Skip to main content

Fía sigur frá um Gásadalsfilmin


Gásadalsbørnini (Mattias, Durita, Lucia, Eva og Fía) saman við Rudi Køhnke, ið spælir pápi teirra, til endaveitsluna tá upptøkunar vóru lidnar til filmin Fågelfångarens son

- Tað er rættuliga tilvildarligt, at eg eri við í filminum, sigur Fía Mortensen, ið er 10 ára gamla Vígdis í filminum Fågelfångarens son, sum vanliga verður kallaður Gásadalsfilmurin, og helst er tann filmur, ið flestu hava sæð innan fyrsta sýningarvikan er umliðin.


- Mamma sá á Facebook, at tey leitaðu eftir børnum til ein spælifilm. Av tí at mær altíð hevur dámt væl at spæla sjónleik og skapa mær, helt mamma, at hetta var akkurát nakað fyri meg, og eg var einig, sigur Fía.

Mamman skrivaði til Honnu Flóvinsdóttir, ið hevði fingið til uppgávu at casta børnini til filmin, at Fía hevði hug at royna meg. Tær vistu einki, hvat fyri filmur talan var um, ella at talan var um ein so stóran spælifilm, sum henda. - Vit hildu, at tað kanska bara var ein lýsing ella ein stuttfilmur, sigur Fía.

Saman við fleiri børnum, varð Fía biðin at koma til upptøkuroynd í Sjónleikarahúsinum í Havn.

- Tá skuldi eg siga ein tekst úr filminum, ið eg skuldi siga framman fyri einum myndatóli. Upptøkurnar skuldu sendast til Svøríkis til leikstjóran at síggja. Tá skiltu vit, at talan nokk var um eina nógv størri verkætlan, enn hvat vit upprunaliga hildu, siga Fía og mamman, Heidi.

- Umleið ein mánaða seinni bleiv eg biðin um at koma niðan á Hotel Føroyar, tí leikstjórin vildi síggja meg aftur. Innan fekk eg tríggjar tekstir sendandi, ið eg skuldi duga uttanat, men hesu ferð skuldi eg læra meg teir á svenskum. Tað var eitt sindur ringt, men fastir mín hevur búð í Svøríki og dugir væl svenskt og hevur spælt nógv sjónleik. So eg og hon vandu saman innan upptøkuroyndina.


So gingu umleið tveir mánaðir aftur, innan Fía fekk at vita, at hon hevði fingið leiklutin sum Vígdis, sum er elsta systurin í filminum. - Eg bleiv so glað, men mátti ikki fortelja nøkrum, at eg skuldi spæla við í filminum fyrr enn umleið tveir mánaðir aftaná, eg hevði fingið tað at vita. Alt var hemmiligt. So tað var ordiliga ringt at vera so glað og spent, men ikki kunna siga tað fyri nøkrum, sigur Fía.


Fía Mortensen og Ása Pálsdóttir stutt aftaná at tær hava fingið at vita, at tær skulu spæla Vígdis (yngri og eldri), og aftaná at tær hava roynt klæðini í filminum

Fía hevði nakrir mánaðir at læra seg allan tekstin, sum hon skuldi siga í filminum, innan upptøkurnar byrjaðu.

- Vit fingu handritið, men alt stóð á svenskum, sum eg ikki skilti so væl. Mamma læs alt handritið fyri mær og umsetti til føroyskt ímeðan. Í einum handriti stendur nógv um, hvussu stemmningurin er í einari ávísari senu, til dømis um Vígdis, sum er ein leiklutur, var ill, kedd ella glað, og hví hon var tað. Tað tosaðu eg og mamma nógv um innan. Tá sjálvar upptøkurnar byrjaðu, tosaði Hanna Flóvinsdóttur við meg um, hvat Vígdis skuldi gera og um hvussu Vígdis hugsaði. Eg havi lært ordiliga nógv frá Honnu, og eri eg ordiliga glað fyri tað. Tað at Vígdis. sum er mamman í filminum, og Rudi, sum er pápin í filminum, eru ordiliga fitt, gjørdi eisini alt nemmari, tí tað gjørdi, at eg ikki var bangin at spæla saman við teimum, sigur Fía um leiklutin sum 10 ára gamla Vígdis.

- Eitt annað stuttligt við filminum er eisini, at míni foreldur eru statistar í filminum, og lítla systur mín Ria hevur eisini ein lítlan leiklut. Onkuntíð var tað tó ordiliga snedigt at spæla sjónleik. Til dømis skuldi eg í einari senu renna yvir til Liviu, ið spælir vertshúsvertinnan, og klemma hana ordiliga fast, og verða ordiliga góð við hana. Hettar var løgið tí eg hevði ongantíð tosað við hana áðrenn, og nú skuldi eg verða ordiliga góð við hana. Tað harðasta fyri meg í filminum, var senan har eg royni at kvala lítla beiggja mín við einum kodda. Eg var so bangin fyri at koma at gera tað ordiligt.

- At gera ein film er ordiliga stuttligt. Eg havi lært nógv og vil fegin sleppa at gera fleiri filmar. Men tað er strævið at tað onkuntíð er so nógv bíðitíð, serliga tá veðrið ikki er gott. Sum oftast var tó okkurt annað barn eisini har, so vit hugnaðu okkum saman, meðan vit bíðaðu.


Úti á Bøsdalafossi, har Fía og Mattias D. Eidesgaard bíða eftir at upptøkurnar byrja 

Um lidna filmin, sigur Fía Mortensen, at henni dámar hann sera væl. - Eg havi longu sæð hann fýra ferðir. Tað besta við filminum er tó, at eg havi fingið so nógvar góðar vinir, og vit hava eisini møtst tvær ferðir aftaná at upptøkurnar vórðu lidnar, sigur Fía.


Fía Mortensen og Eva á Rógvi, ið spæla systrar í filminum