Skip to main content

Geytamyndir


Her eru nakrar Geytamyndir, sum Ditte Mathilda Joensen tók í Norðurlandahúsinum hóskvøldið í farnu viku. Omanfyri síggjast tey í dómsnevndini, Jan Berg Jørgensen, Sif Gunnarsdóttir, Silje Engeness, Marjun Niclasen og eg sjálvur. Niðanfyri síggjast fotografurin Ditte og verturin Finnur Koba í eini dupultari sjálvsu, silent movie style.


Og her hevur linsan hjá Ditte fangað Bjørn Kalsø og meg sjálvan í forhøllini meðan atkvøtt verður. Tað er altso mentamálaráðharrin til vinstru.


Og meðan atkvøtt verður um Áskoðaravirðislønina, fáa fólk ein reyðjólaligan og kosmopolitiskan Geytadrykk.


Tá starvsfólkini í Norðurlandahúsinum hava talt allar atkvøðuseðlarnar upp, er vinnarin funnin. Og tað er Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentunarnevnd Tórshavnar býráðs, ið kunngerð og letur vinningin, sum er 15.000 krónur.


Og so var at kunngerða filmin og virðislønarmóttakaran, sum ein einmælt dómsnevnd hevði gjørt av skuldi fáa Geytan 2014. Tað gekk eitt sindur striltið at lesa motiveringina, tí upplesarin var so rørdur. Antin er hann ikki vanur við mikrofonir, ella hevur hann ikki gingið á prestaskúla, og dugir tí ikki at stýra røddini. Her sæst Oscartrio'in Finnur, Marjun og málleysi upplesarin.


Tað løgna hendi, at bæði áskoðarar í Høllini í Norðurlandahúsinum hetta kvøldið og Geytadómsnevndini vóru samd um vinnaran: Skuld hjá Heiðriki á Heygum. Christa Reynheim tók móti vinningunum.


Foreldur og familja hjá Heiðriki vóru eisini til staðar í Høllini, tá allir filmarnir vórðu vístir, og vinnarin at enda varð kunngjørdur. Frá vinstru Bjørn, Beatrice, Birgit og Rúna á Heygum. Til lukku!