Løgtingsfíggjarlógin fyri 2017 er endaliga viðgjørd og samtykt í løgtinginum. Í hesum sambandi skrivar Hanna Jensen úr Framsókn og forkvinna í Mentanarnevndini soleiðis á Facebook í kvøld: ”Eg ynski í hesum sambandi at taka fram, at játtanin til filmsgrunnin er hækkað til 2 mió, sum er stuðul til filmsverkætlanir - umframt at 1 mió er sett av til at seta filmshús á stovn.”
Hanna Jensen, sum eisini er franskur konsul, er omanfyri avmyndað umborð á fronsku skonnartini Étoile við Bursatanga í Havn í mai í fjør.
Játtanin til film í skjótt undanfarna ári, sum var 1,5 mió, er sostatt tvífaldað. Í løgtingsfíggjarlógini fyri 2017 stendur soleiðis um film:
7.24.2.03. Filmur (Stuðulsjáttan) Játtanin er ætlað til at stuðla einari ungari filmsvinnu í framgongd. Játtanin verður umsitin við heimild í Ll. nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m. Stuðul verður játtaður eftir umsókn og sum høvuðsregla útgoldin, tá ið verkætlanin verður sett í verk. Lýst verður alment eftir umsóknum. Roknskapur verður latin Mentamálaráðnum, tá verkætlanin er endað ella í seinasta lagi 1. mars eftir lokið fíggjarár.
13.37.2.12. Filmshús (Stuðulsjáttan) Til tess at stuðla undir føroyska filmsvinnu verður filmshús sett á stovn. Filmshús verður sett á stovn, sum skal leggja lunnar undir sprettandi føroysku fimsvinnua. Filmshúsið skal savna og miðla vitan um film, filmsvinnuna og filmsførleikar í Føroyum, so at bæði føroyskar og útlendskar filmsframleiðslur kunnu verða settar í verk skjótt og væl. Filmshúsið skal eisini vera við til at meta um umsóknir um afturbering til filmsframleiðslur og soleiðis at tryggja góðskuna av verkætlanum, sum landið velur at stuðla við hesari skipanini. Filmshúsið skal vera savningarstaður fyri føroyska filmsumhvørvið, miðstøð fyri vitan um film, filmsfakligar førleikar og útgerð. Filmshúsið skal eisini menna altjóða netverk og virka fyri, at føroyskir filmar verða sýndir uttanlands, og Filmshúsið skal eisini verða við til at samskipa og stíla fyri skeiðum og undirvísing í filmsgerð. Játtanin er 1,0 mió. kr. í 2017. Roknað verður við, at fíggjartørvurin verður vaksandi komandi árini orsakað av vaksandi filmsvirksemi.