Skip to main content

Miðbýarhundar

Í dag var heitur hundur at fáa í litføgru Deli kioskini hjá Astu í Tinghúsgarðinum, sum er niðanfyri Sparikassagarðin, mitt í g-punktinum, sum onkur hevur kallað fólksliga talarstólin, sum er í havanum hjá G. Her, millum tingið og býráðið, møtist miðbýarfólkið eina fríløtu at fáa sær miðmála. Við heitum hundi í hondini møtast høg og lág at skifta orð um miðbýin, hin gamla, hin verandi og hin komandi, um útistøð, sitipláss og opnar áir, uttan at tosa tað minsta um bilar og parkeringspláss, sum taka tað mesta, nú hann grønkar á vøllinum kring okkum. Miðbýurin er herligur. Fyri fólkið.

Heilsufrøðiliga starvsstovan var á vitjan og upplatingin varð nakað seinkað. So varð reytt merki sett á røstu pylsuna, sum eg hevði glett meg mest til. Tí valdi eg mær eina lambspylsu við øllum. Men ikki so nógvan sinnop, tí í veruleikanum dámar mær ikki sinnop, men sum smakklig undirskorð í eini grýtu við stórhvalabúffi við ribs, á glaseraðum svínaryggi ella í heitum hundi, tá dámar mær serstakliga væl ein farra av sinnopi. 

- Tað var gott tú segði frá, sigur meistarakokkurin, Teitur, tí hesin sinoppur er heimagjørdur og tað við nógvari smakkstyrki, power, sigur hann, og minnist mína bílegging millum allar hinar, hann samstundis skal hava frá hondini í ein fart. Minnið hjá einum pylsumanni er avgerandi fyri tænastustøðið.

Tá ræsta pylsan er tikin frá, er úrvalið seks ymsar pylsur, har hin sætta er tín egna, sum tú sjálvur kanst seta saman til tín egna heita hund, tín heiti hundur, sniðfundiga kallaður. Mín pylsa var mild og bleyt, vildi hugsað mær meira smakkstyrki og knekk í pylsuni. Kanska skuldi eg valt kilipylsuna, nú eg ikki fekk ræstu pylsuna, sum eg ynskti mær, og vildi sammeta við nógv umrødda ræstkjøtaburgaran, ið er so framúr til sama endamál og høvi. Føroysk siðvenja úr gamla kovanum hevur tað ikki gott. Serligar avbjóðingar eru nú fyri skeljavinnuna og tann partin av føroyskari matgerðarlist, sum kókar suppu uppá nýveiddar skeljar úr nærumhvørvinum. Men hinvegin, skulu vit veita trygd fyri at eingin av heimsins borgarum fær ilt í búkin av mati, sum kann sporast til Føroya, so er at binda um heilan tarm og ansa sær - og banka upp undir borðið tríggjar ferðir og sláa kross fyri seg. At eta er ikki sum at siga tað. Hvaðna minni at matgerða og útvega annara vegna. Tað er ein álvarssak at taka mat í munnin, sum hvørki er sertifiseraður ella lógliga tilgjørdur. Tað er greitt. Men hvussu vit kortini kunnu dyrka okkara serliga kova og sjóvarmála, er í løtuni størsta avbjóðing, sum vónandi eingin fær skeivt í hálsin.

Konspetið við heitum hundi er genialt, hóast elligamalt. Ein hotdogpylsa í bleytum uppskornum langbolla. Alt tilhoyr er eins og pylsurnar heimagjørt og serstakt, uttan ketsjuppið, sum er innkeypt. Prísurin er 55 krónur fyri hvørja pylsuna, sum tú fært eftir stuttari løtu. Ein frálíkur miðmáli, tá tú kanst laga tað so, at tú ert í miðbýnum og vilt eta úti og tað beint upp og niður har á staðnum.

- Gott hugsot, nú eingin pylsuvognur er í býnum, sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen, ið natúrliga hevur eitt fólksligt samband sum eingin annar í Havnarsøgu.

Úrvalið er ostapylsa, kilipylsa, timianpylsa, svínapylsa, lambspylsa og so ræsta pylsan, sum í dag bleiv strikað av øvrigheitini.


Lív er komið í býin, sum nú letur seg upp, biografurin vísir filmar sum Nomadland og Minari, ið eru hálvdokumentariskir non-action filmar um innara menniskjað við kvinnum í avgerandi leiklutunum, barnaútvarpið setur hetjur á skránna í eina viku, og nú hevur mamman og hennara leiklutur verið á skránni hesa vikuna. Tí kenst tað gott at fáa heitan hund í hondina - frá einum manni! Teir eru ikki gloymdir.