Skip to main content

Posts

Eru føroysku bløðini stuðulsverd?

Uppskot er aftur frammi at geva doyggjandi privatpappírspressuni almennan skattapengastuðul. Heldur enn at uppraðfesta journalistisku og redaktionellu førleikarnar í eini ásannan av, at alt byrjar við skrivaða orðinum, verður fokuserað uppá at breiða út eina tíðarvilsta vøru. Havi um vikuskiftið brett bløðini út á borðið, at gera eina heimabakaða jólkanning, sum helst ikki er verri undirbygd enn so nógvar aðrar kanningar, sum nú eru frammi um líkt, og serliga ólíkt, millum annað í gummistivlum, millum fjós og seyð. Sosialurin stendur seg væl og skal sleppa at vera leysur av borðmyndini. Ringast stætt er Norðlýsið, sum í oddagrein fortelur tað nýggjasta frá læknastríðnum, og annars brúkar mest pláss uppá flúgvandi hálendingin, men eisini gevur pláss til endursøgd barnaminni. Nýggjasta Dimma veit í fyrstu grein at siga, at danska sjóverjutyrlan er sokkin sum ein steinur, og millum seriøsu og gravandi greinarnar inni í fyrrverandi langlesnaðarblaðnum vita tey at siga, at brúk

3 mió til film

Løgtingsfíggjarlógin fyri 2017 er endaliga viðgjørd og samtykt í løgtinginum. Í hesum sambandi skrivar Hanna Jensen úr Framsókn og forkvinna í Mentanarnevndini soleiðis á Facebook í kvøld: ”Eg ynski í hesum sambandi at taka fram, at játtanin til filmsgrunnin er hækkað til 2 mió, sum er stuðul til filmsverkætlanir - umframt at 1 mió er sett av til at seta filmshús á stovn.” Hanna Jensen, sum eisini er franskur konsul, er omanfyri avmyndað umborð á fronsku skonnartini Étoile við Bursatanga í Havn í mai í fjør. Játtanin til film í skjótt undanfarna ári, sum var 1,5 mió, er sostatt tvífaldað. Í løgtingsfíggjarlógini fyri 2017 stendur soleiðis um film: 7.24.2.03. Filmur (Stuðulsjáttan) Játtanin er ætlað til at stuðla einari ungari filmsvinnu í framgongd. Játtanin verður umsitin við heimild í Ll. nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m. Stuðul verður játtaður eftir umsókn og sum høvuðsregla útgoldin, tá ið verkætlanin verður sett í verk. Lýst verður alment eftir ums

Hvør verður besti útlendski filmur?

Í 60 ár hevur ein Oscarvirðisløn verið latin besta útlendska filmi. Tí fer fyrireikingarnevndin, The Academy Award, at gera nógv burturúr, tá tey sunnudagin 26. februar í 2017 fara at kunngerða, hvør fær júst hesa Oscarvirðislønina. Tá hevur Oscarhandini verið hildin 89 ferðir. Tey hava sett saman eitt yvirlit, ið vísur allar takkartalurnar, síðani italski Fellini fekk virðislønina fyri La Strada í 1957 , og allar filmsplakatirnar fram til ungarska holocaustfilmin Sonur Saul og pólska nunnufilmin Ida , sum Filmsfelagið sýndi fyri fullum húsum í fjør og í fyrrárið. Filmsfelagið hevur eisini sýnt tann filmin, sum eg sjálvur haldi, liggur best fyri í kappingini at fáa Oscarvirðislønina sum besti útlendski filmur beint nú. Tað er danski eftirkrígstíðarfilmurin Under sandet , sum á enskum eitir Land of Mine . Peter Storm Wich, sonur Sanne og Ole, er við á liðnum, ið hevur gjørt ljóðið í hesum klaustrofobiska filmi, sum nýtulkar donsku hetjusøgurnar eftir kríggið. 8

Kaurismäki við nýggjum filmi

Eftir fimm ár í sortanum, bleiktrar Aki Kaurismäki (1957) aftur á hvíta løriftinum. Tað varð greitt í dag, tá finski leikstjórin, sum er ein hin kendasti í Norðurlondum, boðaði frá, at nýggi filmurin The Other Side of Hope verður frumsýndur á altjóða filmstevnuni Die Berlinale , sum er í Berlin 9.-19 februar í 2017. Die Internationale Filmfestspiele Berlin, sum er fulla heitið, er saman við stevnunum í Cannes og Venezia, týdningarmesta hending í árliga filmskalendaranum. Filmstevnan er við ársbyrjan, og hevur tí eisini týdning fyri tær skráir og tiltøk, sum eru restina av árinum. Filmsútleigarin Camera Film , ið rekur Grand Teatret í Keypmannahavn, hevur í dag tryggjað sær rættin til at vísa nýggja filmin hjá Aki Kaurismäki í danska ríkinum. Flestu av filmunum í Filmsfelagnum eru frá hesum felag. Tí eru útlitini góð, at síggja ein nýggjan Kaurismäki-film næsta ár. The Other Side of Hope er annar filmurin í trípartarøðini, har Kaurismäki lýsir havnarbýir. Fyrsti filmur var

Tróndur ger gávuprent

Í Grafiska Verkstaðnum Steinprenti hevur Tróndur Patursson gjørt ársins gávuprent til limirnar í Steinbrá, sum er stuðulsfelag hjá prentverkstaðnum. Gávuprentini fáast á framsýningin Myndaódnin,  sum lat upp í dag, og er opin fram til á jólum. Seks talmerkt og signeraði blá prent hjá Tróndi í stødd 25 x 20 cm eru tøk. Her liggja tey á borðinum, og á niðaru myndini síggjast tey innrammaði á vegginum í Steinprenti. Myndaódnin er ein framsýning við eini ørgrynnu av listaverkum, sum øll eru til keyps, sigur Steinbrá í limabrævi undan framsýningini. - Kennir tú onkran, sum hevur uppiborið eina serliga jólagávu, kann vera, at tú finnur hana í Myndaódnini . Samstundis er umrødda gávuprent at fáa fyri limagjald í Steinbrá, sum er 500 krónur um árið. Hetta er at meta sum ein listaíløga, sum loysir seg fyri øll, sigur nevndin í limabrævi. Millum prentini á myndaódnini er hetta spennandi prent í brúnum hjá Roj Friberg, sum andaðist í ár, 82 ára gamal.

Undirsjóvartunlar til sølu

Fyri fyrstu ferð eru teir báðir ætlaðu undirsjóvartunlarnir, annar inn í Eysturoynna og hin suður í Sandoynna, teknaðir á eitt Føroyakort, sum er til sølu og kann setast á veggin. Tað er Nám, sum hevur gjørt kortið. Á myndini omanfyri síggjast Niels Juel Nolsøe, sølumaður, og Ingi Joensen, leiðari á grafisku deildini, sum báðir starvast hjá Føroyaprenti. Rói Højgaard, sum starvaðist á Føroya DátuSavnið, teknaði Føroyakortið í fleiri enn 60 løgum til nýggja atlasið, sum Nám gav út í 2014. Nú Føroyakortið hjá Námi varð útselt, hevur Umhvørvisstovan tikið yvir uppgávurnar hjá Føroya DátuSavni og dagført Føroyakortið m.a. við teimum báðum ætlaðu undirsjóvartunlunum. Tað er Føroyaprent, sum hevur prentað nýggja upplagið av Føroykortinum. Eins og tey undanfarnu, er kortið laminerað, so tað er slitsterkt, kann brúkast í barnagarði og skúla, ella sum dúkur á borðinum heima. Til ber eisini at strika á kortið við tusji, sum er egnað til endamálið.

Nú eigur Andrias tveir Geytar

Eingin annar í allari verðini, uttan Andrias Høgenni, eigur tveir Geytar. Eins og henda dag í fjør, fekk hann Geytan frá eini samdari dómsnevnd í Norðurlandahúsinum. Í kvøld fyri filmin Et knæk og í fjør fyri  Stina Karina . Grundgevingin hjá dómsnevndini at lata Geytan í 2016 var soljóðandi: Tað er kalt, nátt og vetur. Tað sæst á andlitunum á høvuðsleikarunum, sum eins og onnur hava eitt arbeiði, sum tey við lív og sál ganga uppí. Sjálvt hin minsta smálut í arbeiðinum hava tey lagt til rættis. Men so hendur nakað, ið skeiklar menninskjansligu ætlanina. Tað almenna, øvrigheitin, grípur inn og ber eini boð. Men arbeiðið, og karmurin um alla ta lýstu tilveruna hjá teimum báðum høvuðsleikarunum, er ólógligt. Løgreglan, ørindi og boð hennara verða mótparturin í hesi hugvekjandi søgu um eina tvístøðu, har hvørt sekund, hvørt svar, hvør upplýsingur og hvør gerð, er eitt lívshættisligt svar, eisini tá svarið ikki verður givið, og høvuðsleikararnir bara yppa øksl. Bygnaðurin í søguni er e

Kollseyður komin í hjall

So  er ársins Kollseyður komin í hjall. Sigfríður lossar úr Mitsubishi og í Volvo frá morgunstundini. - Kjøtið er úr størsta haga á Eiði, Fyri Norðan, tólv merkur er hann, sigur Sigfríður. So er tað Bob Dylan fyri rest.

Donsk lesarabrøv aftur í bløðunum

So  komu donsk lesarabrøv aftur í tey bæði bløðini, vit enn eiga eftir, Dimmu og Sosialin. Tað var gamalt fyri langari tíð síðan, minst 30 árum síðan, kanska meir. Nú kjak um public service var á tingi í dag, og Mentamálaráðið veruliga tykist at ætla sær at blaka góðar skattapengar eftir ringum bløðum, so tey í øllum veikleika kunnu verða borin út, veit eg ikki heilt, hvat eg skal halda um privata fjølmiðlapallin. Sannførandi er hann ikki, privatprentaði miðlapallurin, nú hann aftur er farin at prenta donsk lesarabrøv. Eitt armóðstekin av teim óunnuligastu, spyrt tú meg. Og tó, kanska ber til at venda gongdini til at varpa kritiskt ljós á danskt í almenna føroyska rúminum, ikki bara dagsins danskara í skattafíggjaða morgunútvarpinum, men eisini tann leiklut, sum danskt mál hevur tiltuskað sær í okkara rættarskipan, so sum Tobbi so vísiliga gjørdi vart við í morgun. Fyri at sitera danska fólkapartistin Espersen: "Det er uværdigt!"

Hvørji planet hevur KVF redaktiónsfund á?

Eftir ein heilan dag við oftast góðum public service kjaki á tingi og úti millum fólk kring landið, hevur Kringvarpið lært eitt. Tey vilja siga almenninginum, hvussu ólavsøkan liggur næsta ár. Tað eru public service ørindini hjá almannamiðilinum, nú arbeiðsdagurin hjá okkum alment løntu er lokin. Onkuntíð ivist eg í, á hvørjari planet tey hava redaktiónsfund á har uppi í Sortudíki. Ella um eg sjálvur er, so segði hann Obstfelder í 1893, kommet på en feil klode. Her er så underlig...

Nýggir filmar í 2017

Fyrstu filmar í Filmsfelagnum eru longu settir á skrá í nýggja, spennandi filmsárinum 2017. Hin fyrsti verður sýndur mikukvøldið 4. januar kl 20. Tað er kendi og altíð kjakskapandi danski leikstjórin Ole Bornedal (f.1959), sum hevur gjørt svarta skemtileikin Dræberne fra Nibe . Filmsfelagið hevur fingið í boði at vísa filmin í Havnar Bio eina viku innan hann verður frumsýndur í Danmark. Ingi Samuelsen, sum búði átta ár í Nibe, fer at innleiða sýningina. Annar filmurin í nýggja filmsárinum hjá Filmsfelagnum er svenski Den avarsamma leken , sum Pernilla August (f.1958) hevur leikstjórnað eftir samnevndu søguni hjá Hjalmar Söderberg frá 1912. Spildurnýggi svenski filmurin verður sýndur mikukvøldið 18. januar kl 20 við donskum undirteksti. Triði filmur í nýggja filmsárinum hjá Filmsfelagnum í 2017 er amerikanski Paterson , sum hin tiltikni independent  leikstjórin Jim Jarmush (f.1953) hevur gjørt. Í 1980'unum sýndi Filmsfelagið teir tríggjar Jarmush-filmarnar

Jim Jarmush, Ron Padgett og Oddfríður

Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur, fer at innleiða sýningina Paterson  (Jarmush) í Filmsfelagnum mikudagin 1. februar í 2017. Orsøkin er, at Oddfríður hevur týtt yrkingar hjá amerikanska Ron Padgett (f.1942), sum bussførarin í nýggja amerikanska filminum Paterson sigur og skrivar. Oddfríður hevur eisini havt Ron Padgett á vitjan í Føroyum, tá Listastevna Føroya varð hildin í Norðurlandahúsinum og kring landið. Danski filmsútleigarin, Scanbox, sigur soleiðis um nýggja filmin hjá amerikanska Jim Jarmush (f.1953), sum ikki hevur verið at sæð í føroyskum biografum síðan í 1980'unum, Jarmush altso: "Paterson (Adam Driver) er buschauffør i byen Paterson, New Jersey. Hver dag udfører han samme rutine: Står op, går på arbejde, kører samme rute med bussen, skriver digte i sin notesbog, lufter hunden, drikker en og kun en øl på den samme bar, går i seng. Han elsker sin kone Laura (Golshifteh Farahani) overalt på jorden, men modsat ham selv er Laura konstant på jag

Úrslit frá PISA kanningini í 2015

Í morgun varð frágreiðingin um føroysku PISA kanningina í 2015 løgd fram og handað landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, sum sæst til høgru á myndini. Vinstrumegin er Ingi Højsted, sum legði kanningina fram í Mentamálaráðnum fyrrapartin í dag. Ingi, sum er limur í serfrøðingabólkinum, sum gjørdi kanningina, undirvísir lærarum á Professiónsháskúlanum UCC í Keypmannahavn í støddfrøði. Hetta er fjórðu ferð, at Føroyar luttaka í altjóða PISA kanningini, og aftur hesu ferð er framgongd í føroysku úrslitunum, sigur Mentamálaráðið í tíðindaskrivi í dag. - Føroysku næmingarnir klára seg best í støddfrøði, størsta framgongdin er í lesing, og í náttúruvísindum hava vit avbjóðingar. Lítil munur er á gentum og dreingjum í støddfrøði og náttúruvísindum, og flestu føroysku næmingarnir liggja beint niðanfyri miðuna samanborið við miðal í OECD. Tað eru ikki nógvir næmingar í besta bólkinum, og samstundis so flyta alsamt fleiri næmingar seg úr veikasta bólkinum upp í bólk tvey og trý.