Hóast tað ikki er politiskt korrekt í hesum døgum at viðmæla stroymingtænastur heima á sofuni, nú biografar stríðast við at bjóði fólki góðar filmar, sum eru nýggir og viðkomandi, vil eg kortini bróta hugsaða fiskibannið, tí eg havi drigið tveir góðar á Netflix. Ein amerikanskan, Uncut Gems , sum fær meg at revurdera Adam Sandler, og en pólskan, The Hater , sum loftar nýggja føroyska hugtakinum talgildsbúgving. Amerikanski filmurin Uncut Gems er gjørdur til Netflix og stroyming. Høvuðsleikarin, sum í tveir tímar og eitt korter myndar filmin, er Adam Sandler, ið eg higartil fyri alt í verðini havi roynt at sloppið undan, tí hann er so infantilt stupidur. Nú hevur hann fingið uppreisn í leiklutinum sum diamanthandlari í New York, sum er í konstantari skuld, tí hann er eisini ein vónleysur gamblari og góðtrúgvin spælifuglur, sum krossar leiðina hjá gírigum veðlánarum, ið við gleði fær meg at hugsa aftur á Rod Steiger í The Pawnbroker um jødan, sum við diskin hevur gloymt, hvat gjørt va