Skip to main content

Andrias Høgenni vinnur Canal+ virðislønina


Andrias Høgenni, sum sæst sitandi longst til vinstru á sandstrondini í Cannes, hevur í dag vunnið Canal+ virðislønina fyri stuttfilmin Ikki illa meint, sum eisini vann Geytavirðislønina í ár. Rumenski filmsframleiðarin Axel Film tók myndina í Cannes. Canal+ virðislønin er partur av skránni Semaine de la Critique, har eisini íslendski filmurin Hvítur, hvítur dagur (Hlynur Pálmason) hevur vunnið virðisløn fyri besta høvuðsleiklut í einum spælifilmi.