Kendi danski ølbryggjarin, Mikkel Bjergsø, hevur aftur verið í Føroyum, hesuferð við nýggju bjórini Iskold Mikkeller Classic, sum hann sæst við á tekjuni á Havnar Klubba. Mikkel er maðurin, ið er upphavið til heimskenda bjórnavnið Mikkeller, ið ferðast um allan heim, og samnevndu barrina í Dandastovu í Havn, har Gullhornið var fyrr , eins og handilin í Gongini. Enn stendur ein vælumtókt bjór á føroysku hillunum við áskriftini Gullhornið, kanska hin besta í landinum, um tær dámar bretska India Pale Ale og beiska smakkin, sum fer móti sitrus. Nú er ein nýggj bjór komin, Iskold Mikkeller Classic, sum Mikkel nýtti høvið at bjóða fólki í Havn leygarkvøldið, tá hann bleiv limur í Havnar Klubba. Ein munin reyðbrúnari og mjúkari Viennalager við hunangssmakki, uttan at pásetligi beiskleikin hvørvir. Av øllum teim barrum, sum Mikkel og hansara fólk hava vitjað úti í heimi, eru nú tvær í Havn, sum hava hugtikið hann og hansara bjórtoymi, tí tær eru ein heilt serstakur tíðarlummi. Barrirnar eru T