Sum filmsleikstjóri kennir Sakaris Stórá seg heima í Berlin. Her var hann fyrstu ferð í 2010 á talent legu í eina viku fyri ung fólk, ið hava kosið sær film sum listagrein. Á myndini niðanfyri sæst hann longst til høgru. - Tað var læruríkasta vikan í lívum, sigur Sakaris í Kaffihúsinum í Havn í dag, júst afturkomin úr týska høvuðsstaðnum, sum hýsir heimsins stórstu filmsstevnu mált eftir áskoðaratali. - Hugsa tær, hvussu nógv føroyskur filmur hevur flutt seg hesi árini síðan 2010. Tá varð filmur fyri meg nakað ræðuliga fremmant, og føroyskur filmur var í og fyri seg rættuliga fremmandur, hóast vit í mong ár hava átt Katrina Ottarsdóttir. - Eg var akkurát liðugur á filmskúla í Noregi, og visti ikki, um eg skuldi verða verandi har, ella flyta heim til Føroya. Tí fyrst filmur og síðan Berlin vóru so stór upplivilsi fyri meg, og knappliga er mann partur av einum altjóða netverki, at tú verður í iva, sigur Sakaris, leggur telefonina á borðið og tekur kaffikrússið í hon