Skip to main content

Posts

Jens Kjeld-Jensen fær umhvørvisvirðislønina

Í kvøld fekk Jens Kjeld-Jensen stóru norðurlendsku umhvørvisvirðislønina. Myndina omanfyri tók eg í 2012, tá hann fekk Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik. Tá segði dómsnevndin soleiðis um virðislønarmóttakaran: Jens-Kjeld Jensen hevur, síðani hann kom til Føroya í 1970, granskað føroysku náttúruna sum fáur. Hann tók við virkseminum hjá Niels á Botni sum fuglakennari og útstappari, og úr Nólsoy hevur hann við árunum eggjað fólki um alt landið til at halda eyga við fuglum. Ivasamt er, um nakar áhugaverdur fuglur er í føroyskum loftrúmi, uttan at Jens-Kjeld veit av tí. Náttúrualskurin er so stórur, at hann rúmast ikki í fuglum. Alt djóra- og plantulív hevur hansara áhuga. Umframt granskingina er Jens-Kjeld millum fremstu miðlarar av náttúruvitan í landinum. Tá ið ampi kemur á fólk um okkurt nýliga innflutt kykt ella plantu, er Jens-Kjeld beinanvegin til reiðar við frágreiðingum av alskyns slag. Jens-Kjeld hevur í væl meir enn ein mansaldur mint okkum á at fara væl um náttúruna. H

Ása bjóðar skúlalærarum av

At bjóða ullartilfeinginum av, tað er eitt gylt høvi hjá íverksetarum, ið leita eftir góðum hugskotum, sigur fyrrverandi læraraskúlalærarin, Ása Hátún. Tí møguleikarnir eru nógvir, og man ikki eftirspurningurin fara at vísa seg, sigur hon annan vegin retoriskt spyrjandi, og hinvegin miðvíst spinnandi heima í stovuni á Heiðavegi 18 uppi undir Varða í Havn.  Hon er 88, og aldri áður havi eg hildið aldur verið týdningarleysari enn tað sama. Her eru tíggju kvinnur úr fólkaskúlanum á skeið hjá henni, Sonju Schneider og Karinu Toftegaard, at handfara ull til ymisk endamál, telefonlumma at hava um hálsin, ið eisini kann fáa ein heilt persónligan lit, lummin, ið eisini kann verða til chic tasku ella tjekkaðan pung. Endamálið er at geva lærarum íblástur og kunning um ull, serliga føroyska ull, og tøving, sigur Karina, ritstjóri á Námi, sum bjóðar skeiðið, og fyrsta dagin fer at geva út eina stóra bók hjá Ásu um ull.  Skeiðið tekur støðið í júst hesi bókini, Søgur um ull , og vit fara allar at a

Heimurin í okkara eygum

Um dagarnar rendi eg meg í eitt tíggju ára minni, sum nú aftur fer at verða aktuelt. Hóast høvið bara er ein bók, er evnið í botn og grund so størt sum at definera seg sum tjóð, millum geografi og mentan, tá eitt atlas skal dagførast á móðurmálinum.  Í hesum føri var tað Umhvørvisstovan, sum fyri tíggju árum síðan var vertur fyri Nordisk Kortchefmøde í Havn í 2010.  Tá sjáldsama stóri norðurlendski fakfundurin varð settur í Umhvørvisstovuni hin 29. august hetta árið, bað deildarleiðarin fyri land- og sjókort, Stein Fossá, meg seta stevnuna. Nú eg rendi meg aftur í tíggju ára gamla tekstin, fari eg at seta hann á bloggin, so hann eisini kann lesast. Her er umbidna talan fyri tíggju árum síðan: Velkommen til Torshavn, samtlige gæster og kortchefer. Jeg er redaktør på det offentlige færøske skolebogsforlag, Føroya Skúlabókagrunnur. Dette forlag gav i 1993 ud det første færøske atlas nogensinde, Heims atlas , med Niels Petersen som redaktør.  Nu, 17 år senere, er tiden inde for en revider

Skálabúðin fær nýtt lív

Í góðveðrinum í dag varnaðist eg, at gamla Skálabúðin hevur fingið nýtt lív. Í staðin fyri at falla í órøkt, ella verða rivin niður, eru húsini sett í stand, so tey síggja út, sum tá handilin var uppá sítt besta. Hetta er mest gleðiliga býarmynd í hesum døgum, nú øll tosa um miseydnaðar býlingar í útryðjuni av býnum. Hetta var eitt ljóspunkt mitt í Havnini.   ”At værne det gamle og sætte Skik paa det ny” er eitt orðafelli, sum kann sporast aftur til eitt danskt fakblað, Architekten, frá 1906. Viborg Folkeblad skrivar eisini eitt sindur speiandi í eini søguligari arkitektagrein um Viborg-Fonden: ”Da den i 1948 begyndte sit virke, var det for at »værne det gamle og sætte skik på det ny«. Som det ligger i navnet, var den tænkt som en part, der med sine penge kunne stemme imod, når tilfældet var ved at trække byen i den fejle retning. Sådan kom det ikke til at gå. Den har kun haft ord til sin rådighed.” Vikuskiftisblaðið hjá Portalinum sigur í morgun, at bústaðir er týdningarmesta mál hjá

Hvør gav undantaksloyvini?

Í Degi og Viku týskvøldið var Albert Isfeld, arkitektur, gestur og gav eina serstakliga væl undirbygda fakmeting av gøtuni Karlamagnusarbreyt, frá tí fagru byrjan hjá Gunnari Hoydal og hansara fólki í 1980’unum um ein bý í býnum, til katastrofalu støðuna í dag, beint undan kommunuvalinum. Fakliga niðurstøðan var, at her mátti tað ringasta rívast niður. Tann tanki streyfaði meg meir enn einaferð, hvør spinndoktari mann hava billað sitandi býráð inn, at hetta fór at spæla væl av. Hetta er ein katastrofa fyri borgaran í kommununi. Ein katastrofa, sum gongur aftur til at fyrstu undtaksloyvini vórðu givin, at fáa gongd á økið uppi í haganum. Á hvørjum grundarlagi vórðu hesi undantaksloyvi givin, og hvør fekk sum fráleið mesta og besta ágóðan av teimum? Og í hvønn mun varð spekulerað politiskt í íbúðarneyðini í Havn? Sitandi býráð hevur eins og undanfarna skapt orsøk til at reisa spurningarnar. Undrar meg, at Albert skal verða hin fyrsti í etableraðu miðlunum at meta ítøkiliga um gongdina í

Havnin við mentan, handli og lívi

Nýggjasta rødd, ið ger vart við seg um miðbýin í eini byltingartíð, er frá einum virknum vinmanni í Havn, ið hevur teknað inn á almenna býarkortið hjá Kortalinum.  Omanfyri sær hann fyri sær eina upplivilsisríkari leið heilt úr róðrarneystum við sjóvarmálan og niðan í Gundadal, har mentan, handil og ungdómslív allan vegin eru samanrennandi eindir og tankar, sum kunnu lata upp fyri nýggjum upplivingum, eisini í handilsligum høpi.   Niðast er við gulari striku teknað ein gongugøta úr Sandagerði og framvið róðrarneystunum í Álakeri, og ein líknandi gøta skal verða út á Skansan, kanska við endurbygdu gomlu brúnni, og neyvan longur yvir við Strond, tí har er enn so tung ferðsla á sama gamla smala vegi.  Av eini órørdari Skálatrøð, yvir í Vágsbotn og niðan gjøgnum Mentanargøtuna hugsar teknarin sær at ganga mest sum turrskøddur gjøgnum Steinatúni og fram við Finsen, og síðan steðga við ikki bara Sjónleikarhúsið, men komandi Tjóðpallin, sum skal verða á hesum øki, og um Tinghúsvegin knýta til

Frelstir føroyingar velja Trump

Frelstir føroyingar velja Trump, russarar eru áhugaðir í Føroyum, klaksvíkingar kanna seg treyðugt fyri korona og vit vilja hava ópolitiska uppstilling til kommunuvalið. Annars stendur væl til í Føroyum.  Eftir einum tíma hava 200 fólk lisið fleiri enn 3000 síður í nýggja talgilda blaðum hjá Portalinum, Blaðið Vikuskifti , har lýsingar eru niðast á hvørjari síðu. Klokkan níggju hava 420 fólk lisið. Tað er fyrstu ferð at eg hava sæð hesar upplýsingar kunngjørdar, sum pressan annars hevur hildið inni við seg sjálva.  Blaðið er ljóst og lagaligt at lesa á skerminum, sum er pallurin, heldur enn pappírið. Eyðkennið er lagaligi teksturin. Enn kostar Blaðið einki, men skilligt er at lesarin skal rinda fyri framhaldandi at sleppa at lesa. Veit ikki, hvussu villigur lesarin er at gera tað.   Pappírsbløðini fækka, vikuskiftisblaðið hjá Sosialinum hevur javnt ein høgan standard, sum enn ger tað verdugt at taka upp í hondina, meðan Dimma er ov misjøvn, seinast við eini fínari grein, sum er prentað

Tríggir nýggir holocaustfilmar

Tá Hitler stjól ljósareyðu kaninia Í Týsklandi hava tey gjørt ein nýggjan biograffilm um holocaust, sum hevur heitið Als Hitler das rosa Kaninchen stahl . Filmurin byggir á skaldsøgu hjá Judith Kerr, sum í 1972 skrivaði When Hitler Stole Pink Rabbit. Hetta var fyrsta søgan av trimum, har hon segði størri børnum frá um egnar upplivingar undir krígnum. Judith Kerr var fødd í Berlin í Týsklandi, ella Weimar lýðveldinum, í 1923. Hon var av jødiskari ætt og í 1935, tá nazistarnir komu til, flutti húskið til Bretlands. Har gjørdist Judith kendur rithøvundur og seldi fleiri enn 10 millónir bøkur um allan heim. Hon var 95 ára gomul, tá hon andaðist í London í 2019. Í týska filminum fylgja vit jødiska húskinum, sum flýggjar undan nazistunum í Berlin, fyrst til Zürich, síðan til París og at enda til London. Týska Caroline Link hevur gjørt filmin, sum byggir á sjálvævisøguligu metsølubókina hjá Judith Kerr. Størsta brotsverkið Í Noregi hava tey gjørt ein nýggjan biograffilm um holocaust, sum bygg

Hvar fara vit nú?

Henda mynd, ið hevur fýra ár á baki, tikin mentanarnáttina í 2016, fekk meg í vikuni at eygleiða ferðafólk, foreldur og tvey børn, sum eins og hesi komu úr Vágsbotni.   Skilliga ætlaðu tey sær niðan á Vaglið, lítla húskið á ferð.  Men standandi undir trappuni, vistu tey ikki hvønn veg tey skuldu fara, tí her koyrdu bilar alla tíðina, og eingir gonguteigar eru at fara eftir.  Nú steðgar ein bilur í brattanum, at lova teimum yvir um vegin, men tey skilja ikki signalini frá tórshavnska føraranum, og hvaðna minni vita tey nakað um smoguna fram við Pisshúsinum, sum hann peikar á, og ei heldur panoramatúrin á trappuni hinvegin, gjøgnum Boysensgarð, tá hann á skundútlendskum nevnir tann møguleikan, og sigur so við álboganum á hurðini okkurt um at kasta perlur fyri jazz, innan hann koyrir víðari so ljóðleysur, at eg haldi at hann í minsta lagi vera hybridur. Av horninum við Hvonn, har eg siti við Mercedesrættið, gevi eg mær góðar stundir at eyglaða interaktiónina við útlendska húskið mitt í Ha

Finka er best í Evropa

Í dag er greitt, at vit eiga bestu skúlabók í Evropa. Bókin eitur ”Finka” og høvundurin er Marianna Skarðenni Poulsen. Tekningarnar eigur Kathrina Skarðsá og forlagið er Nám, sum í dag stroymdi evropeisku avgerðina í hølunum við Hoyvíksvegin. Stjórin, Eyðun Gaard, var ikki sørt erpin at verða kosin evropameistari í skúlabókum og forlagsvirksemi. Trettan bøkur, har málbólkurin er tey 8-10 ára gomlu, tað er í Týsklandi Grundschule , Fraklandi École élémentarie og í Bretlandi key stage 2 , vórðu úrvaldar at kappast um heiðurin. Avgerðin fall á netinum seinrapartin í dag, har týska Helga Holtkamp úr Berlin bjóðaði vælkomin til árligu kappingina Best European Learning Materials Awards, stytt BELMA. Christoph Bläsi úr Mainz í Týsklandi greiddi síðan frá um teir fýra bólkarnar undir yvirskriftini The BELMA principles - how to win a BELMA. Byrjað var við bólki fýra og so varð talt niður til bólk eitt og at enda varð ein serlig virðisløn. Leif Láadal sendi beinleiðis úr Námi til sendingina Nón.