Nú fara biografarnir í gongd aftur og Filmsfelagið bjóðar nýggjan feskan film. Mest áhugaverdur er helst hin føroyski Skál, sum Filmsfelagið frumsýnir týsdagin 25. mai.
Fulla heitið á filminum er Skál - fyri at kenna seg gravskitna hvørja ferð sólin rísir. Tað eru Maria Tórgarð og Cecilie Debell, ið hava gjørt filmin, sum er um Daniu O Tausen.
Í samrøðu við Birkblog sigur høvuðspersónurin, Dania O. Tausen, hví hon valdi at geva yrkingasavninum hetta heitið, sum so aftur bleiv heitið á filminum:
- Eg valdi at savnið skuldi eita Skál, tí at tann síðsta yrkingin í bókini eitur so, og hon er tann yrkingin, sum vekur mest áhuga og tekur mest kontroversielt upp. Tað er eisini ein befríðandi tittul. Ein fagnaður til lívið. Ein skál kann rúma nógvum, og at skála er at hyggja hvønn annan í eyguni og savnast um okkurt. Og tað er vakurt og passar væl til, haldi eg. So kunnu summi halda at tað er ov fjasut, ella myrkt ella alkoholfokuserað, men tað er ikki soleiðis eg síggi tað. Og tað, at Maria og Cecilie vildu kalla filmin fyri Skál eisini, kann eg bara vera glað um, sigur Dania.
Filmurin, sum nú verður frumsýndur í Føroyum, verður lýstur soleiðis:
Dania er 22 ára gomul og uppvaksin í brøðrasamkomuni á Toftum, ið summi siga vera part av konservativa føroyska bíbliubeltinum. Nú er Dania flutt til Havnar at lesa, og er farin at ganga saman við Trygva, aka Silvurdrongur, sum í høvuðsstaðnum er bersøgin yrkjari og rappari. Hann viðger verðslig viðurskifti sum sex, rúsevni, eksorsismu - og angist. Stutt sagt alt, sum hennara samkoma roynir at verja teirra ungu ímóti. Í heimbygdini syngur Dania í einum kristnum orkestri, har hon sjálv skrivar sangir um Gud. Samstundis er hon hugtikin av Trygva og hansara dirvi at skriva djúp og ektað orð um tað at vera menniskja. Í eini roynd at finna fótafestið og skilja seg sjálva í nýggja umhvørvinum, fer Dania at skriva tekstir, ið eru merktir av persónligum royndum og upplivingum. Meðan filmurin gongur, koma orðini til hennara. Tekstirnir verða mentir í samrøðum við vegleiðarar og koma at enda út í einum persónligum yrkingasavni. Har viðger Dania tað dupultlív, sum hon og onnur ung geva seg undir, skulu tey megna lívið í kristnum kørmum, sum tey ikki vilja sleppa, hóast karmarnir eru trongir og at síggja til konservativir. Hesar tilverur, sum draga á bæði, vil hon knýta saman, tí hon kennir seg heima í báðum. Samstundis sum Dania skrivar seg longur inn í savnið, ið fær heitið Skál, fer hon at leita eftir teim mørkum, sum ung trúgvandi renna seg í. Er tað synd at drekka? Er tað synd at dansa? Er tað synd at hava kynsligt samband áðrenn hjúnarlag? Er tað synd at hava ein sjeik, sum ikki er kristin? Og hvussu leingi orkar tú at liva millum hesar báðar heimar, ið definera ófrávíkiliga markið millum trúgv og vantrúgv? Umframt vinkonuna, er serliga omman henni ein góður vegleiðari. Filmurin Skál er ein ‘coming of age’ søga um kærleika millum ung, ið leita eftir sær sjálvum - og sum fremst av øllum hava fyri neyðini at finna hvørt annað og at finna ein máta at megna lívið.