Skip to main content

Posts

Andrias Høgenni vinnur Canal+ virðislønina

Andrias Høgenni, sum sæst sitandi longst til vinstru á sandstrondini í Cannes, hevur í dag vunnið Canal+ virðislønina fyri stuttfilmin Ikki illa meint , sum eisini vann Geytavirðislønina í ár. Rumenski filmsframleiðarin Axel Film tók myndina í Cannes. Canal+ virðislønin er partur av skránni  Semaine de la Critique, har eisini íslendski filmurin Hvítur, hvítur dagur (Hlynur Pálmason) hevur vunnið virðisløn fyri besta høvuðsleiklut í einum spælifilmi.

Fyrsti føroyski filmur í Cannes verður vístur týsdagin

Týsdagin verður føroyski stuttfilmurin Ikki illa meint , sum er ein av trimum Geytavinnarum hjá Andriasi Høgenni, vístur í skránni  Semaine de la Critique  í Cannes. Hósdagin verða virðislønir handaðar. Við stuttfilminum Ikki illa meint hevur Andrias Høgenni funnið náði fyri úrvalsnevndini í Cannes, sum á 58. sinni skipar fyri sýningarskránni  Semaine de la Critique á einum av heimsins kendastu filmsstevnum, sum 72 ferðir hevur verið hildin í suðurfranska Miðjarðarhavsbýnum. Enska heitið á kappingini, sum franskir filmsummælarar stovnaðu í 1962, er Critics Week . Fyriskipararnir siga, at hvørt ár koma um túsund filmar til serstøku skránna, sum er í somu døgum sum høvuðsskráin á stevnuni. Úr rúgvuni verða valdir í mesta lagi tíggju stuttfilmar og tíggju spælifilmar í fullari longd. Filmarnir skulu umboða nýggj nøvn, antin fyrsta ella annan filmin, ið listafólkini hava gjørt. Encyclopedia Britannica upplýsir at, millum nøvnini, sum fyrstu ferð vóru frammi í hesi skrá eru Be

Pollamjørki

Klokkan er seks um morgunin á terrassuni í Tórsbyrgi. Útsýnið er móti Stongini, Eystnesi og Høgoyggj. Tað er Pollamjørki, ternan kemur og álmanakkin sigur eisini, at tað er Halvarðsøka, sum er nevnd eftir norska halgimenninum Hallvarður Vébjörnsson, ið var føddur um ár 1020 og doyði henda dag, 15. mai, í 1043. Pollamjørki verður umrøddur soleiðis í føroysk-ensku orðabókini hjá Sprotanum: (veðurfr.) Stratus [mist which lies along the sea, in bays and through the valleys, and covers the foot of the mountains while the sky above is clear] Til arbeiðis bjóðar Rói øllum ís, so sum siður er fyrsta sólskinsdag, og vit lósu í bókini hjá Bárði Oskarssyni um hina Fløtu kaninina, har dagsins bókmentaligi setningur á ritstjóraterrassuni ljóðar: Rottan spyr hundin, um hann kendi fløtu kaninina. - Nja, eg haldi hon býr í nummar 34. Eg havi ikki prátað við hana, men eg havi pissað á portrið har, so vit hava sæst.

Sjerri og ræstur fiskur

Eins og almenna tænastuhugtakið stendur í fagrasta blóma, er eisini viljin at seta orð á smakk ein frambrúsandi ítrótt. Rúsan ger framúr faldarar , sum vegleiða, hvussu drykkir kunnu parast við alt, ið ræst er, frá tí triviella til tað raffineraða. Í fyrra bólkinum er konsumbjór av pilsnara slagnum og hvassur Aalborg snapsur, meðan sjerri í øllum stigum, frá tí turra til tað søta, frá tí ljósa til tað myrka, er í tí seinna bólkinum. Fert tú á kav millum hillarnar í hesi smakkverð, er skjótt at tænastufólkini koma at spyrja og vegleiða. Og mín sann, um eg ikki verið boðin inn í køkin at smakka nýggja vøru, ljóst og turt sjerri, og myrkt og søtari sjerri. Eg sigi, at vit gomlu floksfelagar skulu møtast í kvøld at eta ræstan fisk við garnatálg og spiki. Ein mildur snapsur skal skola góman, men er okkurt sjerri, sum kann krydda og komplimentera smakkin av tí eksplisitt ræsta? Jú, tað er gamaní, sigur hon og skeinkur eitt lítið glas, so eg kenni angan og drúgva eftirsmakkin. Ót

Í dag var Edward mín stjørna

"Svart-hvítur gandur" er heitið á framsýning við hópin av verkum eftir Elinborg Lützen (1919-95), sum lat upp við føroyskt-donskum katalogi í Listasavni Føroya í dag, nú hundrað ár eru liðin, síðan listakvinnan varð fødd.  Listamaðurin, Edward Fuglø (f.1965), sum eisini er úr Klaksvík, setti framsýningina og leiddi áhoyraraskaran inn í listina og veruleikan hjá Elinborg Lützen. Orðini yvir kendu listini í skálanum vóru so hugtakandi, at eg vil loyva mær at siga, at hesa løtuna var Edward stjørnan. Við loyvi frá Edwardi seti eg orðini inn niðanfyri. Tað er ein myrkur og slavnin novembur dagur, seinast í 60 unum, um nón.  Nógv larmandi og tung ferðsla. Mamma mín hevur meg við til handils.  Leiðin gongur til Klædnabúðina á Biskupstø, tað stásuliga "Magasangið" hjá Kjølbro, mitt í Klaksvík. Eitt sindur av kava, og flykrurnar dala. Mitt í øllum ein stórur lýsandi gluggi.  Sum tað glitrar og glampar.  Og har, í glugganum, ein kona, í

Sanni kostnaðurin í klædnaídnaðinum

Guðrun Rógvadóttir í Filmsfelagnum Umhvørvisvika er í Tórshavnar kommunu og Súsanna Sondum, sum er samskipari hjá Tórshavnar kommunu, hevur sett seg í samband við Filmsfelagið at vísa filmin The True Cost í Havnar Bio. Súsanna hevur fingið Guðrun Rógvadóttir frá Guðrun & Guðrun at innleiða filmin, tí hann snýr seg um altjóða klædnaídnaðin og hvussu viðurskiftini eru har, ið størsta kapping er at sleppa at seyma fyri kendu heimsmerkini, sum selja skundmóta fyri ein bíligan penga á okkara leiðum. Guðrun innleiddi mikudagsfilmin í Filmsfelagnum 8/5 við hesum orðum: The True Cost er ein dokumentarfilmur, sum kannar ta ávirkan, móti hevur fyri fólk og klótu. Filmurin vísir á, at prísmerkini á klæðunum goyma menniskjaliga og umhvørvisliga kostnaðin av framleiðslu av skjótum móta. Onkur vil siga at filmurin er ov heilagur - at hann tekur partí við teimum fátøku. Eg eri samd við teimum, sum siga at endamálið við filminum er, at fáa hyggjaran at opna eyguni fyri tí troyting

Skal arbeiðarin nú ikki sleppa at hyggja eftir filmi?

Las hasa greinina í Politiken , tá hon kom út fyri jól. Ætlaði at svara einum, sum postaði hana á Facebook um dagarnar, men tað bleiv til ein blogg í staðin, tí hon er enn líka áhugaverd, greinin. Ikki minst tí, at tey rættindi, sum arbeiðarin hevur strítt seg fram til í hálva øld, millum annað at hava ráð til at ferðast við flúgvara einaferð um árið og at fáa sær teldu og kunna brúka øll tey nettilboð, sum áður ikki stóðu arbeiðaranum í boði - at leiga íbúðir, hoyra tónleik og síggja film fyri egna rokning - nú tykjast verða skúgvað til viks. Arbeiðarin skal fáa ringa samvitsku bara hann hyggur eftir Airbnb, sum ikki er pettið annarleiðis enn virðiliga Bed and Breakfast, og kanska sjálv umhugsar at leiga út gjøgnum Airbnb á netinum, ta stuttu tíð tað ber til hjá henni, arbeiðaranum. Og so at hyggja eftir spanskum filmi, sum aldri kemur í heimligu biografarnar og lurta eftir russiskum tónleiki, sum eingin føroyskur plátuhandil nakrantíð hevur havt á hillunum og enn minni syft um dis

Fía sigur frá um Gásadalsfilmin

Gásadalsbørnini (Mattias, Durita, Lucia, Eva og Fía) saman við Rudi Køhnke, ið spælir pápi teirra, til endaveitsluna tá upptøkunar vóru lidnar til filmin Fågelfångarens son - Tað er rættuliga tilvildarligt, at eg eri við í filminum, sigur Fía Mortensen, ið er 10 ára gamla Vígdis í filminum Fågelfångarens son , sum vanliga verður kallaður Gásadalsfilmurin, og helst er tann filmur, ið flestu hava sæð innan fyrsta sýningarvikan er umliðin. - Mamma sá á Facebook, at tey leitaðu eftir børnum til ein spælifilm. Av tí at mær altíð hevur dámt væl at spæla sjónleik og skapa mær, helt mamma, at hetta var akkurát nakað fyri meg, og eg var einig, sigur Fía. Mamman skrivaði til Honnu Flóvinsdóttir, ið hevði fingið til uppgávu at casta børnini til filmin, at Fía hevði hug at royna meg. Tær vistu einki, hvat fyri filmur talan var um, ella at talan var um ein so stóran spælifilm, sum henda. - Vit hildu, at tað kanska bara var ein lýsing ella ein stuttfilmur, sigur Fía. Saman við fleiri

Tá skipanir gloyma børnini

So stuttligt er jólatræið, sum fyrst í mai lýsir tilboðini til børn og ung í Føroyum í dag. Tað var fríggjadagin, at ein sjáldsama hugvekjandi ráðstevna var í Norðurlandahúsinum. Undir heitinum Kná børn , hevði Almannaverkið sett sær fyri at ”seta gongd á eitt arbeiði, sum skal tryggja, at øll børn og ung í Føroyum, rættstundis, fáa javnbjóðis møguleika at standa seg í lívinum.” Tað, sum fyrst fangaði meg, umframt stóra og sjálvrannsakandi evnið, var, at Almannaverkið á triða sinni bjóðaði øllum til ráðstevnuna, uttan at tekna seg frammanundan og uttan at gjalda. Hvussu í allari víðu verð skulu tit halda skil á hesum, hugsaði eg við stirvnum læraradøgum í huga, har øll skulu tekna seg, fáa navn í bringuna, fáa koyripengar og váttan um frían vikar, og so akkurát tann mat, sum hóvar teimum og einki annað grønt úr Havn. Men allar ivasamar hugsanir og fyrivarni úr læraraverðini vórðu gjørd til skammar av tí heilt annarleiðis virkna Almannaverkinum. Teknmálstulking var alla tíðina í