Skip to main content

Nógvar dyr latnar upp, nú Sakaris ger nýggjan film


Sum filmsleikstjóri kennir Sakaris Stórá seg heima í Berlin. Her var hann fyrstu ferð í 2010 á talent legu í eina viku fyri ung fólk, ið hava kosið sær film sum listagrein. Á myndini niðanfyri sæst hann longst til høgru.


- Tað var læruríkasta vikan í lívum, sigur Sakaris í Kaffihúsinum í Havn í dag, júst afturkomin úr týska høvuðsstaðnum, sum hýsir heimsins stórstu filmsstevnu mált eftir áskoðaratali.


- Hugsa tær, hvussu nógv føroyskur filmur hevur flutt seg hesi árini síðan 2010. Tá varð filmur fyri meg nakað ræðuliga fremmant, og føroyskur filmur var í og fyri seg rættuliga fremmandur, hóast vit í mong ár hava átt Katrina Ottarsdóttir.


- Eg var akkurát liðugur á filmskúla í Noregi, og visti ikki, um eg skuldi verða verandi har, ella flyta heim til Føroya. Tí fyrst filmur og síðan Berlin vóru so stór upplivilsi fyri meg, og knappliga er mann partur av einum altjóða netverki, at tú verður í iva, sigur Sakaris, leggur telefonina á borðið og tekur kaffikrússið í hondina.


- Minnini frá 2010 sita sterk, tí alt var so stórt tá. So var eg á Berlinale í 2014, tá Vetramorgun vann, tað var sjálvandi ein enn størri uppliving. Men fyrrárið fann eg útav, at mann kundi verða við aftur, um mín verkætlan bara hóskaði til lab-statiónirnar, sum tey hava. Tá hevði eg skrivaði nakað, sum eg seinni skilti hóskaði væl og eisini var í røttu prosessini. Nærum 500 leikrit úr allari verðini blivu send inn og 10 vórðu vald út. Mítt varð eitt teirra.


Mann lærdi nógv um tað at skriva til film, og vit sótu og arbeiddu saman frá morgni til myrkurs. Hini vóru úr Italia, Meksiko, Argentina, Týsklandi, Grikkalandi, Ísrael og Palestina. Altjóða heitið er The Last Paradise on Earth, um eina familju, sum stríðist við tilveruna í einum heimi, sum er í eini broytingartíð. Aktualiteturin í søguni, tað at hon er her og nú, hevur helst havt týdning, tá dómsnevndin gjørdi av, at vit skuldu vinna virðisløn fyri hesa søgu, sigur Sakaris.


- Tað er fyrstu ferð, at eg havi arbeitt við eini verkætlan, ið tekur støði í einum flakavirki, gamaní ikki tí, eg sjálvur arbeiddi á, men eg havi tó arbeiðsroyndir av einum øðrum flakavirki í útvið fýra ár, so søgan er inspirerað frá tí umhvørvinum og teimum royndunum. Allur tann heimurin er í eini broytingartíð, eisini í Føroyum. Tað er umráðandi fyri meg, at fáa hetta lýst, og tað í eygnahædd. Tí havi eg sjálvur valt at skriva handritið til henda filmin. Dreymar við Havið skrivaði eg saman við Marjun Syderbø Kjelnæs, sum mær dámdi serstakliga væl. Men í hesum føri er evnið nærri hjartanum.


- Jón, sum sæst á ovastu hæddini á myndini omanfyri, er annar føroyingur, sum hevur verið í Berlin í hesum høpi. Nøkur hundrað projekt úr allari verðini søkja og 10 vera vald út. Við Jón sum framleiðara varð The Last Paradise eitt teirra. Eg var við sum leikstjóri. Av hesum 10 vórðu so trý vald út at “pitcha” framman fyri eini stórari dómsnevnd. Har varð okkara verkætlan vald sum hin mest lovandi, tí vunnu vit ”pitchið”. 10.000 Evrur er fínt av vinna, men áhugin fyri okkum í øllum filmsumhvørvinum er tað, sum er mest spennandi. Og ikki minst at ein lítil føroysk verkætlan er so áhugaverd í altjóða eygum. Tað er líkasum tað, sum framyvir er tað spennandi í hesum. At mann klárar at skapa áhuga á einum festivali, sum er heimsins stórsti, og at vit kunnu varpa ljósa á Jón sum framleiðara og meg sum leikstjóra, og ikki minst føroyskan film í sini heild, og Føroyar sum eitt stað, ið hevur substans og samleika, og ikki bara er ein ”turistdestinatión”. Tá føroyingar kunnu klára seg í kapping við heimsins stórstu lond at fortelja søgur, sigur tað mær, at vit hava søgur, sum eru verdar at fortelja. Tað er tað, sum eg gleðist um.


Nú eru møguleikar, sum ikki vóru áðrenn. Nógvar dyr eru latnar upp, so verkætlanin er líkasum øll í nýggjum ljósi. Bestemmaði eg sjálvur, so varð alt filmað beinanvegin, tað er har gandurin hendur, meðan vit filma, men hetta er stórt og samansett og fyrireikingartilgongdin er drúgv, sigur Sakaris og fer útum at fáa sær ein guv.