Coupé er eftir orðabókini ein bilur við tveimum hurðum; coupé kann eisini vera ein hálvklivi í endanum á jarnbreytarvogni.
Sum vanligt er á flaggdegnum savnast ellisakførini niðast í Tórsgøtu og oman móti Vágsbotni. Varnaðist heilt har niðri, sum Nólsoyar Páll plagar at standa, hin myrkareyða tólvsylindraða BMW 8 bilin hjá Birgi Johannessen. Helst er hetta vakrasta coupé sving á nøkrum bili eg veit um. Og helst einasti tólvsylindraði bilur í landinum. Hevði eg havt mítt ordiliga kamera við, so hevði myndin verið betur. Men telefonin er altíð í reyvalummanum og kann eisini taka myndir av coupésneiddum bilum ein flaggdag í Havn. Hóast ellisakfør, so er linjuføringin tíðarleys.