Skip to main content

Málríkur mánadagur

Hetta er Charles de Gaulle í nýggjum fronskum filmi. Bárður Højgaard, sum býr í Lamba, er Mentanar- og ítróttarsamskipari hjá Runavíkar Kommunu. Hann hevur lisið Upplivingarbúskap á lærda háskúlanum í Aarhus, og er nú farin undir eina spennandi ætlan at vísa film í Løkshøll.

Men kravið til filmsúrvalið er heilt serstakt.

Heitið er Málríkur mánadagur, sum skal skiljast heilt bókstaviliga, og ikki hevur nakað sum helst við fótbólt at gera. 

Annan mánadag í hvørjum mánaði verða úrvaldir arthouse filmar, sum Bárður og Filmsfelagið eru samd um at seta á skrá, vístir almenninginum í Løkshøll.

- Flestu filmar, ið koma á føroysku løriftini, eru á enskum ella donskum máli, kann henda øðrum skandinaviskum málum, sigur Bárður. 

- Undir heitinum Málríkur mánadagur ynskja vit at ríka um filmsupplivingarnar í Føroyum við at vísa filmar á øðrum máli enn á høvuðsfilmsmálunum um okkara leiðir. Avtala er fingin í lag við útlendskan veitara, ið hevur slíkar filmar sum sergrein, eins og flestu veitarar stundum hava filmar á øðrum máli, ella við øðrum upprunalandi á skrá. Tað finnast ein ørgrynna av filmum á øðrum málum. Summar søgur kunnu ikki týðast nóg væl til kendari filmsmál, men eru betur og sterkari á upprunamálinum. Eitt gott dømi er suðurkoreanski filmurin Parasite, sum Filmsfelagið vísti 5. februar í fjør, og sum vann fleiri Oscarvirðislønir í 2020, eitt nú fyri besta film, sigur Bárður.

- Tað er gott at vit samstarva, sigur Bárður. Sjálvur hevur hann innleitt sýningina við danska filminum Dronningen í Filmsfelagnum í Havnar Bio hin 27. mars í fyrrárið. Franska filmin um de Gaulle vísti Filmsfelagið mikudagin hin 14. apríl. 

Góður filmur kann ikki síggjast ov ofta.