Skip to main content

Nú eigur Andrias tveir Geytar


Eingin annar í allari verðini, uttan Andrias Høgenni, eigur tveir Geytar. Eins og henda dag í fjør, fekk hann Geytan frá eini samdari dómsnevnd í Norðurlandahúsinum. Í kvøld fyri filmin Et knæk og í fjør fyri Stina Karina. Grundgevingin hjá dómsnevndini at lata Geytan í 2016 var soljóðandi:

Tað er kalt, nátt og vetur. Tað sæst á andlitunum á høvuðsleikarunum, sum eins og onnur hava eitt arbeiði, sum tey við lív og sál ganga uppí. Sjálvt hin minsta smálut í arbeiðinum hava tey lagt til rættis. Men so hendur nakað, ið skeiklar menninskjansligu ætlanina. Tað almenna, øvrigheitin, grípur inn og ber eini boð. Men arbeiðið, og karmurin um alla ta lýstu tilveruna hjá teimum báðum høvuðsleikarunum, er ólógligt. Løgreglan, ørindi og boð hennara verða mótparturin í hesi hugvekjandi søgu um eina tvístøðu, har hvørt sekund, hvørt svar, hvør upplýsingur og hvør gerð, er eitt lívshættisligt svar, eisini tá svarið ikki verður givið, og høvuðsleikararnir bara yppa øksl. Bygnaðurin í søguni er eins greiður og leikaraavrikini. Plottið nemur við flestu tættir í einum góðum stuttfilmi, og heldur tær sum áskoðara bundnum heilt til endan. Geytavirðirslønin í 2016 fer til Andrias Høgenni fyri at hava leikstjórnað eksistentiella filmin og umbýtisleikin Et knæk.


Sjey filmar kappaðust um Geytan í ár. Suni Merkistein var á staðnum og hevði samrøðu við Andrias Høgenni um vinnarafilmin og filmsarbeiði annars. Samrøðan verður send í Mentanarkaféini í Útvarpinum mikukvøldið. Eg fekk eina nærmynd av Andriasi meðan hann prátaði við Suna.


Í Geytadómsnevndini eru: Síf Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, Jan Berg Jørgensen frá Klippfisk, Marjun Niclasen frá Tórshavnar kommunu, Ingun í Skrivarastovu, innboðin dómari í ár, og forkvinna í Felagnum Føroysk Filmsfólk, og Birgir Kruse, sum er formaður og valdur av Nils Halm fyrrverandi stjóra í Norðurlandahúsinum. Inger Smærup Sørensen er verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum og heldur í øllum Geyta-træðrum, Rúni Friis Kjær hevur gjørt filmarnar klárar, Óla Jákup úr Dímun var ljóðmaður og gjørdi flottu dekoratiónirnar, og Albin W. Ísaksson var ljósmaður.


Tryggingarfelagið Føroyar letur Geytavinningin, sum Mortan Poulsen, stjóri, handaði við einum kekki. Her síggjast Eiler Fagraklett og sjeikurin Jan-Terjé Simonsen. Eiler arbeiðir á marknaðardeildini hjá Tryggingarfelagnum.


Til Geytakvøldið var gjørdur ein stuttur teas'ari úr komandi filminum hjá Sakarisi Stóra. Saman við teas'aranum, sum vardi ein minutt, sendi Sakaris hesi orð:

Dreymar við havið er ein filmur um longsul og vinarlag, - at leita og at tora. Millum samkomulív og rúsmisnýtslu, hittast tær báðar, 16 ára gomlu Ester og Ragna, í eini lítlari bygd. Saman droyma tær báðar um at sleppa burtur. Uttan at vita hvørjum tað er tær royna at rýma undan. Í leitanini eftir samleika setur filmurin spurnartekin við bæði tilveruna og samfelagið. Høvuðsleikarnir eru Juliett Nattestad og Helena Heðinsdóttir. Dreymar við havið er framleiddur av Ingun í Skrivarastovu, Jón Hammer og Katju Adomeit í einum fleirtjóða samstarvi millum føroyska Fish&Film og danska Adomeit Film. Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði handritið og Sakaris Stórá leikstjórnaði. Filmurin er hálvan annan tíma langur, og verður at síggja í Føroyum komandi ár.

Her síggjast Ingun í Skrivarastovu og Noomi Kunoy Heradóttir, sum spælir mamman í filminum.


Helena Dam á Neystabø handaði áskoðaravirðislønina frá Tórshavnar kommunu. Her sæst hon saman við Búa Egason Dam, sum eisini hevur ein leiklut í filminum Dreymar við havið. Til høgru sæst Unn Avgustudóttir Krákustein, sum er mamma Geyta, ið er langabbasonur tann Geytan, sum dagsins virðisløn er kallað eftir.


Her verður talt upp á stjóraskrivstovuni hjá Síf, so Áskoðaravirðislønin verður handa tí rætta filminum. Síf sæst longst burturi til vinstru, Jan Berg Jørgensen við hennara lið, og til høgru Marjun Niclasen, sum øll trý eru í Geytadómsnevndini. Eins og tey, vóru nógv teir flestu áskoðararnir í Norðurlandahúsinum í kvøld samdir um at filmurin hjá Andriasi Høgenni Et knæk var hin besti. Tí fekk hann eisini áskoðaravirðislønina.


Geytakvøldið spældi Knút Háberg Eysturstein vælvaldan og stemningsmettaðan filsmtónleik við nøvnum sum Vangelis, John Carpenter, Angelo Badalamenti, Giorgio Moroder, Wendy Carlos, Tangerine Dream, Daft Punk og Kyle Dixon & Michael Stein frá Stranger Things. Eitt gott og heimligt filmskvøld, sum eg longu gleði meg til, tá tað verður hildið aftur næsta ár. Tá hava vit helst sæð meir enn ein nýggjan føroyskan film í spælifilmslongd. Komandi ár verður nógv at gleða seg til í biografmyrkrinum.