Skip to main content

Guðrið við nýggjum sangum í Gøtu

Jón Tyril bjóðaði mær til konsert við Guðrið Hansdóttir undir heitinum HOYMAsligt í egnari stovu í gomlu húsunum hjá Schwartz innast í Gøtudali. Næsti granni omaneftir er bensinstøðin Magn, sum ikki er grønari enn at hon hevur reyða strípu.

- Hetta er fimta konsertin síðan í februar sigur konan, Elsebeth Elnarsdóttir, sum er úr Leirvík, og hevur sett mat og drekka á borðið í køkinum. Umframt børnini, eru beiggi og systur hennara eisini millum tey møttu. Eivør hevur sungið nakrar ferðir, Lyon var her síðst og næstu konsertirnar vera við Høgna og Lenu, sigur Elsebeth.

Jón, sum hevur peikað mær á eitt navnabretti, hann fekk úr Fuglafirði, bjóðar vælkomin í stovuna til konsert við Guðrið Hansdóttir úr Havn. Hon er fjøruti og pápin, hin legendariski gittarspælarin Hans Karl Hansen, lærdi hana at spæla gittar, tá hon var fjúrtan. 

Kvøldið fyri hoyrdi eg hana syngja í Kata í sendingini Í luftini í Sjónvarpinum. Eitt heilt unikt úttrykk millum kraft og yndi, sum altíð fær meg at hugsa um Värttinä úr karelska partinum av Finnlandi og gamla bulgarska akapella kórið Le Mystère des voix bulgares. 

Nú hon stendur her frammanfyri mær, einsamøll við gittara, í stovuni hjá Jón og Elsebeth undir fjallinum Tyrili, gongur upp fyri mær, hvussu mentalt avmarkandi koronastongsilin hevur verið, at forða okkum at koma í nýggjar stovur og møta fremmandum fólki í so langa tíð. Nú vóni eg bara at korona er av og fer at geva okkum frið og høvi at dyrka nýggjar upplivingar aftur.

- Úttrykkið verður sterkari og sterkari, sum er eyðkennið fyri góð listafólk, sigur Jón um Guðrið, innan hon rívur meg úr tankunum og byrjar hoymasligu konsertina.

- Eg eri í studio og fari at frumframføra nakrar sangir, sigur Guðrið og byrjar við Endaloysi av plátuni Painted Fire, sum kom í 2016, og tá ljóðaði meira sum Carpenters. Men her í stovuni fari eg beint eftir einum Joni Mitchell tangenti, har Guðrið er the wandering spirit niðan gjøgnum Gøtudal. Intenst, poetiskt innfølt og samanvovið í teksti og tónum sum ein nýggjur sangur í mínum oyrum.

Av somu plátu, teirri higartil nýggjastu, kemur so sangurin Animal, ið er um egið ótolni, sigur Guðrið. Eftir sangin avdúkar hon, hvat hon í løtuni arbeiðir við. Tað er ein nýggj pláta við tekstum hjá Lív Mariu Jæger, ið er dóttir Róa, sum í 1986 vann Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, og sum Lív nú sjálv er í uppskoti at fáa. Her við Eiðisá innanst í Gøtudali letur Guðrið upp fyri nýggja gávupakkanum við tittulsanginum Á.

Í næsta sangi fer Guðrið aftur til Texas, har hon var á sangskrivaraskeið hesa ársins tíð fyri tíggju árum síðan. Saman við Danny Malone skrivaði hin tá A fly in the window, sum vit hoyra.

So kemur aftur ein nýggjur sangur, vøgguvísan Barn, úr samarbeiðinum við Lív.

Skiftið til Texas er ein góð kopling millum Magnstøðina og stovuna hjá Jón og Elsebeth í Gøtudali. Nú greiðir Guðrið frá um eina bók, Songs of Love and Grief, sum talaði so greitt til hana úr amerikanska handilsglugganum, at hon mátti hava hana. Tað vóru enskar týðingar av yrkingum hjá týska Heinrich Heine. - Tað eri akkurát eg, og tað bleiv til plátuna Taking Ship við sjey yrkingum hjá Heine. Fyrsti sangurin leygarkvøldið er You have pearls.

Næsta sangskiftið er til Stjørnur, hann við niðurlagnum "myrkur og einsemi er rúsandi", sum avdúkar framúr fingraspælið hjá Guðrið, rytmikk, tá hon skóleys trampar í gólvið og finger tapping slær á gittaran og skapar rúm og pausur í framførsluni, og so aftur slær á streingirnar og brúsar sum eitt heilt symfoniorkestur.

So kemur mest spennandi avdúkingin úr nýggja tilfarinum, Guðrið arbeiðir við. - Fyri fyrstu ferð fari eg nú at syngja eitt coverlag, sigur hon og øll eru spent, hvat nú fer at koma.

Tað er Lív, sum hevur umsett I Remember hjá Molly Drake, ið var mamma Nick Drake, ið eg havi dyrkað alt tað eg minnist, serliga sangin Time Has Told Me. Men aftur til Guðrið, sum nú syngur føroysku tíðingina av I Remember, sum nú ber heitið Appelsin, í afturhorvandi og romantisku ensku music hall traditiónini. Hugsi, at øll í stovuni vórðu blown away, fyri at halda okkum í tí enska. Ein klassikari, sum kundi havt verið á ljóðsporinum í The Great Gatsby. 

Næsti sangur er eisini nýggjur, ja ein frumframførsla, sigur Guðrið, tí fyrru ferðina lurtað ongin, tí hugurin at drekka var fremri. Sangurin eitur Húsið, er um at missa ein, ið stendur tær nær. 

Henda nýggja útgavan, Á, sum er samstarv millum Lív og Guðrið, kann ikki annað enn verða ársins útgáva, ja kanska í fleiri ár, tá hon kemur í heyst. Eftir stovukonsertina gleði eg meg.

Mínir tankar verða brotnir av, tá Guðrið stemmar gittaran og kastar seg út í Loyndarmál, nú púra uttan tekno. Jamen, tað er framúr. Stripped down meðan eg hyggi út á kavan undir Tyrili. Hetta er gott og gevur meining, og var tað ikki fyri korona, so hevði eg ivaleyst aldri upplivað hetta.

Ein væl uppløgd Guðrið takkar fyri seg við vársanginum Morgun í mars. - Takk fyri at sleppa at lána tykkara oyru við nýggjum sangum, sigur ein fegin Guðrið, sum hesa løtu við vælvaldum sangum hevur havt eina sjarmerandi nærveru og góða interaktión við áhoyrarnar í stovuni, eisini tá vit sluppu at murrisyngja við í seinna eykanummarinum, Sleeping with ghosts

Fimm av myndunum omanfyri tók italski Alessio Mesiano, sum er úr Milano, men hevur búð her og fotograferað í mong ár. Hann er arkitektur, hevur funnið sær maka í Saksun, er nýbakaður pápi og fer nú at búgva á Argjum. 

Ein framúr konsert heima hjá Jón og Elsebeth er komin at enda undir Tyrili í Gøtudali. Nú eru stundir at venda heim aftur til Havnar, sum í mesta lagi er fimmogtjúgu lagaligar minuttir burturi.