Skip to main content

Nýggjur føroyskur filmur "Love Acts"


Hetta er síða 26 í júst kunngjørdu skránni fyri altjóða filmstevnuna í Haugesund, sum er í døgunum 24.-27 august. Tá verða teir norðurlendsku filmar, sum kappast um norðurlendsku filmsvirðislønina, kunngjørdir.

Men tað mangan forvitnisligara er ætlanin um ein nýggjan føroyskan film, "Love Acts", hjá Anton Petersen, sum verður kunngjørd í skránni. Til høgru sæst svenski leikstjórin Richard Hobert, sum gjørdi "Fågelfangarens son".

Partur av skránni í Haugesund er sýnisgluggin New Nordic Films, har framleiðarar fáa 7 minuttir í part at pitcha, tað er at greiða frá um nýggjar ætlanir at gera film og harvið at leita eftir íleggjarum undir heitinum Nordic Co-Production Market Projects. Framløgurnar vera bæði á staðni og á netinum mikudagin 25. august.

Filmsfelagið skrivar í dag á Facebook, at millum tær 19 verkætlanirnar, sum eru á skránni New Nordic Films á fremstu altjóða filmstevnuni í Noregi, er í ár ein føroysk filmsætlan:

"Love Acts" hjá Anton Petersen, sum Jón Hammer, ið hevur Kykyndir, fer at framleiða.

Víðari verður sagt, at í mai 2016 sýndi Anton Persen filmin "Balada" í Filmsfelagnum. Leikstjórin segði tá, at "Balada" var eitt minimalistiskt kamarspæl um síðsta kvøldið hjá einum pari, áðrenn tey fóru hvør til sítt morgunin eftir.

- Filmurin varð gjørdur stutt eftir fyrsta árið á film.factory í Sarajevo, Bosnia & Hersegovina. Umframt at viðgera evnini skilnað og samleika, er filmurin ein roynd at arbeiða við eginleikunum tíð og rúm í filmi, segði Anton Petersen í Filmsfelagnum, tá filmurin varð sýndur í Havnar Bio 18. mai í 2016.

Umframt føroysku filmsætlanini er eisini fyrsta skoltsámisk filmsætlan, "Je'Vida", sum verður løgd fram í Haugesund. Fýra av teim ætlaðu 19 filmunum hava orðið "love" við í enska arbeiðsheitinum: "Acts of Love", "Island of Love", "Love Acts" og "Love Proof".

Góða eydnu, Anton og Jón!