Skip to main content

Heimaferð í Havnardali


Eitt gott uppskot fyri føroyskt heiti á enska staycation er heimaferð, sum Jákup Sørensen skeyt upp í morgun. Havnardalur hevur altíð verið útfluktsstaður, sum tey siga um eina hugsaða heimaferð í Havn.


Nú eru gøtur gjørdar og trø eru sett niður, so her er lagamanni at ganga og sóla sær, treytað av at sólin kemur fram. Her er friðarligt, men nøkur fólk ganga gøturnar, meðan ross, gæs og skurðapisur hoyrast dygst við. Ein havnarmaður, vit møta, sigur fra, at hann plagar at ganga í hálvan annan tíma frá portrinum her í Viðarlundini í Havnardali, niðan til byrgingina í gamla vatnbrunninum, har kommunala brennistøðin og bilakirkjugarðurin einaferð vóru, og so niðan brekkuna móti Bøllureyni, oman eftir Rossagøtuni og at enda út í Havnardal aftur.


Her er friðsælt, og í langa tíð hava nakrir kampingvognar staðið her fyri teym. Nú eru tveir eftir, helst eru hinir farnir á festival og ikki komnir aftur enn. Men útsýnið í fagra Havnardali fær meg at hugsa, at her er ein løtt kommunal bústaðarloysn í trongum tíðum.


Ein kampingvognabygd, sum ikki er petti ólík konteynarabygdum, ella trailer park homes, sum vit kenna frá skemtiligum filmsrøðum sum Trailer Park Boys í Nova Scotia. Ein løtt loysn, sum kommunan burdi arbeitt við, nú tørvurin er har og økið er klárt til endamálið.


Men innan vit koma til trailer park homes í Havnardali fara vit at vassa í ánni, sum ber navnið Sandá heilt oman í Sandágerði.


Olaf leggur steinar í Sandá og roynir at lyfta størri og størri steinum. Hetta var hin størsti. Maðkapirrurnar síggjast kvika sær avstað við tann spentarál. Her er fantastiskt, bara eitt steinkast úr miðbýnum. Staycation ella heimaferð púra fyri teg sjálvan og av teim fremstu ferðamálunum í høvuðsstaðnum.


Á heimleiðini av heimaferðini úr Havnardali sæst ferðamannaskipið Seven Seas Navigator hjá Regent, sum tekur 490 fólk, er bygt í 1999 og umbygt í 2016. Fremst fyri er trillibørin hjá Tórshavnar Havn.


Her í krókinum á vestaru bryggju eru sjáldsama nógv litføgur skip at síggja í dag. Her síggjast bláa Katrin Jóhanna úr Miðvági og reyði Esvagt Contender úr Esbjerg.