Suðurkoreanski filmurin Parasite fer gjøgnum heilt. Hundrað fólk síggja hann um dagin í Føroyum, her Filmsfelagið vísti hann fyrstu ferð hin 5. februar í fulsettum hølum, sum var mikudagurin undan Oscarhandanini í Hollywood.
Filmsfelagið sýnir film mikukvøld í Havnar Bio.
Parasite, sum nú hevur verið vístur í ellivu dagar í Føroyum, er hin fyrsti at vinna Oscarvirðislønina sum besti filmur, hóast hann ikki er á enskum.
Tað er eitt nýbrot í sýningarviðurskiftum í øllum heimsins biografum, at aðrir enn enskt mæltir filmar vinna slíkan heiður og frama.
Í Danmark, sum vit ofta sammeta okkum við, hava 156.000 fólk sæð Parasite. Tað er bara hin ultra danski filmurin Klovn the Final, sum mest er til innvortis brúk, ið fleiri hava sæð har í landinum.