Í donsku sjónvarpssendingini Anne og Anders i Norden, sum eisini hevði ein framúr væleydnaðan part úr Føroyum, hava vertirnir, Anne Hjernøe og Anders Agger, í seks pørtum leitað eftir kensluni fyri tí norðurlendska, sum tey siga, um hon yvirhøvur er til, og hvar hon er at finna.
Í sætta og seinasta parti lendu tey í kvøld í Finnlandi og kundu leggja lok á vælskipaðu sendingarnar við einum positivt játtandi útgangsreplikki: Der er en nordiske følelse derude. Hon finst, og er har, bara tú leitar hana upp, norðurlendsku kensluna, og kenslan yvirhøvur fyri tí norðurlendska.
Men í Sosialinum fríggjadagin gjørdi Eyðun Klakstein meg varugan við eina regluliga kanning av júst sama evni, sum Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið skipa fyri. Undir heitinum Støtte og skuffelse. Holdninger til nordisk samarbeid hava tey í ár spurt 3400 norðbúgvar, hvat tey halda um norðurlendska samstarvið, og hvat tey halda, at mesta skal gerast burturúr.
Av hesum eru tilsamans 200 fólk úr teim trimum londunum Føroyum, Grønlandi og Álandi spurd. Analysa.fo stóð fyri føroysku kanningunum, sum vórðu gjørdar við telefon í mai-juli í ár.
Eftir at hava sæð teir seks framúr væleydnaðu sjónvarpspartarnar hjá Anne og Anders, og upplivað eitt sjáldsama lívgandi innlit í nútíðar norðurlendsk viðurskifti, ið stinga djúpt í fólksligu sálini, er tað sum at fáa vátan vøtt á blaðsíðu 18, har sagt og spurt verður:
Tenk på alle de forskjellige områdene som man kan samarbeide politisk om i Norden. Hvilke mener du det er viktigst at man samarbeider om?
Orsøkin til at eg ógvist, eisini tá eg hyggi eftir undanfarnu kanningunum um somu viðurskifti, er, at fyrr bygdi fólksliga gullið í norðurlendskum samstarvi á tvey viðurskifti: mál og mentan.
Nú eru hesi bæði viðurskifti endaði á niðastu rók, meðan kriminalitetur um landamørkini er fremsta norðurlendska avbjóðing í dag.
Týsdagin í ovurmorgin verða norðurlendsku virðislønirnar handaðar fyri bestu bók, besta film og so framvegis. Má siga, at sum latentur nordistur, eri eg skakkur av, at kenna meg so langt burtur frá tí norðurlendska, hóast eg javnt og samt uppsøki tað norðurlendska á øllum økjum. Virðislønirnar eru lækkaðar í virði, og ikki er tað meir enn man varnaðist at tær vórðu handaðar í fjør.
Eftir siti eg við eini kenslu av, at fólksliga saftin og kraftin, sum fyrr eyðkendi norðurlendska samstarvið millum fólk, býir og felagsskapir, er fánað burtur í einki.
Hvar fór tað norðurlendska?