Í kvøld fekk Jens Kjeld-Jensen stóru norðurlendsku umhvørvisvirðislønina. Myndina omanfyri tók eg í 2012, tá hann fekk Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik. Tá segði dómsnevndin soleiðis um virðislønarmóttakaran: Jens-Kjeld Jensen hevur, síðani hann kom til Føroya í 1970, granskað føroysku náttúruna sum fáur. Hann tók við virkseminum hjá Niels á Botni sum fuglakennari og útstappari, og úr Nólsoy hevur hann við árunum eggjað fólki um alt landið til at halda eyga við fuglum. Ivasamt er, um nakar áhugaverdur fuglur er í føroyskum loftrúmi, uttan at Jens-Kjeld veit av tí. Náttúrualskurin er so stórur, at hann rúmast ikki í fuglum. Alt djóra- og plantulív hevur hansara áhuga. Umframt granskingina er Jens-Kjeld millum fremstu miðlarar av náttúruvitan í landinum. Tá ið ampi kemur á fólk um okkurt nýliga innflutt kykt ella plantu, er Jens-Kjeld beinanvegin til reiðar við frágreiðingum av alskyns slag. Jens-Kjeld hevur í væl meir enn ein mansaldur mint okkum á at fara væl um náttúruna. H