Tá stóra norðurlendska jólabókin hjá Bo Bedre kemur út, er høvundurin aftur í ár føroyskur. Tað er Elisabeth Kruse, omanfyri, sum rekur fyritøkuna Glotti, ið selur tekst, myndir og uppskriftir um sniðgeving til norðurlendsk bløð og altjóða forløg. Her er ein opna úr nýggju jólabókini um at prýða norðurlendska jólaborðið.
Í Føroyum er sjáldsamt at bøkur verða prentaðar í stórum tali. Hægstu upplagstøl eg veit um eru 3000 eintøk. Tað er tó lítið í mun til bókarúgvuna hjá Bo Bedre, sum prentar jólabókina í 500 000 eintøkum, ein hálv millión. Helst er hetta hægsta upplagstal á danska bókamarknaðinum. Jólabókin, sum Elisabeth aftur fer at gera næsta ár, verður givin út í Noregi, Svøríki, Finnlandi og Danmark, og forlagið Gyldendal hevur aftur í ár keypt bókina til teirra haldarar. Í bókini eru nógvar uppskriftir úr gerandistilfari, millum annað hvussu tú gert eina jólastjørnu úr mjólkapakkanum.
Bo Bedre er mest lisna danska tíðarritið. Blaðið kemur eina ferð um mánaðin og skrivar um innrætting, desein og handilsvørur til íbúðina. Skrásetta upplagstalið er 88.000 og Galluppkanningar vísa at 654.000 fólk lesa blaðið hvønn mánað. Tað er forlagið Benjamin Media A/S, sum svenske Bonnier samtakið eigur, ið gevur Bo Bedre út í Danmark og síðani 2003 eisini í Noregi. Í Bo Bedre nummar 1 og 2 í 2015 hevur Elisabeth sonevndar styling uppgávur við møblum. Í nýggju jólabókini eru eisini einfaldar uppskriftir at klippa ymiskt til jóla.
Í jólakavanum skal norðurlendski lesarin eisini hugsa um fuglarnar. Skotið verður upp at taka feitti av jóladunnuni, blanda tað við korni og berum, ið er egnað til fuglaføði, rulla alt saman og hanga tað út í einum Pluto-fugli.
At enda kunnu nevnast allar tær føroysku køkurar, sum Oddvør Skarðhamar úr Havn og tær báðar Elisabeth Akursmørk og Johanna á Tjaldrafløtti úr Klaksvík hava gjørt til nýggju jólabókina. Væl gagnist og góðan arbeiðshug!