Skip to main content

Skal arbeiðarin nú ikki sleppa at hyggja eftir filmi?


Las hasa greinina í Politiken, tá hon kom út fyri jól. Ætlaði at svara einum, sum postaði hana á Facebook um dagarnar, men tað bleiv til ein blogg í staðin, tí hon er enn líka áhugaverd, greinin. Ikki minst tí, at tey rættindi, sum arbeiðarin hevur strítt seg fram til í hálva øld, millum annað at hava ráð til at ferðast við flúgvara einaferð um árið og at fáa sær teldu og kunna brúka øll tey nettilboð, sum áður ikki stóðu arbeiðaranum í boði - at leiga íbúðir, hoyra tónleik og síggja film fyri egna rokning - nú tykjast verða skúgvað til viks. Arbeiðarin skal fáa ringa samvitsku bara hann hyggur eftir Airbnb, sum ikki er pettið annarleiðis enn virðiliga Bed and Breakfast, og kanska sjálv umhugsar at leiga út gjøgnum Airbnb á netinum, ta stuttu tíð tað ber til hjá henni, arbeiðaranum. Og so at hyggja eftir spanskum filmi, sum aldri kemur í heimligu biografarnar og lurta eftir russiskum tónleiki, sum eingin føroyskur plátuhandil nakrantíð hevur havt á hillunum og enn minni syft um diskin, og á hesum sinni ikki eitt orð um útlendsk yrkingasøvn, sum aldri hava verið at fingið í bókaformi í landinum. Arbeiðarin, tað er trongdi brúkarin, hevur aldri havt betri kor enn nú netið er ment - enntá við fipurkápli, hevur tú ráðini. Meðan eg síggi rustikustar liggja á firðinum og osa, og hoyri um aðrar rustikustar, kanska í somu ørindum, liggja og larma, so arbeiðarin ikki fær sovið, so smakkar mær henda skeivtvenda reinsilsisgongd sera illa. Skal arbeiðarin forsaka alla hesa teknologisku vælferð, sum internetið hevur vælsignað okkum við, so skulu allir handlar í Føroyum fara at selja akkurát tann tónleik og tey yrkingasøvn eg vil hava, og biografarnir, teir eru tveir, vísa akkurát teir filmar, eg vil hava og tað í stundini meðan teir enn eru aktuellir og umrøddir í pressuni, sum eg eisini skal kunnna keypa fesktprentaða í nærmastu blaðkiosk, Frankfurter Allgemeine, The Guardian og Sermitsiaq. Og so skulu ljóð- og luftdálkandi rustikustarnir burtur úr føroyskum sjóøki, og Norrøna skal sigla við reinari olju, og eingin við skitnari drívmegi skal inn á okkara øki, og streymurin frá SEV skal eisini reinskast til hús og bilar. Tá vit koma hartil, fari eg at umhugsa at sløkkja telduna og sambandið við stroymaðar filmar. Tí tá fer mær ikki at tørvast tað. Eg kann bara fara útum og ganga oman í biografin og loysa bilett til nýggjastu sýningar, og tað í felag við onnur. Meðan utopiski tankin um einar framtíðarreinskaðar Føroyar rennur tollfríur fram fyri meg í kinesiska elbussinum, tendrar enn ein persónur megafonina at mótmæla í gpunktinum undir løgtingshúsinum. Mótmælið er skrivað á teldu og prenta út á klorbleikt pappír meðan bilurin bíðar á parkeringsplássinum, sum er so stórt, at einki pláss er fyri staðbundnari frítíðarmentan hjá arbeiðaranum, ið hevur borið hetta samfelag so langt fram, sum tað vituliga er komið. Arbeiðarin er við at missa hevdvunnin rættindi og praktiskar møguleikar, sum bara yvirstættin hevði ráðini til fyri hálvari øld síðan. Hvør knúskandi mótstættin er í dag, veit eg ikki. Og kanska eru tað ørindini hjá kapitalinum. At fokka alt upp, so eingin veit. Í meðan osar flotin.