Skip to main content

Posts

Gunnar Hoydal farin

Í gjár frættist, at Gunnar Hoydal er deyður, 79 ára gamal. Farin í annað ljós, sum tað er vorið vanligt at siga, eftir at Petur Rouch gav hesi málisku hevd í eini gerandisligari útvarpssending leygarmorgnar. Gunnar var Føroya fremsti stílistikari í teksti, óansæð hvat formatið var. Tað kundi vera essay í bløðunum, umsetari av Harry Potter, kommunalur fundarskrivari, heiðurskrýndur rithøvundur, sum Fay Weldon lovprísað, tá Listastevna Føroya var, og sjálvur búgvi eg í húsum, hann hevur teknað og lagt í lendið. Og tá býlingurin fylti runt, varð yvirskriftin fyri minnisgreinar hjá búfólkum tikin úr einasta yrkingasavni hjá Gunnari. Tað var eins klárt tá, sum tað er nú. Umframt at vera býararkitektur, var hann skrivari í nevnd, sum um túsundáraskiftið defineraði kommunalan mentanarpolitikk, hann stuðlaði Filmsfelagið í einum og øllum, og hann fann uppá at hátíðarhalda fólkaræði í kommunalari funktión, tá hundrað ár vóru umliðin. Síðst okkara leiðir krossaðust var á Lágargarði. Púra klárur

Greta Svabo Bech á Propeller Recordings

Fyri páskir skrivaði Greta Svabo Bech sáttmála við norska plátufelagið Propeller Recordings, har Highasakite, Katzenjammer og Dagny halda til. Dagny, sum er dóttir tónleikaparið, Marit Sandvik og Øystein Norvoll, skrivaði fyrrárið Never Really Over saman við Katy Perry. Í hesum sambandi kunnu vit nevna, at Greta Svabo Bech sang Raise Your Weapon saman við Deadmau5 í 2011, og skrivaði saman við øðrum  My Love , sum heimsstjørnan Cher sang í 2013, sama ár sum Greta fór at arbeiða við egnum tilfari. Greta sigur, at spennandi samstarvið við Propeller Recordings byrjaði við melankolska og lágmælta sanginum, Breathe , sum er fyrsti av fleiri útgávum. Nú er annar sangurin í røðini, Dominoes , klárur til útgávu á norska forlagnum. Hetta er eitt meira up-tempo lag, sum hevði radio-premieru á norsku talgildu NRK rásini P13 í gjár, og kemur alment út í dag, fríggjadagin 16. apríl, sigur Greta. Við á innspælingini hevur Greta fleiri góð fólk, sum hon sjálv sigur, og nevnir serliga svenska metsøl

Minari - 100 virðislønir

Mikudagin fimta mai fer Filmsfelagið at vísa biograffilmurin Minari ,  sum er um eitt koreanskt húski, ið flytir til USA í 1980’unum. Hjúnini, Jacob og Monica, sum eru farin úr Korea, vilja finna eydnuna í nýggja heiminum, har allur upprunin til hugtakið the American dream er at finna. Eftir at hava stríðst við høsnarungum í California í nøkur ár, flyta tey til Arkansas, har Jacob vil verða bóndi og fara undir egið landbrúk. Monica er ikki fegin um avgerðina. Henni dámar lítið, at tey aftur skulu byrja á berum, hesu ferð úr einum gomlum bussi. Men hon uggar seg við at mamman, Soonja, skjótt kemur úr Korea at hjálpa teimum og at vera um børnini. Men hjá tilflytarum og hesum niðursetufólkunum úr Korea er lívið á bygd í USA ein kørg og avbóðandi tilvera, sum tó eisini hevur gleðistundir. Minari , sum er koreanskt orð fyri sellarí, ið verður sett í amerikanska jørð, byggir á uppvøksturin hjá leikstjóranum, Lee Isaac Chung. Hann er ættaður úr Korea, men er føddur í Denver, Colorado í 1978.

Guðrið við nýggjum sangum í Gøtu

Jón Tyril bjóðaði mær til konsert við Guðrið Hansdóttir undir heitinum HOYMAsligt í egnari stovu í gomlu húsunum hjá Schwartz innast í Gøtudali. Næsti granni omaneftir er bensinstøðin Magn, sum ikki er grønari enn at hon hevur reyða strípu. - Hetta er fimta konsertin síðan í februar sigur konan, Elsebeth Elnarsdóttir, sum er úr Leirvík, og hevur sett mat og drekka á borðið í køkinum. Umframt børnini, eru beiggi og systur hennara eisini millum tey møttu. Eivør hevur sungið nakrar ferðir, Lyon var her síðst og næstu konsertirnar vera við Høgna og Lenu, sigur Elsebeth. Jón, sum hevur peikað mær á eitt navnabretti, hann fekk úr Fuglafirði, bjóðar vælkomin í stovuna til konsert við Guðrið Hansdóttir úr Havn. Hon er fjøruti og pápin, hin legendariski gittarspælarin Hans Karl Hansen, lærdi hana at spæla gittar, tá hon var fjúrtan.  Kvøldið fyri hoyrdi eg hana syngja í Kata í sendingini Í luftini í Sjónvarpinum. Eitt heilt unikt úttrykk millum kraft og yndi, sum altíð fær meg at hugsa um Värt

Tá angrandi syndarin fer til bekennilsi

Einki er sum ein, ið biður um umbering. Og tað serliga, um umberingsbiðjarin hevur sitið á landsins fjórðhægsta hesti, ført eitt drúgt sjálvrættvísisstríð, har eingin annar sannleiki er til uttan hann, sum journalisturin sjálvur kroystir úr egnum upplýsingarpenni. Men onkuntíð er tað neyðugt.  At grípa í egnan barm og viðganga, at eg, journalisturin, varð drigin uppá tráð av einum egosentrikara, sum gamaní eisini hevur eina privata lívssøgu og eitt navn, bæði tá og nú. Nú er hann, heimildartrygdin hjá Sosialinum , endaður á niðastu rók í klivamentanini, har neyvan nakar formidlari vil tala hansara núverandi søk, so sum gjørt var fyri fimm árum síðan, tá evni var slatur.  Sjálvt ørindini upp í saman at nevna hansara dómfelda navn, ið partvíst er einnevnt í føroyskari navnagávu, elva til fakligt kjak í journalistiskum høpi. Jú, nøvn skulu nevnast, tá dómur er fallin og straffurin er yvir eitt vist, verður sagt, í mínum oyrum við skaðafróari gapistokkamentan. Tað havi eg skrivað eitt dek

Scorsese um at missa álitið á biografunum

 - Er endatíðin komin fram at løriftinum í biografinum, so sum vit higartil hava kent the Cinema , spyr víðagitni amerikanski filmsleikstjórin, Martin Scorsese, í einum essay í nýggjastu útgávuni av Harper’s Magazine , sum er ein lovprísan av teim 27 filmunum hjá italska Federico Fellini.  Ein vinmaður gav mær blaðið í nærum fulsetta biografinum mikukvøldið, har tey vístu  Nomadland , samstundis sum danska avísin, Politiken, týddi og prentaði alla greinina . Enn er biografdeyðin ikki komin til Føroya. Scorsese, sum sjálvur hevur svikið upprunaliga og heiðurskrýnda biografin við stroymdum filmum, sum The Irishman fyri Netflix, vil vera við, at fyrimyndarligi italski leikstjórin, Fellini, varð so stórur, at hann lukkaðist at blíva eitt lýsingarorð: - At the center of it all, there was one director whom everyone knew, one artist whose name was synonymous with cinema and what it could do. It was a name that instantly evoked a certain style, a certain attitude toward the world. In fact, it

Toscana er búffur í tjúkkari sós

At seta seg til borðs og eta eina máltíð, er fyrst og fremst ein spurningur um álit. Álit á, hvat tú koyrir í munnin og vilt deila við vinir, ið sita við sama borð, og kanska hava til endamáls at sementera eina hugnaliga løtu, ið var frammanundan. So kemur álitisskapandi hugnin inn í myndina, matstovuhugnin. Alla hesa viftu finnur tú í tryggum kørmum í matstovuni Toscana í gomlu húsunum, har Fossá hevði bakarí, í hugnaliga krókinum við síðuna av Ellingsgaards Matstovu, sum borðreiddi fyri verkafólki í Havn, tann tíð tað var. Frammfyri skuggar modernistiski bygningurin hjá Havnar Klubba, ið sum eingin annar er sjónligur uppá gott - og mest ilt - mitt í býnum. Í hesum miðbýarmeldurstronga er tað ein uggi at koma inn í Toscana, og seta seg til borðs í eini eksotiskari matstovu við italskum summartónleiki, har fryntligi eigarin, Mohsen Darvishi, beinanvegin gongur tær til handa, meðan tveir kokkar stákast í køkinum. Hetta er sum í suðurlondum. Eftir ein gongutúr í kava eru vit samdir um at

Krossloysi

Seinasta dag í stilluviku, leygardagin reyða, fór eg ein túr gjøgnum undirsjóvartunnilin inn í Eysturoynna. Steðgaði fyrst við Berglon og møtti mínum granna, sum henda sama dag eisini var farin hesa leið. Keypti fýra góðar bollar hjá Miðberg, og koyrdi runt fjørðin, eins og eg havi gjørt fyrr. Ein frálíkur túrur í skiftandi ljósi.  Endi úti á Raktanga og hyggi eftir rundtúrin yvir á landið hinumegin, har eingin krossur er settur. Enn ganga tey í krossloysi, har yviri á Høganesi. Løgið, alíkavæl, at hugurin at reisa ein kross er so sterkur her í oynni.  Meini so við, at skulu nógv í landinum síggja krossins merki, so er at seta tað mitt í Havn, ella á Høgoyggj í Nólsoy, so flestu kunnu síggja tað, og verða frelst frá verðsins heiðinskapi. Momentant. Kortini er krossurin upphugsaður á júst hesum staði í Eysturoynni. Meðan eg hyggi av Raktanga, fyrst yvir á Kollafjørð á Streymoynni, og so yvir á Nes, Toftir, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði og Søldarfjørð, hefti eg meg við búsetin