Skip to main content

Fjølmiðlavónir


Meðan útvarpið og bløðini eru bakgrundsljóð og rekvisittir í kaffisteðginum, tá arbeitt verður í ellivu av teim tólv innvinningarmánaðunum, fært tú eitt dyggari innlit í heimligu miðlarnar tá ferian er farin í gongd. Frá morgni til myrkurs.

Hinvegin vil eg ikki útiloka, at miðlainnsatsurin, viljin at miðsavna seg um relevant evni, spyrja upp í saman og førleikin at miðla evnini til okkara, støðugt havandi borgaran og fólkaræði í huga, er munin betri beint nú, meðan maktin loyvir sær at dyrka bóltsreligiónina í útlandinum, tí heimrustin hóast milliónir, ikki megnaði at skapa brúkiligar karmar til fólksligu íðkanina, ið nú savnar landsins makt, sum var tað ein nýggj religión, bóltsreligiónin, fyri midlar frá øðrum. Altíð frá øðrum.

Var tað ein átrúnaðarligur kultur, ið savnaðist so, varð dagskráin ein onnur og slapp ikki at halda fram. Tí fæst einki líkinda úttalilsi úr fílabeinstorninum til heimapressuna. Maktin er farin í feriu og advokatelitan hóreiggjar sær fyri opnari mikrofon. Tað er ikki óstuttligt hjá borgaranum at hoyra.

Tað eru okkara skattakrónur, sum um skamma stund fara at seta ein brotpart av umsøkjarunum í skattafíggjað starv á tingi. Alliansur, sum ikki bara eru politiskar, eru tað fyrsta og fremsta, sum eg vil hava fjølmiðlarnar at avdúka. Í seinastuni hevur tað eydnast framúr væl í útvarpinum, har innlit, staying power og leveringsdigtigheit eru týdningarmestu arbeiðssetningar.

Umframt informativt stuttligu tíðindasendingarnar til gerandis í útvarpinum, skal sjónvarpssendingin hjá Marjuni Dalsgaard um bygningin Glasir nevnast. Informativt fyri hyggjaran væl og róliga borðreitt við webcam myndum, sum eru forskotnar í tíð, so tær í skundi vísa byggigongdina frá sama fastapunkti. Framúr illustrativt. Bjørtu vónirnar hjá Egon at skapa eitt nýtt Gesamtwerk har handans verk eisini slapp upp á andans tindar og kunnu sameinast í einum og sama lestrarskála eru fantastiskar at eygleiða. Men aftur her eru tað politikararnir, sum sleppa væl frá at siga flosklar sum Vit vistu jú øll og so framvegis. Serføroyskir politiskir flosklar, sum eingin kann draga til ansvars, og sum tí bara sleppa at blóma í einum totalum ansvarsforflygtigilsi av demokratiskum undandrátti, fíggjað úr mínum og tínum fólkalumma í hópin av innvinningarárum. Framúr sending, sum eisini ber til at víðka og perspektivera av nýggjum, so hvørt nýggj mál og rokningar koma fram, í øðrum sendingum. Tá eg kenni hesa ringrás, eri eg sannførdur um at kringvarpið riggar.

Skuldi eg kortini verið í iva, um at kringvarpið riggar, so er tað eitt gott tíðartekin, at nú verða fleiri sendingar enn Pressan útveittar alment. Tað er fantastiskt og hevur øll tey árini eg sjálvur gjørdi fríyrkissendingar verið fremsta ynski. At lata tey, sum hava hug og hegni at gera sendingar, sleppa at gera tað, meðan hini ganga vakt, og so møguliga skifta aftur, til øll eru nøgd. Vaktarskipanir eru neyðugar, men tað er ikki har, at nýhugsan sprettir so nýggj format hoyrast og síggjast á nýggjum pallum, sum eingin visti av vóru til. Tað er hetta innovativa, sum fríyrkisfólk skulu sleppa at dyrka í samstarvi við kringvarpið. So er bara at vóna at samsýningarnar verða at liva av og ikki tað reina hjáputur hjá hyperaktivum fólki sum næstu løtu liggja brakk. Tað er vandi í hvørjari vælferð. Og so kundi eg ynskt mær, at tíðarskeiðið, tú bindur fólk at gera sendingar, verður longt, so tað meir enn einaferð fer tvørtur um sparandi summarskráir og vetrarskráir á víðaveingi.

Dimmalætting er komin afturíaftur og øll tekin eru um at blaðið er á leið móti einum burðardyggum virksemi, hóast aftasta heilsíðulýsingin í dag var á donskum. Tað er, so segði maðurin, ikki lov longur. Men aftur her hómast klára víðsýnið at seta evni á breddan, sum hava rót í gerandisdegnum, so sum íbúðarneyð, og hvat fólk úti um landið halda um tóm hús, meðan ultra dýru luksusíbúðirnar undir Kongavarða nú skulu umvælast - fyri egnar pengar hjá longu píndu eigarunum. Tað er hjá mongum trælli eitt trælalív at svara hvørjum sítt í føroyska nútíðarsamfelagnum, ikki minst at seta búgv fyri egna rokning á fyrsta sinni. Har er eingin góða mamma, ikki minst tá byggifyristingin er so veik sum hon er á Karlamagnusarbreyt, sum er ein langtíðarskomm av teim sjáldsama ljótu í eini tíð við grovum íbúðahávum, sum kanska, kanska ikki, hava óheilagar alliansur við maktina í høvuðsstaðnum.

Eina avdúkandi pressu, tað er tað vit í ein ávísan mun hava, og tað er tað, eg støðugt ynski mær meir av, og minni av líkagyldugum tíðindum, sum í morgun, tá ein av elstu í journalistiska fakinum kundi upplýsa, at DMI ávarar um veðrið í Danmark. Come on, I couldn’t care less. Tað er her vit búgva, í Føroyum. Uppgávan hjá miðlunum er fyrst og fremst at endurspegla tann veruleikan. Og hóast toku í Føroyum eru fjølmiðlavónirnar heilt bjartar.