Í dag var tunnilsdagur og jól úti í Klaksvík. Í Leikalund varð nýggja atlasið hjá Námi lagt fram og sett til sølu, eins og nýggju veggjakortini. Omanfyri er Oliver Joensen frá Norðlýsinum komin inn á gólvið og er serliga fegin um opnuna um føroyska landgrunnin, sum Martin V. Heinesen og onnur á Jarðfeingi stóðu fyri.
Fleiri vóru møtt at hoyra ritstjóran, yours truly, greiða frá um, hvussu valið fall á HarperCollins og ikki nakað annað av teim ovurhonds mongu bókaforløgum, sum eru á dagsins marknaði við innbundnum papírsatlasum, sum blaðast kann í.
Í gomlu handilsbúðini hjá I.C. Isaksen, har eg fyrstu ferð smakkaði grønt lime súltutoy frá Roses í 1978, fáast nú undir navninum Leikalund eins sjáldsamir lutir, sum til dømis hesar báðar postalínsdukkur í føroyskum búnað.
Í næsta rúmi er Jan Nystrøm, sum hevur framsýnnig við tekningum, tekniamboðum og egnum teknifilmi. Hann bjóðar eisini keks og altskyns ostar. Leskiligt meðan jólaperurnar glampa í vindinum uttanfyri og Jógvan Andrias skeinkir kaffi.
Í millumgongini inn til Spaniastovu vísur Heri Schwartz Jacobsen film, sum ikki bara er smalur og svart-hvítur, men ordiliga smalur, bara átta millimetur. Hugnalig høli við nógvum møguleikum, har úti í Klaksvík.
So koyri eg suður aftur og fái tvey krov frá starvsfelagnum Sigfríði Abrahamsen. Hann býr á Eiði og seyðurin hevur gingið í Kollinum. Gamlaárskvøld verður tað gott at koyra í pottin.