Skip to main content

Hví kennast vit ikki við okkara egna?


Hóskvøldsdimman byrjar sum allar góðar avísir eiga at byrja, við eini oddagrein, sum er skrivað til høvið, dagin og yvirskipaða evnið í tíðindameldrinum. Og tað er filmur.

Betri yvirskrift í Føroya fyri sovítt elsta blaði enn Filmsdagar kann eg ikki hugsa mær. Takk fyri tað ELJ, nú tú gevst og avísin vónandi heldur fram.

Tí pappírsavísirnar eru ikki tiltakandi. Tær eru vorðnar ein anakronisma í tiltakandi gjónni millum tey vitanarsterku og tey vitanarveiku.

Tey fyrru liva í og við pull-miðlum, sum tey hála til sín, tá tey hava tørv á tí, eftir ein góðan feinsmeckeradøgurða, ropandi av Pingusreyðvíni fyri tjúgutúsund, meðan útarmaði fátækrakroppurin so dánt klárar at sleingja seg á útslitnu sofuna, sum tey keyptu í Innbúgv í hálvfjerðsunum, innan push-miðlarnir eru yvir teimum, ágangandi troðkanarmiðlarnar, sum bara koma í postkassan, tí postboðið hevur ikki annað at bera slitmanninum í dag enn preprentaði tilboð. Tað er sambandi hjá undirstættini við føroyska miðlaverðuleikan, tá vikan er um at renna út.

Men so kanst tú fara í Filmsfelagið og síggja tann filmin, sum tey har í felagnum í eitt hálvt ár hava spátt fór at vinna í minsta lagi tveir Oscars.

Tað gjørdu so nógv, at ein fullur salur kundi lurta fyrst eftir Gudmundi Helmsdal Nielsen, sum er púra bitin av asiatiskum filmi, og síðan síggja filmin, sum er um júst stættarstríðið - Parasite.


Allíkavæl skal eg dragast ígjøgnum eina drúgva grein í fallandi Dimmu um, at hesin sami filmur ikki varð settur á skrá fyrr enn EFTIR at hann hevði vunnið fýra Oscar-virðislønir. Jú, soleiðs er tað skrivað, EFTIR.

Hetta er lygn. Ja, tann helvitis lygn.

Men konstateraða lygnin er sum einki at meta í mun til ta á øllum frontum framherskandi føroysku parasittbasilluna um aldri at kennast við sítt egna.

Hví í heita helviti hava vit tað so?

Nei, eg bara sigi so, nú vikan rann út á valentinsmessu og stormur og regn er yvir okkum. Tað var bara tann parasittin eg vildi gera burtur av mær. Ein parasittur.