Fyrr, tá alt var betri, tosaðu arkitektar um at byggja í samljóði við lendið, lata ljós skína gjøgnum húsið, ið skuldi vera ein organisk vera, sum altíð segði nakað um tey, ið har búðu. Húsið var teirra narrativ.
Serliga var tað arkitekturin Palli Gregoriussen, ið plagdi at taka til, at tú altíð skuldi byggja í og við lendinum, og aldri uppímóti ella í andsøgn við lendið, tá tú vart arkitektur og skuldi tekna og byggja hús fyri fólk at liva í.
Men so hendi tað bráddliga, haldi tað var í Hoyvíkshaganum, har fólkatalið eksploderaði og eftir ongari tíð bleiv tað næststørsta í landinum, eins stórt og í Klaksvík.
Í hesi gongd við vøksturi, tilflyting og tiltakandi íbúðarneyð, veksur fram ein sjálvsagdur vilji at betala tað, sum tað kostar, at fáa tak yvir høvdið og seta fót undir egið borð, sum sagt varð fyrr. Fót undir egið borð. Ein heil messa í Ítróttarhøllini á Hálsi, har tú skuldi betala fyri at sleppa inn, fyri at vita, hvør best kundi selja tær eini hús, sum tú kundi ganga runt um og sjálvur mála.
Sjálvt sosialdemokratiskir flokkar, røttu megin trúnna uppá menniskjað, tvíhildu um, at íbúðarbygging var ein privatsak, sum avgjørt var fyri hin einstaka. Sjálvt nýggjastu borgarstjórar í høvuðsstaðnum hava tvíhildið um hesa sannkenning og harvið forðað fyri, at kommunalið á nakran hátt medvirkaði í at geva borgarum, sum í eitt mannaminni høvdu búð í sosialum bústøðum í øðrum londum, nakað at búgva í, tá tey lurtaðu eftir lovorðum um at koma higar, tí her var arbeiði og vælstandur til allar hendur. Men ongar íbúðir.
Seinastu fáu árini hevur látipípan fingið annað og enn meiri ønskriligt ljóð.
Trýstið á bústaðarmarknaðin bleiv so stórt, at afturúrsøkkingin og droppið í hagtølunum, tí einki varð bygt ella útstykkjað í so mong ár, har sum flestu vildu og enn vilja búgva, gjørdi, at byggimatadorarnir og íbúðahávarnir stungu seg upp sum hundalond. Tað er ein nátturulóg, at har sum pengar eru at forvinna, har savnast grammleikans gírigheitir sum skrapa á steini at gera eitt Klondike. Her eru so nógvir pengar at forvinna, at smíðast skal meðan neyðin er størst. Og so er tað sum í syðra Afrika, har Desmond Tutu varð so hjartansfegin um hvítu prestarnar, sum komu at lesa fyri teim svørtu úr Bíbliuni, men – hov – tá vit hugd upp, høvdu teir tikið landið.
Soleiðis er við sosialu byggingini hjá nývilligu byggimatadorunum. Teir vilja tær tað besta, men bara um teir vinna pening og eru konstant í góðari øgn við byggimyndugleikarnar og helst sleppa at bestemma frammanundan, hvat lendi verður lagt út til hvat og hvussu nógv, stórt og høgt byggjast kann, og hvussu nógv kunnu sperrast inni í konteynarum at vera. Ja, vera, tí hetta er hvørki talan um at liva ella búgva í menniskjansligum forstandi, men at vera í eini transitlegu, sum tú hevur ráð at betala, innan tú kanst selja konteynaran aftur og fáa íbúð nummar tvey at búgva í, hevur tú ráðini.
Í hesum profittmaksimerandi mammonsmelduri fær Húsalánsgrunnurin ein nýggjan, sosialan profil. Undir navninum Bústaðir vil hann byggja íbúðir í hópatali til fólkið, sum fólkið kann betala. Arkitektteknaðar íbúðir, sum eru hugsaðar til menniskju at búgva trygt og heilsugott í, heldur enn at vera ein ivasom kontrabók, sum leigarin ikki kann annað enn at seta seg í lívlanga skuld fyri hjá einum íbúðahávi og hansara banka.
Nær var tað, at íbúðarbygging helt uppat at tæna menniskjanum, og gjørdist eitt mammonsaltar uttan líka hjá teimum, sum saman við ómenniskjansligum politikarum, ið bara hugsa sjálvsentreraðan búskap niður í egnan lumma, tá tey sleppa at umsita fólksins Bústaðir?
Hvussu kunnu Bústaðir frá degin til annan skifta fokus frá at hugsa menniskjansligt býli, til bara at hugsa turrisliga ómenniskjanslig tøl og einki annað? Hvussu, nær og hví hendi tað skiftið í Bústøðum, at allur byggiestitikkur varð sleptur til frama fyri eini deyðari kontrabók?
Nei, eg bara spyrji, tí eg undrist, at skilagóð fólk fáast at ganga sovorðin ørindi.