So komu donsk lesarabrøv aftur í tey bæði bløðini, vit enn eiga eftir, Dimmu og Sosialin. Tað var gamalt fyri langari tíð síðan, minst 30 árum síðan, kanska meir. Nú kjak um public service var á tingi í dag, og Mentamálaráðið veruliga tykist at ætla sær at blaka góðar skattapengar eftir ringum bløðum, so tey í øllum veikleika kunnu verða borin út, veit eg ikki heilt, hvat eg skal halda um privata fjølmiðlapallin. Sannførandi er hann ikki, privatprentaði miðlapallurin, nú hann aftur er farin at prenta donsk lesarabrøv. Eitt armóðstekin av teim óunnuligastu, spyrt tú meg. Og tó, kanska ber til at venda gongdini til at varpa kritiskt ljós á danskt í almenna føroyska rúminum, ikki bara dagsins danskara í skattafíggjaða morgunútvarpinum, men eisini tann leiklut, sum danskt mál hevur tiltuskað sær í okkara rættarskipan, so sum Tobbi so vísiliga gjørdi vart við í morgun. Fyri at sitera danska fólkapartistin Espersen: "Det er uværdigt!"