Eins og almenna tænastuhugtakið stendur í fagrasta blóma, er eisini viljin at seta orð á smakk ein frambrúsandi ítrótt. Rúsan ger framúr faldarar, sum vegleiða, hvussu drykkir kunnu parast við alt, ið ræst er, frá tí triviella til tað raffineraða. Í fyrra bólkinum er konsumbjór av pilsnara slagnum og hvassur Aalborg snapsur, meðan sjerri í øllum stigum, frá tí turra til tað søta, frá tí ljósa til tað myrka, er í tí seinna bólkinum.
Fert tú á kav millum hillarnar í hesi smakkverð, er skjótt at tænastufólkini koma at spyrja og vegleiða. Og mín sann, um eg ikki verið boðin inn í køkin at smakka nýggja vøru, ljóst og turt sjerri, og myrkt og søtari sjerri.
Eg sigi, at vit gomlu floksfelagar skulu møtast í kvøld at eta ræstan fisk við garnatálg og spiki. Ein mildur snapsur skal skola góman, men er okkurt sjerri, sum kann krydda og komplimentera smakkin av tí eksplisitt ræsta? Jú, tað er gamaní, sigur hon og skeinkur eitt lítið glas, so eg kenni angan og drúgva eftirsmakkin. Ótrúligt at ræstur fiskur er fluttur úr vásakøkinum og inn í stovuna, mest sum til háborðs, aftur við sjerri og øllum hinum. Men fyrst og fremst sjerri. Eitt gott parlag. Og meðan tosið gongur, koma vit eisini eftir at ymsu sjerrisløgini rigga væl til annan mat úr føroyska køkinum. Tað var ikki gamalt. Men gott er tað. Sjálvandi í rímuligum mongdum, og aldri til yvirmáls, siga vit einmælt í felag. Og so er høvið at finna gomlu gløsini fram. Væl gagnist!