Skip to main content

Posts

Móðurmálsdagin: Ábyrgd

Móðurmálsdagin skrivar leikstjórin, Katrin Joensen-Næs, soleiðis um egna filmin Ábyrgd, sum skuldi havt verið frumsýndur í Filmsfelagnum í kvøld, men er útsettur í óvissa tíð, tí biografurin er stongdur av vanda fyri koronusmittu: Filmur hevur altíð havt ein stóran týdning í mínum lívið, sum fer langt út um undirhald. Tá eg hyggi eftir einum filmi, verða míni sjónarmið víðkað og míni evni, at seta meg inn í støðurnar hjá mínum medmenniskjum, betur. Søgan, ið vit vilja siga, er um, hvussu tað er at vera avvarðandi at sálarliga sjúkum. Eg havi sæð nógvar filmar, ið snúgva seg um sálarliga sjúk, men tá hevur tann avvarðandi aloftast hjáleiklutin. Eg saknaði ein film, har støðan hjá tí avvarðandi er høvuðskonfliktin. Ábyrgd snýr seg í stuttum um Ró, eina unga gentu, sum hevur ein sálarliga sjúka mammu. Mamman brúkar Ró sum heilivág, og má hava Ró hjá sær alt døgnið. Tá ið Ró fer undir at taka koyrikortið, verður hon drigin at frísku luftini og orkar ikki aftur til køvandi

Púra forelskaður í Føroyum!

- Hann er púra forelskaður í Føroyum, sigur bókhandlarin Kári Árting, sum hevur lisið nýggju bókina hjá Tim Ecott The Land of Maybe - a Faroe Islands Year . Omanfyri sæst høvundurin í lokala bretska bókahandlinum, har konan Jessica tók myndina. Legg til merkis klistrimerkið local author á fyrstu bókini ovast til vinstru. Í ellivu ár hevur Tim Ecott javnan vitjað í Føroyum, fyrstu ferð sum gestur hjá Atlantsflogi. Tað er forlagið Short Books í London, sum hevur givið nýggju ferðabókina út. Greitt er at høvundurin, sum hevur arbeitt fyri BBC og givið bøkur út á Penguin forlagnum, hevur serligan áhuga fyri smáum samfeløgum, kanska serliga oyggjasamfeløgum, so sum Seyskelloyggjar, men eisini fyri stóra Afrika. Í hesum koronatíðum hevur Kári Árting sjálvur borið mær bókina, og ger vart við, at sama tænasta, ókeypis útkoyring av nýggju bretsku ferðabókini, er galdandi fyri allar kundar í Føroyum. Kári hevur varnast, at Tim Ecott og eg eru í sambandi um Facebook og messenger.

Ravnur - føroyski talukennarin

Ein føroysk teldutala av tekst-til-talu slagnum varð ment í 2005. Teldutalan hevur verið virkin í mong ár og semja er um, at hon hevur verið til stóra nyttu hjá blindum, sjónveikum, lesiveikum og orðblindum. Teldutalan varð eisini roynd við tekstum á hesum bloggi. - Tað er serliga frá hesum brúkarabólkum at ynski hevur verið frammi um, at vit nú eisini fáa ein føroyskan talukennara, tala-til-tekst, sum tey siga, har tosað verður á føroyskum, og at hetta kemur á skrift. Tað vil siga, at vit her tosa um teldu, telefon ella aðrar pallar, har hugsandi er at samskifta, siga málfrøðingarnir Annika Simonsen, Sandra Saxov Lamhauge og Iben Nyholm Debess. Heitið á verkætlanini er Ravnur . Teksturin á hesum bloggi verður framhaldandi eitt støði í arbeiðnum við nýggja føroyska talukennaranum. Í fjør summar savnaðist arbeiðsbólkurin at seta sjøtul á tankan um ein føroyskan talukennara. - Við teldutaluni, sum lesur allan skrivaðan tekst upp, og nú við talukennaranum, kunnu bæði blind

Kringvarp av fyrstu parkett

Kringvarpið av fyrstu parkett, bæði í útvarpi og sjónvarpi, tað havi eg ikki roynt í mong ár. Men í dag varð tað. Og tó byrjaði tað við eini fyriboðan í gjárkvøldið, tá danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen, hevði eina statesman røðu, sum fekk meg at støðga á, hóast eg var á veg í biograf at síggja nýggja danska terrorfilmin Krudttønden . Heimliga støðan, mest sum undantaksstøða, gav filminum ein brodd, sum gjørdi hann autentiskt viðkomandi millum Charlie Hebdo í París og hendingina í Keypmannahavn fyri bara fimm árum síðan. Tí vóru vónir og væntanir til løgmansrøðuna til fólkið í morgun sera stórar. Men innan vit komu so langt, skuldu vit dragast gjøgnum morgunprát í útvarpinum um Tattoo Óla í Nýhavnini, sum kundi halda fram, tað var einasta prát fyri klokkan átta, og eitt illusoriskt prát um eina framsýning ella ráðstevnu um dálking, sum ikki bleiv í grannahúsinum. Sindur mattur, ófokuseraður og lítið viðkomandi tómgangsmorgun í útvarpinum, munin verri enn tað, eg pla

Er filmurin góður ella týdningarmikil?

Inngangsorð til filmin "A Hidden Life" (Terrence Malick 2019 USA 173 min) í Filmsfelagnum 26. februar: Er filmurin góður ella er hann týdningarmikil? Tað er so ymiskt, hvussu vit fata film ella bara hyggja eftir filmi. Tað er eisini so ymiskt, hvussu vit síggja ein film, hvussu kringumstøðurnar eru, ella hvussu vit minnast ein film, sum vit kanska alt okkara lív hava borið uppá. Kanska rivnar minnið, tá vit síggja filmin umaftur. Og lat meg beinanvegin siga, at tað var her inni at eg sá “In The Heat of the Night”, helst 12 ára gamal í 1969. Tá var filmurin tvey ára gamal. Havi nýliga sæð hann aftur meir enn einaferð, og hann stendur skærari enn nakrantíð. Fyrst tónleikurin hjá Quincy Jones og so hin tyggigummityggjandi suðurstatsflødabollin Rod Steiger í gulum brillugløsum, móti svarta Sidney Poitier, ið má berjast fyri sínum persóni, sínum rættindum, sínum faki, sínum fólki, sínum egna myndugleika, ið verður pilkaður niður, innan hann talar at, ella kundu hav

Nógvar dyr latnar upp, nú Sakaris ger nýggjan film

Sum filmsleikstjóri kennir Sakaris Stórá seg heima í Berlin. Her var hann fyrstu ferð í 2010 á talent legu í eina viku fyri ung fólk, ið hava kosið sær film sum listagrein. Á myndini niðanfyri sæst hann longst til høgru. - Tað var læruríkasta vikan í lívum, sigur Sakaris í Kaffihúsinum í Havn í dag, júst afturkomin úr týska høvuðsstaðnum, sum hýsir heimsins stórstu filmsstevnu mált eftir áskoðaratali. - Hugsa tær, hvussu nógv føroyskur filmur hevur flutt seg hesi árini síðan 2010. Tá varð filmur fyri meg nakað ræðuliga fremmant, og føroyskur filmur var í og fyri seg rættuliga fremmandur, hóast vit í mong ár hava átt Katrina Ottarsdóttir. - Eg var akkurát liðugur á filmskúla í Noregi, og visti ikki, um eg skuldi verða verandi har, ella flyta heim til Føroya. Tí fyrst filmur og síðan Berlin vóru so stór upplivilsi fyri meg, og knappliga er mann partur av einum altjóða netverki, at tú verður í iva, sigur Sakaris, leggur telefonina á borðið og tekur kaffikrússið í hon

Hundrað um dagin

Suðurkoreanski filmurin Parasite fer gjøgnum heilt. Hundrað fólk síggja hann um dagin í Føroyum, her Filmsfelagið vísti hann fyrstu ferð hin 5. februar í fulsettum hølum, sum var mikudagurin undan Oscarhandanini í Hollywood. Filmsfelagið sýnir film mikukvøld í Havnar Bio. Parasite, sum nú hevur verið vístur í ellivu dagar í Føroyum, er hin fyrsti at vinna Oscarvirðislønina sum besti filmur, hóast hann ikki er á enskum. Tað er eitt nýbrot í sýningarviðurskiftum í øllum heimsins biografum, at aðrir enn enskt mæltir filmar vinna slíkan heiður og frama. Í Danmark, sum vit ofta sammeta okkum við, hava 156.000 fólk sæð Parasite . Tað er bara hin ultra danski filmurin Klovn the Final , sum mest er til innvortis brúk, ið fleiri hava sæð har í landinum.

Einki kann sum filmur flyta fjøll!

- Kann filmur bróta niður fordómar og skapa nýggja fatan millum fólk og lond? Spyr danski útvarpsverturin og filmsummælarin Per Juul Carlsen. - Jú, sigur grønlendski filmsframleiðarin Emile Hertling Péronard og vísir til undirvísingarportalin Levende Grønland . Har ber til at síggja tríggjar rættuliga nýggjar filmar um Grønland, Sumé - lyden af en revolution (Inuk Silis Høegh, Grønland, 2014 76 min), Lykkelænder (Lasse Lau, Danmark, 2018 71 min) og Håbets Ø (Sturla Pilskog og Sidse Torstholm Larsen, Danmark, 2019 77 min). Per Juul Carlsen, sum fyrr hevur havt fínu sjónvarpssendingina Filmselskabet saman við Mariu Månson, hevur nú útvarpssendingina Filmland í Danmarks Radio. Nú varpar hann ljós á grønlendskan film og film, ið er um Grønland. Hann tekur støði í júst undirvísingarportalinum Levende Grønland , ið er ætlaður miðnámi, men sum øll kunnu síggja, eisini vit í Føroyum. Til útvarpaðu filmsendingina hevur hann um vikuskiftið hitt grønlendska Emilie Hertling Péron

Filmur um krígsnoktaran Franz Jägerstätter (1907-1943)

A Hidden Life er heitið á nýggjasta stórfilminum hjá kenda amerikanska leikstjóranum Terrence Malick (f.1943), sum í 2011 gjørdi The Tree of Life . At síggja henda stóra filmin á stórum lørifti er sum at fara til altars, skrivaði Owen Gleiberman úr Cannes, tá hann ummældi filmin fyri heimsins elsta filmstíðarrit, Variety: The movie is cinema at its mightiest and holiest. It’s a movie you don’t just watch; it’s a movie you enter, like a cathedral of the senses. Some, in fact, will prove resistant to it (it was not universally beloved), but A Hidden Life  as much as any film I’ve seen in the 21st century, is totally contingent upon the big screen. It needs to be bigger than you are, because it’s about bigger things than you - or anyone else. It’s about how the quietest acts of resistance are part of what save civilization. Í Danmark er filmurin eisini væl umtóktur. Fremsti danski filmsummælarin, Bo Green Jensen, skrivar soleiðis í Weekendavísini:  A Hidden Life er en kræven