A Hidden Life er heitið á nýggjasta stórfilminum hjá kenda amerikanska leikstjóranum Terrence Malick (f.1943), sum í 2011 gjørdi The Tree of Life.
At síggja henda stóra filmin á stórum lørifti er sum at fara til altars, skrivaði Owen Gleiberman úr Cannes, tá hann ummældi filmin fyri heimsins elsta filmstíðarrit, Variety:
The movie is cinema at its mightiest and holiest. It’s a movie you don’t just watch; it’s a movie you enter, like a cathedral of the senses. Some, in fact, will prove resistant to it (it was not universally beloved), but A Hidden Life as much as any film I’ve seen in the 21st century, is totally contingent upon the big screen. It needs to be bigger than you are, because it’s about bigger things than you - or anyone else. It’s about how the quietest acts of resistance are part of what save civilization.
Í Danmark er filmurin eisini væl umtóktur. Fremsti danski filmsummælarin, Bo Green Jensen, skrivar soleiðis í Weekendavísini:
A Hidden Life er en krævende film, som aldrig slipper sit tag eller glemmer at forkynde. Men den er levende, rig og seværdig på en måde, som Malick ikke har været i lang tid. Her mødes kulden fra Kubrick og troen fra Tarkovskij.
Í 1980unum vísti Filmsfelagið desperadofilmin Badlands (1973) í Sjónleikarhúsinum og seinni varð drúgvi krígsfilmurin The Thin Red Line (1998) vístur.
Nýggi Terrence Malick filmurin, sum varir tríggjar tímar, hevur leingi verið í gerð undir navninum Radegund, og er hin drúgvasti einstaki filmurin í søguni hjá Filmsfelagnum.
A Hidden Life er ein grundandi søga um tilveruna, ið byggir á lívið hjá Franz Jägerstätter, sum saman við konu og trimum døtrum, livir eitt einfalt og lukkuligt lív sum bóndi í eysturríksku bygdini St. Radegund.
Tá søgan tekur við undir øðrum verðaldarbardaga, hevur Franz verið á hernaðarligari venjingarlegu. Heimkomin fær hann bræv, har nazistisku herdeildirnar í Berlin kalla hann í kríggj. Men tá Franz noktar at fara í kríggj fyri Hitler, er tað sum ein flóðalda av skomm, avbyrging og sorg rakar húskið og garðin Radegund.
Hóast Franz er fullgreiðir yvir, at ein tílík tjóðskaparlig noktan er at meta sum landasvik, ið fær avleiðingar og í ringasta føri deyðadóm, stendur hann við sítt.
Trúgvin og kærleikin til familjuna er styrkin, sum fær hann at tvíhalda um lívsvónina.
Í dag er Franz Jägerstätter (1907-1943) katólskt halgimenni og ímynd av samvitskufullari krígsnoktan.
Birgir Kruse fer at innleiða filmin A Hidden Life við nøkrum orðum um ikki bara góðar, men eisini týdningarmiklar filmar, sum Filmsfelagið hevur sett sær fyri at vísa.
Filmurin um katólska halgimennið hevur 11 ára aldursmark.
Franz Jägerstätter (1907-1943)