Fyri páskir skrivaði Greta Svabo Bech sáttmála við norska plátufelagið Propeller Recordings, har Highasakite, Katzenjammer og Dagny halda til. Dagny, sum er dóttir tónleikaparið, Marit Sandvik og Øystein Norvoll, skrivaði fyrrárið Never Really Over saman við Katy Perry. Í hesum sambandi kunnu vit nevna, at Greta Svabo Bech sang Raise Your Weapon saman við Deadmau5 í 2011, og skrivaði saman við øðrum My Love, sum heimsstjørnan Cher sang í 2013, sama ár sum Greta fór at arbeiða við egnum tilfari.
Greta sigur, at spennandi samstarvið við Propeller Recordings byrjaði við melankolska og lágmælta sanginum, Breathe, sum er fyrsti av fleiri útgávum. Nú er annar sangurin í røðini, Dominoes, klárur til útgávu á norska forlagnum. Hetta er eitt meira up-tempo lag, sum hevði radio-premieru á norsku talgildu NRK rásini P13 í gjár, og kemur alment út í dag, fríggjadagin 16. apríl, sigur Greta.
Við á innspælingini hevur Greta fleiri góð fólk, sum hon sjálv sigur, og nevnir serliga svenska metsøluframleiðaran og sangskrivaran Sebastian Furrer, ið hevur arbeitt saman við Avicii, Kygo, Axwell & Ingrosso og Wyclef Jean.
- Dominoes snýr seg um ta stokkuta stundina, sum bæði er vøkur og veik og kortini dregur teg inn í sína gandakendu verð. Tilgongdin til sangin snarar um hetta hugskotið um vakurleikan og tað gandakenda í løtuni. Jú meira vit royndu at gera sangin “fulkomnan”, eftir at vit fyrst høvdu skrivað hann - jú meira leitaðu vit aftur til tað magiska í sanginum. Tann magiska kenslan er altavgerandi, tað er vakurleikin í tí ófulkomna og tí viðkvæma. Tað er menniskaligt at vera ófulkomin, sigur Greta Svabo Bech um sangin Dominoes, sum Propeller Recordings gevur út í dag.
Beinta á Torkilsheyggi hevur fotograferað Gretu Svabo Bech.