Hetta er Charles de Gaulle í nýggjum fronskum filmi. Bárður Højgaard, sum býr í Lamba, er Mentanar- og ítróttarsamskipari hjá Runavíkar Kommunu. Hann hevur lisið Upplivingarbúskap á lærda háskúlanum í Aarhus, og er nú farin undir eina spennandi ætlan at vísa film í Løkshøll. Men kravið til filmsúrvalið er heilt serstakt. Heitið er Málríkur mánadagur , sum skal skiljast heilt bókstaviliga, og ikki hevur nakað sum helst við fótbólt at gera. Annan mánadag í hvørjum mánaði verða úrvaldir arthouse filmar, sum Bárður og Filmsfelagið eru samd um at seta á skrá, vístir almenninginum í Løkshøll. - Flestu filmar, ið koma á føroysku løriftini, eru á enskum ella donskum máli, kann henda øðrum skandinaviskum málum, sigur Bárður. - Undir heitinum Málríkur mánadagur ynskja vit at ríka um filmsupplivingarnar í Føroyum við at vísa filmar á øðrum máli enn á høvuðsfilmsmálunum um okkara leiðir. Avtala er fingin í lag við útlendskan veitara, ið hevur slíkar filmar sum sergrein, eins og flestu veitarar