Skip to main content

Undirsjóvartunlar til sølu


Fyri fyrstu ferð eru teir báðir ætlaðu undirsjóvartunlarnir, annar inn í Eysturoynna og hin suður í Sandoynna, teknaðir á eitt Føroyakort, sum er til sølu og kann setast á veggin. Tað er Nám, sum hevur gjørt kortið. Á myndini omanfyri síggjast Niels Juel Nolsøe, sølumaður, og Ingi Joensen, leiðari á grafisku deildini, sum báðir starvast hjá Føroyaprenti.


Rói Højgaard, sum starvaðist á Føroya DátuSavnið, teknaði Føroyakortið í fleiri enn 60 løgum til nýggja atlasið, sum Nám gav út í 2014. Nú Føroyakortið hjá Námi varð útselt, hevur Umhvørvisstovan tikið yvir uppgávurnar hjá Føroya DátuSavni og dagført Føroyakortið m.a. við teimum báðum ætlaðu undirsjóvartunlunum.


Tað er Føroyaprent, sum hevur prentað nýggja upplagið av Føroykortinum. Eins og tey undanfarnu, er kortið laminerað, so tað er slitsterkt, kann brúkast í barnagarði og skúla, ella sum dúkur á borðinum heima. Til ber eisini at strika á kortið við tusji, sum er egnað til endamálið.