Til lukku! Føroyski heimildarfilmurin Skál, ið lýsir Daniu O. Tausen, sum flytir av Toftum til Havnar, møtir Trygva Danielsen, fer at lesa á Setrinum og gevur út yrkingasavnið Skál, hevur vunnið gyltu Hugo virðislønina í Chicago.
Leikstjórar eru Maria Tórgarð og Cecilia Debel.
Silvurvirðislønina vann Babi Yar. Context, sum Sergei Loznitsa úr Ukraina hevur gjørt.
- Eg valdi at savnið skuldi eita Skál, tí at tann síðsta yrkingin í bókini eitur so, og hon er tann yrkingin, sum vekur mest áhuga og tekur mest kontroversielt upp. Tað er eisini ein befríðandi tittul. Ein fagnaður til lívið. Ein skál kann rúma nógvum, og at skála er at hyggja hvønn annan í eyguni og savnast um okkurt. Og tað er vakurt og passar væl til, haldi eg. So kunnu summi halda at tað er ov fjasut, ella myrkt ella alkoholfokuserað, men tað er ikki soleiðis eg síggi tað. Og tað, at Maria og Cecilie vildu kalla filmin fyri Skál eisini, kann eg bara vera glað um, sigur Dania í samrøðu við Birkblog.
Í filmskránni í Chicago er greitt, at tað er ikki bara James Bond og íslendska location felagið TrueNorth, ið eru hugtikin av at brúka Føroyar í filmi.
Dómsnevndin í Chicago, sum er Sari Braithwaite, Julie Goldman, Bruno Santamaría og Maya Zinshtein, sigur í dag um Skál:
Exquisitely filmed in the immersive landscape of a remote island in the North Sea, Skál explores the inner and outer landscapes of a young couple’s emerging lives within the newly expanding world of adulthood. This intimate, lyrical portrait comes in a richly poetic form that speaks to the insider/outsider dynamic that storytellers so often embody in order to gain new perspectives. The early experiences of exploring one’s sense of place and belonging is set against the yearnings and fears that come from choosing a creative life within a conservative community, offering a shorthand on how to be brave and open to a wider world.
Altjóða filmstevnan, sum hevur verið í Chicago í 57 ár og endar í morgin, verður stýrd av felagsskapinum Cinema/Chicago, og lýsir seg sjálva soleiðis: Cinema/Chicago, the presenting organization of the Chicago International Film Festival, is a year-round non-profit cultural and educational organization dedicated to fostering better communication between people of diverse cultures through the art of film and the moving image. We serve Chicago’s diverse and under-served citizenry by providing access to world-class cinema. We aim to enrich Chicago’s cultural environment by presenting film in contexts that encourage discussion and debate.
Tveir norðurlendskir leikstjórar hava fyrr vunnið Gylta Hugo fyri egnan spælifilm. Teir eru Jan Troell úr Svøríki, sum tvær ferðir hevur vunnið virðislønina, og finski Aki Kaurismäki. Filmstevnan The Chicago International Film Festival hevur ein rættuliga alternativan dygdarprofil. Flestu av fremstu evropeisku leikstjórum, teirra millum Wim Wenders, Krzysztof Kieślowski, Mike Leigh og Michael Haneke, hava vunnið leikstjóravirðislønina fyri spælifilm.
Í gjárkvøldið var høvið at síggja Daniu syngja egnar sangir við einum framúr orkestri í røðini Í luftini, har Rólant Waag Dam er vertur og upptøkan er gjørd í samstarvi við Faroe Music Export. Tað grør um gagandi fót í føroyskum filmi, tónleiki og skaldskapi. Tríggjar ferðir skál og til lukku!