Eru árini til tað, verða vit við jøvnum millumbilum mint á, at tey sum hava nógv uppá hjartað, fáa ikki rúm fyri teirra uppáhaldum, og fara so aðrastaðni. Soleiðis hevur altíð verið. Men aldri fyrr hava so nógv havt so nógvar pallar at skriva á og rópa í. Og at taka repeterandi myndir av Múlafossi og Fossá at leggja á Insta, sum stundir ikki eru at skriva fult út. Insta í minsta. Men samstundis hava tey, sum fyrr vóru einaráðandi í almenna rúminum - teir skriftlærdu kongarnir í jarðarinnar manningarhúsi - aldri verið so hótt at missa tign, sum berar av einastu meiningsfullum setningum í borgarliga samfelagnum. Og góðum repeterandi instamyndum, bevares. Aldri hevur heimsins kór kunnað verið fjøltáttaðari enn nú. Men krígsstøðurnar eru ikki færri fyri tað, hvørki í kabulskum veruleika, ella millum bleiktrandi reglurnar á heimliga tíðindaskíggjanum. Skriviligi førleikin er ikki nýuppfunnin, og maktin at definera, hvør skal sleppa til orðanna er enn eldri. Eins og alt annað, sum stingur