførandi. Fyri hetta avrik fær filmurin “Skuld” ársins Geyta.Nú eru allar grundir hjá Heiðriki at syngja. Myndirnar niðanfyri tók eg á Skálatrøð á ólavsøku í ár. Til lukku Heiðrikur við Áskoðaravirðislønini og Geytanum. Fyri fyrstu ferð er fólkið og parnassið samt í dømingini av føroyskum filmi!