Skip to main content

Klubbin og Tórshøll eru best

Kendi danski ølbryggjarin, Mikkel Bjergsø, hevur aftur verið í Føroyum, hesuferð við nýggju bjórini Iskold Mikkeller Classic, sum hann sæst við á tekjuni á Havnar Klubba.

Mikkel er maðurin, ið er upphavið til heimskenda bjórnavnið Mikkeller, ið ferðast um allan heim, og samnevndu barrina í Dandastovu í Havn, har Gullhornið var fyrr, eins og handilin í Gongini. Enn stendur ein vælumtókt bjór á føroysku hillunum við áskriftini Gullhornið, kanska hin besta í landinum, um tær dámar bretska India Pale Ale og beiska smakkin, sum fer móti sitrus. 

Nú er ein nýggj bjór komin, Iskold Mikkeller Classic, sum Mikkel nýtti høvið at bjóða fólki í Havn leygarkvøldið, tá hann bleiv limur í Havnar Klubba. Ein munin reyðbrúnari og mjúkari Viennalager við hunangssmakki, uttan at pásetligi beiskleikin hvørvir.


Av øllum teim barrum, sum Mikkel og hansara fólk hava vitjað úti í heimi, eru nú tvær í Havn, sum hava hugtikið hann og hansara bjórtoymi, tí tær eru ein heilt serstakur tíðarlummi. Barrirnar eru Tórshøll og Havnar Klubbi.

- Hvat meir er at siga, enn at hetta eru tvey deilig støð við eini góðari søgu. Eg elski at vitja støð, ið eru sum tíðarlummar. Støð, ið er frá eini tíð, innan alt bleiv modernað, sigur Mikkel, sum við ballotasjón um vikuskiftið gjørdist limur í Havnar Klubba, sum er stovnaður í 1799.

- Einasti trupulleiki er, at eg kann ikki spola tíðina aftur og uppliva, hvussu tað var í Føroyum í gomlum døgum og uppliva Klubban, og tíðina, innan tað bleiv lógligt at servera alkohol í Føroyum. Tað hevði eg hugsað mær at havt upplivað!

Spurdur um, hvussu hann fann fram til tey bæði skeinkistøðini í Havn, og annars leitar upp søgulig skeinkistøð úti í heimi, sigur hann skemtandi: ”Vi finder altid frem til de skumle steder!”

Mikkeller er eitt fantom- ella nomadubryggjarí, sum ferðast at bryggja nýtt øl saman við øðrum bryggjaríum. Saman við Okkara hevur Mikkler higartil bryggjað føroyska Gullhornið. Men nýggja ætlanin, OY, er føroysk burturav. Her sæst Mikkel Bjergsø saman við Peturi Petersen á tekjuni á Havnar Klubba. 

Petur er leiðari í føroysku verkætlanini OY, ið er uppkallað eftir ”okkara oyggjum, sum bryggjað verður á, hóast smakkurin kemur úr øllum heiminum.” Á heimasíðuni siga tey víðari, at ”Vit fara saman at bryggja klassiskar øl, sum gagnast flest øllum væl.” 

Øltangarnir standa klárir í Ísrael og útgerðin til bryggjaríið annars kemur úr Kina. Komandi føroyska bryggjarríðið OY, sum letur upp í oktober, fer at halda til í gamla Timburhandlinum á Hálsi í Havn.