Skip to main content

No, I'm not homeless. I'm just houseless

Henda kvinnan, sum í andlitinum er eitt landslag, varð stóri Oscarvinnarin við filminum Nomadland í nátt. Besti filmur og besti leikari, og leikstjórin Chloé Zhao, fekk Oscarvirðislønina fyri bestu leikstjórn. Myndin er av permuni á nýggjasta Ekko, sum er einasta danska filmstíðarritið. Hon er høvuðsevnið í blaðnum, tí nú fer hon at læra seg onnur mál, eisini danskt sigur danska blaðið. Filmsfelagið vísti Nomadland 7. apríl fyri eini hugtiknari áskoðarafjøld. 

Nomadland hevur higartil fingið 227 altjóða virðislønir. Ein lítil og óprangandi filmur, sum uttan nakra stóra pallseting søkir tað einfalda í tilveruni, tá tú missir alt uttan teg sjálva og bilin, sum tú innrættar til húsvogn. 

Hóast heimleys og uppsøgd, sigur høvuðsleikarin, Frances McDormand: “No, I’m not homeless. I’m just houseless.” 

The Texas Homeless Network sigur, at í løtuni liva 3 milliónir amerikanarar sum nomadar á henda hátt.

‘Fight for You’ úr svarta borgarrættindastríðsmannafilminum Judas and the Black Messiah varð besti sangur, og Daniel Kaluuya fekk virðisløn fyri besta hjáleiklut í sama filmi, sum Filmsfelagið vísti 21. apríl. Tveir Oscars til ein so revolterandi film er gott. Meir, hevði skapt øsing í amerikansku gøtunum.

Anthony Hopkins vann Oscarvirðislønina fyri alzheimerrakta høvuðsleiklutin í The Father, sum fer at verða vístur í Havnar Bio 10. juni í røðini Filmklub Danmark.  

Danski filmurin Druk, sum leingi hevur gingið í Havnar Bio, vann Oscarvirðislønina fyri besta altjóða film, sum fyrr varð kallað besti útlendski filmur, tað er filmur, sum ikki er á enskum máli. 

Golden Globe og Bafta vinnarin, Minari, sum higartil hevur vunnið 105 altjóða virðislønir, vann ein Oscar fyri besta kvinnuliga hjáleiklut. Minari er á bæði koreanskum og enskum máli. Filmsfelagið vísir Minari mikudagin 5. mai.