Skip to main content

Posts

Til lukku Eivør - og Afganistan!

Eivør vann tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum, sum í kvøld varð handað í Keypmannahavn. Til lukku við henni, virðislønini! Virðislønin er tó minni verd enn hon, sum Sunleif Rasmussen fekk fyri skjótt tjúgu árum síðan. Tá fekk Sunleif 350.000 krónur, meðan Eivør eftir øll hesi ár bara fekk 300.000 krónur. Ótroyttiliga Eivør, um er á konsertferð við føroyskum orkestri, takkaði á enskum. Norðurlendska dómsnevndin grundgav soleiðis á donskum: Nordisk Råds musikpris 2021 går til Eivør Pálsdóttir fra Færøerne. Eivør Pálsdóttir har skabt en enestående karriere siden hun, nærmest flyvefærdig, debuterede på den musikalske scene i sit hjemland, Færøerne. Hun er en gudsbenådet musiker med en smuk sangstemme og en fremragende guitarist. Med sit altomfattende sceniske nærvær har hun betaget musikelskere over hele verden. Hun udgav sit første eponyme album i år 2000. Det er en folk/jazz-agtig affære, og siden da har hun arbejdet med en bred vifte af genrer, blandt andet støjrock, country, ek

Hvar fór tað norðurlendska?

Í donsku sjónvarpssendingini Anne og Anders i Norden , sum eisini hevði ein framúr væleydnaðan part úr Føroyum, hava vertirnir, Anne Hjernøe og Anders Agger, í seks pørtum leitað eftir kensluni fyri tí norðurlendska, sum tey siga, um hon yvirhøvur er til, og hvar hon er at finna.  Í sætta og seinasta parti lendu tey í kvøld í Finnlandi og kundu leggja lok á vælskipaðu sendingarnar við einum positivt játtandi útgangsreplikki: Der er en nordiske følelse derude . Hon finst, og er har, bara tú leitar hana upp, norðurlendsku kensluna, og kenslan yvirhøvur fyri tí norðurlendska. Men í Sosialinum fríggjadagin gjørdi Eyðun Klakstein meg varugan við eina regluliga kanning av júst sama evni, sum Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið skipa fyri. Undir heitinum Støtte og skuffelse. Holdninger til nordisk samarbeid hava tey í ár spurt 3400 norðbúgvar, hvat tey halda um norðurlendska samstarvið, og hvat tey halda, at mesta skal gerast burturúr.  Av hesum eru tilsamans 200 fólk úr teim tri

Tá journalistar leggja eftir listafólki

Millum teir bestu filmarnar, eg havi sæð í biografinum í ár, er nýggi filmurin hjá Ole Bornedal Skyggen i mit øje . Havi hugt eftir honum umaftur, og eri sannførdur um, at hetta eisini er ein týdningarmikil filmur í okkara tulkingarfelagsskapi beint nú. Hóast hann ítøkiliga tekur støði í hendingini, tá okkara bretsku viðhaldsfólk bumbaðu ein franskan barnaskúla á Frederiksberg undir krígnum, er filmurin tíðarleysur, serliga í lýsingini av einum donskum hipo-manni, sum sær gálgan fyri sær, nú kríggið rennir út. Unga nunnan, dóttir leikstjóran, opnar herligheitirnar fyri honum, og gevur honum síðan bønarbókina at lesa úr. Av katólska knæfellinum stamar hann fram úr sær, so vit næstan ikki hoyra tað: ”Eg dugi ikki at lesa!”  So lesur hon fyri honum. Soleiðis sum galdandi er í nýggjari tíð í okkara tulkingarfelagsskapi - genturnar lesa, meðan maðurin er so marginaliseraður, at hann hvørja løtu kann lesa seg út av eggini. Helst er tað hesin veruleiki, sum gevur skrivandi monnum bæði brenni

Arbeiði og tú

Tað er so ymiskt, hvat vit til gerandis fokusera uppá. Morgunsendingin í Útvarpinum heftir seg við altjóða bamsudagin, og heimsstovnurin Unesco viðgerð vikuna á tamb teir førleikar, sum ung og gomul eiga at hava at lesa og brúka miðlar, medialiteracy , skal landið metast sum framkomið. Mitt í hesum meldrinum bar postmaðurin, jú eg haldi tað er ein maður, ein lepa frá Pál og Anniku, eg brúki bara persónsnøvnini, tí stovnsnøvnini er so long, at tú villist í teimum, at siga frá um arbeiði, og hvussu tú hevur tað til arbeiðis. Agnið, at svara kanningini, er ein nýggj Apple iPhone 12, sum hevur eitt so frálíkt kamera. Tað sá eg í gjár, tá morgunroðin var um allan himmalin og tað ekkóaði um alt Facebook. Bestu myndirnar vóru tiknar við júst hesi telefonini, sum er fløt, hevur øll filtur og passar í allar lummar. Her er tað Guri Tórsdóttir, sum úr Hoydølum hevur tikið eina fantastiska mynd við iPhone 12 av næmingum, sum njóta lívgandi morgunljósið. So eg var engdur og krøktur við brestin og s

Nær blivu bústaðir bara pengar?

Fyrr, tá alt var betri, tosaðu arkitektar um at byggja í samljóði við lendið, lata ljós skína gjøgnum húsið, ið skuldi vera ein organisk vera, sum altíð segði nakað um tey, ið har búðu. Húsið var teirra narrativ. Serliga var tað arkitekturin Palli Gregoriussen, ið plagdi at taka til, at tú altíð skuldi byggja í og við lendinum, og aldri uppímóti ella í andsøgn við lendið, tá tú vart arkitektur og skuldi tekna og byggja hús fyri fólk at liva í. Men so hendi tað bráddliga, haldi tað var í Hoyvíkshaganum, har fólkatalið eksploderaði og eftir ongari tíð bleiv tað næststørsta í landinum, eins stórt og í Klaksvík. Í hesi gongd við vøksturi, tilflyting og tiltakandi íbúðarneyð, veksur fram ein sjálvsagdur vilji at betala tað, sum tað kostar, at fáa tak yvir høvdið og seta fót undir egið borð, sum sagt varð fyrr. Fót undir egið borð. Ein heil messa í Ítróttarhøllini á Hálsi, har tú skuldi betala fyri at sleppa inn, fyri at vita, hvør best kundi selja tær eini hús, sum tú kundi ganga runt um og

Skál vinnur í Chicago

Til lukku! Føroyski heimildarfilmurin Skál , ið lýsir Daniu O. Tausen, sum flytir av Toftum til Havnar, møtir Trygva Danielsen, fer at lesa á Setrinum og gevur út yrkingasavnið Skál , hevur vunnið gyltu Hugo virðislønina í Chicago.  Leikstjórar eru Maria Tórgarð og Cecilia Debel. Silvurvirðislønina vann Babi Yar. Context , sum Sergei Loznitsa úr Ukraina hevur gjørt. - Eg valdi at savnið skuldi eita Skál , tí at tann síðsta yrkingin í bókini eitur so, og hon er tann yrkingin, sum vekur mest áhuga og tekur mest kontroversielt upp. Tað er eisini ein befríðandi tittul. Ein fagnaður til lívið. Ein skál kann rúma nógvum, og at skála er at hyggja hvønn annan í eyguni og savnast um okkurt. Og tað er vakurt og passar væl til, haldi eg. So kunnu summi halda at tað er ov fjasut, ella myrkt ella alkoholfokuserað, men tað er ikki soleiðis eg síggi tað. Og tað, at Maria og Cecilie vildu kalla filmin fyri Skál eisini, kann eg bara vera glað um, sigur Dania í samrøðu við Birkblog. Í filmskránni í Chi

Heimlig viðurskifti í undirvísingini

At styrkja næmingar við vitan um heimligt tilfeingi, er drívmegin hjá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi. Í gjár fekk hann evropeiska virðisløn fyri talgilda undirvísingartilfarið “ Sjófeingi ”, sum Nám eftir stuttari tíð hevur gjørt saman við føroysku vinnuni. Í sambandi við virðislønarhandina í Námi, greiddi Eyðun frá, hvussu nýskapandi tilfarið í náttúru og tøkni bleiv til. - Bakkafrost vendi sær á sumri í 2019 til okkara um ger av talgildum tilfari til miðdeild viðvíkjandi aling. Veturin 2019/2020 samskiftu vit aftur og fram, og gjørdu so av at bjóða tilfarið út á Keypsportalinum hjá Gjaldstovuni í august í fjør, sigur Eyðun. Útboðsheitið, sum varð “talgilt undirvísingartilfar um føðslu og burðardygd”, er ætlað næmingum í 4. - 6. flokki, har føðsla, burðardygd og ábyrgdarfullur matídnaður eru evnið. Í lýsingini varð sagt, at tilfarið skal fevna um leiklutin hjá alivinnuni og fiskivinnuni í Føroyum og at undirvísingartilfarið í vavi skal fevna um 10 undirvísingartímar. Tilfarið skal stuðla

Hvussu Katwijk legði høvini undir seg. Familjufyritøkan Parlevliet & Van der Plas gjørdist heimsmeistari gjøgnum lobbyarbeiði og sølu av fiskirættindum

Mynd av bryggjuni í Klaksvík har stropparnir hjá Parlevliet & Van der Plas úr Katwijk halda einum Strandferðslubáti. Bart van der Pol, sum er útvarpsmaður í Katwijk, hevur fyri føroyingar umsett til enskt eina niðurlendska blaðgrein, sum blaðið Leidsch Dagblad og samtakið Spit hava savnað og givið út í gjár. Henda søgan og aðrar søgur um Parlevliet & Van der Plas í Katwijk eru skrivaðar við stuðli úr Quality Impulse South Holland Journalism.  How Katwijkers conquered the oceans. Family business Parlevliet & Van der Plas became a global player through lobbying and trading in fishing rights The Annelies Ilena, the largest fish trawler of Parlevliet & Van der Plas.© Photo Parlevliet & Van der Plas Bram Logger & Parcival Weijnen, Hielke Biemond 16.10.2021 kl 07:00 KATWIJK Parlevliet & Van der Plas is growing impetuously. The fishing company makes acquisitions all over the world. But the presence of the Katwijkers also meets with resistance. How could t