Eftir fimm ár í sortanum, bleiktrar Aki Kaurismäki (1957) aftur á hvíta løriftinum. Tað varð greitt í dag, tá finski leikstjórin, sum er ein hin kendasti í Norðurlondum, boðaði frá, at nýggi filmurin The Other Side of Hope verður frumsýndur á altjóða filmstevnuni Die Berlinale, sum er í Berlin 9.-19 februar í 2017.
Die Internationale Filmfestspiele Berlin, sum er fulla heitið, er saman við stevnunum í Cannes og Venezia, týdningarmesta hending í árliga filmskalendaranum. Filmstevnan er við ársbyrjan, og hevur tí eisini týdning fyri tær skráir og tiltøk, sum eru restina av árinum.
Filmsútleigarin Camera Film, ið rekur Grand Teatret í Keypmannahavn, hevur í dag tryggjað sær rættin til at vísa nýggja filmin hjá Aki Kaurismäki í danska ríkinum. Flestu av filmunum í Filmsfelagnum eru frá hesum felag. Tí eru útlitini góð, at síggja ein nýggjan Kaurismäki-film næsta ár.
The Other Side of Hope er annar filmurin í trípartarøðini, har Kaurismäki lýsir havnarbýir. Fyrsti filmur var Le Havre, ið varð vístur í Cannes í 2011.
Kaurismäki hevur skrivað, leikstjórnað og framleitt nýggja filmin, sum lýsir harra Wikström, ið er finskur handilsreisandi. Leiklutin hevur Sakari Kuosmanen, sum vit sóu í The Man Without a Past. Á hansara leið kemur ein sýriskur flótti, sum Shermwan Haji spælir. Janne Hyytiäinen, Nuppu Koivu og Ilkka Koivula arbeiða á matstovuni Kultainen tuoppi (Gyltu steypurin), sum Wikström eigur. Har er eisini ein irakskur flótti, ið søkir um uppihaldsloyvi. Millum leikararnar er eisini Kati Outinen, ið var hugtakandi kvinnan úr Frelsunarherinum í The Man Without a Past.
Filmsfelagið hevur áður víst fleiri av filmunum hjá Aki Kaurismäki, m.a. proletariat-triologiina Shadows in Paradise (1986), Ariel (1988) og The Match Factory Girl (1990).
Og hvør veit, kanska verður nýggi filmurin hjá Sakarisi Stórá, Dreymar við havið, frumsýndur á somu filmstevnu í Berlin?