- Kann filmur bróta niður fordómar og skapa nýggja fatan millum fólk og lond? Spyr danski útvarpsverturin og filmsummælarin Per Juul Carlsen.
- Jú, sigur grønlendski filmsframleiðarin Emile Hertling Péronard og vísir til undirvísingarportalin Levende Grønland.
Har ber til at síggja tríggjar rættuliga nýggjar filmar um Grønland, Sumé - lyden af en revolution (Inuk Silis Høegh, Grønland, 2014 76 min), Lykkelænder (Lasse Lau, Danmark, 2018 71 min) og Håbets Ø (Sturla Pilskog og Sidse Torstholm Larsen, Danmark, 2019 77 min).
Per Juul Carlsen, sum fyrr hevur havt fínu sjónvarpssendingina Filmselskabet saman við Mariu Månson, hevur nú útvarpssendingina Filmland í Danmarks Radio. Nú varpar hann ljós á grønlendskan film og film, ið er um Grønland.
Hann tekur støði í júst undirvísingarportalinum Levende Grønland, ið er ætlaður miðnámi, men sum øll kunnu síggja, eisini vit í Føroyum.
Til útvarpaðu filmsendingina hevur hann um vikuskiftið hitt grønlendska Emilie Hertling Péronard, ið er ein teirra, sum stendur saman um undirvísingarportalin, ið gevur hyggjarum eitt annað innlit enn bara samfelagsligar trupulleikar, sæddir einvegis úr Danmark.
Grønledska avísin Sermitsiaq skrivar samstundis, at átta fólk úr Grønlandi eru á filmstevnu í Berlin í hesum døgum.
- Nú havi eg verið við í fleiri ár, og eg havi lagt til merkis, at áhugin fyri Grønlandi veksur hvørt ár, men í ár er tað serliga týðuligt, sigur Aká Hansen. Hon er leiðari á Filmiliortarfik, sum er filmsverkstaðurin í Nuuk.
- Takkað verið Donald Trump vita fólk meiri um Grønland enn nakrantíð, sigur hon.
Eisini framleiðarin Nina Skydsbjerg Jacobsen og Klaus Georg Hansen, sum er formaður í Felagnum grønlendsk filmsfólk, hava varnast vaksandi áhugan fyri grønlendskum filmi og Grønlandi sum filmslandi.
Aká Hansen sigur, at upprunafólk, sum fáast við film, eisini vilja samstarva við filmsverkstaðin í Nuuk, Filmiliortarfik. Tey er partur av Screen Talent Europe, sum um vikuskiftið hevði móttøku á norðurlendsku sendistovunum í Berlin, og vístu stuttfilmar sum Kukiiarneq, ið Jens Christian Lyberth Lennert hevur gjørt á filmsverkstaðnum í Nuuk.
Á verkstovuni Native Fellows í Berlin er leikstjórin Nivi Pedersen, sum hevur gjørt Pilluarneq Ersigiunnaarpara, Lykken skræmmer mig ikke længere.
Eisini føroyingar eru á stóru filmstevnuni í Berlin, sum í ár verður hildin á 70. sinni.
Í dag frættist at filmsframleiðarin, Jón Hammer, sum stendur fyri framleiðslufelagnum Kykmyndir, hevur vunnið 10.000 Evrur í eini pitch kapping framhaldandi at menna bestu søguna. Heitið á søguni er The Last Paradise on Earth. Leikstjóri er Sakaris Stórá og á vegginum í Berlin verður søgan lýst soleiðis:
Til lukku við allari framgongd, ikki minst tá fimm og tjúgundi James Bond filmurin verður vístur 2. apríl. Almennir myndugleikar hava longu váttað, at upptøkuliðið hjá James Bond hevur verið tvær ferðir í Kalsoynni í fjør. Greitt er eisini, at ferðamálið Kallurin er høvuðsevnið fyri upptøkurnar, sum eru gjørdar, tí sagt verður soleiðis:
The island is well-known for its dramatic scenic views of a lighthouse and a steep cliff, and of neighbouring islands. The hike from the village of Trøllanes to Kallurin lighthouse has been a popular route for tourists and Faroe Islanders, particularly in the last few years.
So tað er so vist og satt - einki kann sum filmur flyta fjøll, ísfjøll í Grønlandi og Borgaran í Kalsoynni!