Skip to main content

Posts

Nú strika vit danskt

Sjónvarpsaltarið eftir formansrunduna týskvøldið Enn einaferð minnir føroyska almannavarpið okkum á sniðfundiga snedigu sendingarnar hjá Anders Lund Madsen úr Fugloy. Tíðarleysar í nógv størri mun enn tær grynru hjá íslendska Andra, í løtum skemtiligar, ja galgenhumoristiskar , fyri at brúka eitt danskt orð. Tí danskt er tað, hóast almannavarpið í arbeiðs- og virkishugsjón sigur, at tað er fremsti mentanarberi, sum arbeiðir fyri at varðveita føroyskt mál, almannavarpið. Hvørja ferð eg hoyri og síggi Anders Lund Madsen beundri eg hansara tosingarlag, evnisval og almenna stíl, ikki minst hársniðið og klædnastílin. Men stílurin er onga løtu borin av føroyskum máli, heldur ikki tá hann vitjar tann kunngjørda partin av Danmark (sic!), sum er Fugloy har úti í donsku havsbrúnni. Við sínum danska máli møtir hann fugloyingum í túninum, sum eisini svara aftur á hansara máli - donskum. Sum dansktlærari má eg siga, at alla mína tíð havi eg hugsað um danskt í føroyskum skúla sum eitt vagl

Kotilett við útsikt og søgu

Her var tað at gastronomiska matlistin byrjaði í Føroyum -  á Skálatrøð, har útsikt eina løtu eisini var til hámentað Tjóðleikhús mitt á trøðni í Havn. Sum útsiktin vísur er sentrala høvuðsstaðarplássið lagt út og strikað av til parkering hjá arbeiðsfólki og útróðarmonnum allan sólarkringin. Tað er gott, tí her við Irish Pub møtast eisini útlendsk ferðandi at parkera og fáa mettuna fyri ein bíligan penga. Og ongastaðni fæst hon so passalig sum her, mettan. Ein risastór kotilett av svíni við sós, kips og reyðkáli fyri 95 krónur. So ódýra fært tú fólksligu mettuna, tí hetta er verkamannakostur burturav, ið dregur viðskiftafólk til sín, tí tey eru sosialar verur, ið fara hagar onnur fara, og har sum viðmælt verður á tvittrum og øðrum miðlum teirra millum. At køkurin í Irish Pub fyri stuttum varð kosin Føroya reinasti í eini kanning hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, ger tað ikki verri. Og so hoyrir tú Útvarpið og sært beinleiðis fóbóltsdystir niðri undir. Eitt sovorðið stað he

Tað er nú gott við eini journalistiskari yvirfriðingarnevnd

Í flaggskipinum hjá almannavarpinum, Degi og Viku, var í gjárkvøldið eitt sjáldsama nýupplýsandi innslag um stættarsamfelagið Føroyar. Eitt starvsfólk á Hagstovuni segði greitt frá tølum, sum eru dagførd so nær okkara nútíð, sum Hagstovan megnar, at stættarsamfelagið, tað er gjógvin millum rík og fátæk, veksur í framlagda tíðarskeiðnum og ikki er ein saga blott. Ójavnin veksur. Eftir sjáldsama innslagið varð eg stórliga bilsin, at tað ikki var ein annar starvsmaður á Hagstovuni, sum varð fakligur framsøgumaður í almannavarpinum í júst hesum máli. Men hyggasíggj, í stundini var starvsfelagin, eg hugsaði um, á Føroya fremsta palli at rætta fyrra starvsfelagan fyri almanna eygum - á Facebook . Ikki bara rættar hann sarvsfelagan, sum hevur dirvið at siga løgmanni mitt ímóti, men hesin senni, sum ikki slapp til orðana í Degi og Viku, nevnir eisini upp í saman navnið á sjónvarpsjournalistinum, sum ger sítt góða, kritiska og vælfunderaða gerandisarbeiði á einum fakliga góðum og ko

Tá herverk verður gjørt á landið

Innan mánaðurin er úti, hevur løgtingsval verið í Føroyum. Tó er eingin myndugleiki, ið enn setur seg upp afturá at steðga jørð- og betongarbeiðnum í Saksun, har eitt himmalrullandi rimaportur við gulum gjaldsterminali er sett upp á einum vegi, sum onkur borgari, ið heldur eingin myndugleiki tá kundi steðga, hevur gjørt. Himmalska rulliportrið hevur tað til felags við vegin, at tey dyrka art brut , tað ljótasta og mest brutala í allari landslagaðari installatiónslist beint upp at vøkru ánni, har Torstein og teir fyrr royndu við flugu. Soleiðis fer alt. Syft, sum ein fluga. Í løtuni manglar bara víðkaða traktorrulliportrið, so er landslagsinstallatiónin fullkomin og fullgjørd. Tað hevur listamaðurin sagt í miðlunum. Hvør hevur latið stuðul til hesa verkætlan? Tað kann so ikki vera Sunda kommuna, sum hevur ein skilagóðan og ítøkiligan mentapolitikk, har lurtað verður eftir borgaranum, tað eg veit. Og hvør skal beina fyri betongfundamentinum og allari listainstallatiónini, tá onnur

Bygdirnar draga, siga ferðafólkini

- Tað eru føroysku bygdirnar, sum draga, sigur virðislønti ferðabloggarin Eric Stoen, sum var her í farnu viku við 11 ára gamla soninum. - I used to work in healthcare, but was - not so secretly - addicted to travel. I would always post about family trips on Facebook, trying to inspire my friends to take their kids to crazy places too. Then in 2014 I quit my job and started this website to inspire more people. Síðan hevur Eric Stoen skrivað ferðabloggin Travelbabbo og gevur á Føroyaferðini í farnu viku Odu W. Andreasen toppkarakter fyri Mykinesferðina, sum er skipað undir navninum Go Local . Á einum greiðum øðrum plássi er bygdin við Gjógv, sigur ferðabloggarin, sum hevur vitjað í fleiri enn 90 londum og altíð er praktiskur og upplýsandi fyri lesaran, eisini um minni heppin og ikki sørt kritisk viðurskifti á ferðini, men ikki hjá Odu, sum omanfyri hevur borðreitt við eksotiskari súpan fyri gestunum. Niðanfyri sæst Maud Østerø av Trøllanesi, sum eg avmyndaði í fyrrárið.

Nei, lívið er ikki ov stutt til franskan film

Sunnudagin var bastilludagur, fjúrtandi juli, la fête nationale de France , tjóðardagur í Fraklandi. Tað fekk meg at leita fram eina lítla danska sitatbók um film frá 1985 við absurda heitinum Livet er for kort til franske film . Um sama mundi komu fleiri bøkur av hesum lættsodnandi lættisoppaslag, sum segðist vera gott av hava við sær sum skeinisopp á vesinum hjá Ekstrablaðnum og har um leiðir, tí nú vann nýggja sjangaran lokumslitteraturur fram. Ikki dugi eg at siga, um orðafellið at lívið skal vera ov stutt til franskan film, er til á øðrum tungumáli enn júst tí danska. Kanska hava tey tikið filmisku tilsipingina undan ønologiska víngómanum, har teir kræsnu altíð hava sagt, at lívið er ov stutt til vánaligt vín. Tað er til at skilja, ja um allan heim og ikki bara hin franska. Og fert tú hesa vikuna eitt legg inn á Býarbókasavnið í bilparkeringsgongugøtuni í Havn, ella enn betri á teirra heimasíðu, sum er púra bilparkeringsfrí, so finnur tú franskan film í longum strípum

Heimaferð í Havnardali

Eitt gott uppskot fyri føroyskt heiti á enska staycation er heimaferð , sum Jákup Sørensen skeyt upp í morgun. Havnardalur hevur altíð verið útfluktsstaður , sum tey siga um eina hugsaða heimaferð í Havn. Nú eru gøtur gjørdar og trø eru sett niður, so her er lagamanni at ganga og sóla sær, treytað av at sólin kemur fram. Her er friðarligt, men nøkur fólk ganga gøturnar, meðan ross, gæs og skurðapisur hoyrast dygst við. Ein havnarmaður, vit møta, sigur fra, at hann plagar at ganga í hálvan annan tíma frá portrinum her í Viðarlundini í Havnardali, niðan til byrgingina í gamla vatnbrunninum, har kommunala brennistøðin og bilakirkjugarðurin einaferð vóru, og so niðan brekkuna móti Bøllureyni, oman eftir Rossagøtuni og at enda út í Havnardal aftur. Her er friðsælt, og í langa tíð hava nakrir kampingvognar staðið her fyri teym. Nú eru tveir eftir, helst eru hinir farnir á festival og ikki komnir aftur enn. Men útsýnið í fagra Havnardali fær meg at hugsa, at her er ein løtt komm

Staycation

Her er ein krukka við føroyskum kombikkum. Orsøkin er, at danska Weekendavísin, sum altíð hevur megnað at hildið fast um góða innihaldið og eins góða blaðsniðið, hevur lært meg nýggja altjóða ferðahugtakið staycation . Tað er sum hvørki tíðin ella blaðdeyðin hevur bitið á, hóast avísin leingi hevur verið á netinum og kann lesast beinanvegin, eisini sum e-avís í upprunaliga sniðinum, síðu upp og síðu niður, mest sum uttan lýsingar. Í nýggjastu útgávuni skrivar Heidi Laura, tað eru ikki tvær systrar á Hvarvinum í Havn, men ein framúr danskur journalistur, um hugtakið staycation , at verða heima í feriu, tí tú dálkar ov nógv at fara á langar flogferðir, bara fyri at gerast ein partur av ómælandi ferðafólkaídnaðinum. Men journalisturin er ikki avgjørdari enn so, at hon kann fara í dialog við seg sjálva um at halda frí og at ferðast, kanska best í toki, sum dálkar minni enn flogfarið og ikki konfronterar hana við flogræðslu og burðardyggu heimsmálini hjá ST. Ferian er by

Fjølmiðlavónir

Meðan útvarpið og bløðini eru bakgrundsljóð og rekvisittir í kaffisteðginum, tá arbeitt verður í ellivu av teim tólv innvinningarmánaðunum, fært tú eitt dyggari innlit í heimligu miðlarnar tá ferian er farin í gongd. Frá morgni til myrkurs. Hinvegin vil eg ikki útiloka, at miðlainnsatsurin, viljin at miðsavna seg um relevant evni, spyrja upp í saman og førleikin at miðla evnini til okkara, støðugt havandi borgaran og fólkaræði í huga, er munin betri beint nú, meðan maktin loyvir sær at dyrka bóltsreligiónina í útlandinum, tí heimrustin hóast milliónir, ikki megnaði at skapa brúkiligar karmar til fólksligu íðkanina, ið nú savnar landsins makt, sum var tað ein nýggj religión, bóltsreligiónin, fyri midlar frá øðrum. Altíð frá øðrum. Var tað ein átrúnaðarligur kultur , ið savnaðist so, varð dagskráin ein onnur og slapp ikki at halda fram. Tí fæst einki líkinda úttalilsi úr fílabeinstorninum til heimapressuna. Maktin er farin í feriu og advokatelitan hóreiggjar sær fyri opnari mikrof

Bilisma fer at forkoma okkum

Tað er nú stuttligt við bilfasinatión. At verða hugtikin av bilum. Men vandi er í hvørjari vælferð, antin tú ferðast á bygd, ella skalt staðseta tjóðleikhús í Havn. Teslabilin omanfyri avmyndaði eg fyri nett fýra árum síðan á Amager, tá eg í einum suðurkoreanskum Hyundai, ið var eins gráur og føroyska summarið, koyrdi Sæland runt.  Aldri havi eg nomið við lekrari bil enn henda milliónabilin, Tesla, í modellinum S.  Tað er amerikanski Holzhausen, ið hevur savnað smekru linjuføringarnar eins og hann fyrr gjørdi fyri Mazda. Seinastu tíðina havi eg í ymsum, men altíð sannførandi høpi verið konfronteraður við ta sannkenning, at bilurin hevur ikki bara hugmyndarligar fastatøkur, men kropsligt kvørkratak á okkum heima og úti, summar og vetur.  Bilurin, ið eins og videomaskinan varð bygdur og marknaðarførdur sum hin fullkomna frælsismaskinan hjá Ford, bara tú hevði ráðini, er vorðin statussúmbolið í eini upphópaðari privatmentan á einum dunga við stakkalastási, sum James

Gjógv - ein perla í Sunda kommunu

Tá eg møti ferðafólki, øvundi eg teimum, at kunna vitja hetta land fyri fyrstu ferð. Mín øvund er grundað á, at eg aldri kann seta meg í teirra stað at vita, hvussu tey kenna seg sum ferðafólk í Føroyum. Men eg kann fritta tey um mangt og ymiskt, tá eg av tilvild møti teimum, samstundis sum eg kann royna at eygleiða tey og onnur ferðafólk á ein yvirskipaðan og objektivan hátt, støðugt undrandi yvir, at tey, sum eru fremmandafólk fyri okkum, velja at koma til henda fremmanda stað fyri teimum, at dvøljast nakrar dagar. Heilt síðan eg møtti einum tilkomnum pari úr Dallas í Texas í Havn, og tey søgdu, at ferð teirra var A Trophy Travel , ein ferð til ein ókendan stað, sum eingin visti um, men sum vinfólkini skuldu hoyra um, næstu ferð tey møttust, hevur drívmegin hjá tí ferðandi hugtikið meg. Hví velur hann Føroyar, hin tilkomni og í allar mátar væl útborni ferðamaðurin, sum eins væl kann vera ein kvinna, tí aloftast eru tey tvey, kvinna og maður. Deyðfødda hópvinnan, sum ty