Skip to main content

Krossloysi

Seinasta dag í stilluviku, leygardagin reyða, fór eg ein túr gjøgnum undirsjóvartunnilin inn í Eysturoynna. Steðgaði fyrst við Berglon og møtti mínum granna, sum henda sama dag eisini var farin hesa leið. Keypti fýra góðar bollar hjá Miðberg, og koyrdi runt fjørðin, eins og eg havi gjørt fyrr. Ein frálíkur túrur í skiftandi ljósi. 

Endi úti á Raktanga og hyggi eftir rundtúrin yvir á landið hinumegin, har eingin krossur er settur. Enn ganga tey í krossloysi, har yviri á Høganesi.

Løgið, alíkavæl, at hugurin at reisa ein kross er so sterkur her í oynni. 

Meini so við, at skulu nógv í landinum síggja krossins merki, so er at seta tað mitt í Havn, ella á Høgoyggj í Nólsoy, so flestu kunnu síggja tað, og verða frelst frá verðsins heiðinskapi. Momentant.

Kortini er krossurin upphugsaður á júst hesum staði í Eysturoynni.

Meðan eg hyggi av Raktanga, fyrst yvir á Kollafjørð á Streymoynni, og so yvir á Nes, Toftir, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði og Søldarfjørð, hefti eg meg við búsetingarmynstrið í lendinum kring meg. Uttan undantak búgva øll eftir longum álum. Her eru vælskipað røð av húsum, sum øll eru bygd framvið einum eins stringentum koyrivegi. Og so eru bygningarnir eftir álini Eysturoyarmegin fyrst ein gomul kirkja, ein nýggj kirkja, eitt samkomuhús og eitt missiónshús. Og so ein skúli.

Øll á rað, millum hús, sum eisini eru á rað. Sum í 60 ára gamla sanginum hjá Malvinu Reynolds um Little boxes, sum allar eru on the hillside. 

Her er eingin býarkjarni, lummi ella trunki, har borgarin kann møtast í stórum tali til óformella samkomu av verðsligum slag, til dømis tað, sum tey í Havn rópa pub crawl. Har suðri er óskipaða livimynstrið, syndasoldið, í stórbýarfavninum, har sum eingin sær, tí nú ert tú bara tú sjálvur, burtur frá hinum, púra anonymur. Fyri tað kundi Sodoma og Gomorra staðið á hvørjari hurð, uttan at nakar tók sær tykni av tí. Tað er tann ultimativa mentanarliga frísetingin og tað refleksiva mentanarhugtakið, har tú ert kjarnin í egnum lívi frá degi til dags alt eftir, hvønn tulkingarfelagsskap, tú nú velur at fara uppí, uttan at frásiga tær møguleikan at fara í ein annan og nýggjan dagin eftir. 

Soleiðis er ikki á bygd. 

Har búgva øll á linju, so tey ikki freistast at traðka út úr røðini og falla í synd. Tað er búsetingarbandið á bygd í Føroyum. Tí er neyðugt at seta ein kross á júst henda stað. Ella falla tey í freisting, so sum tey langt síðan hava gjørt í Havn, har tey eru heiðin, uppgivin og krossleys. 

Tí skal krossurin setast her. Tað er her, hann hevur missiónina og uppgávuna, hugsi eg av lagleidda Raktanga, sum er mín sjónarválur til alla verðina hesa løtu innan hann brestur á. 

So er at vóna, at tey tolerera, at ein svørt ær fer yvir um vegin. Við hvørt.