Fyrr í jólamánaðinum bleiv eg serstakliga fegin um eitt tíðindaskriv frá Listasavninum, har tey bóru tey gleðiboð til alt landið, at nú vóru átta málningar hjá Mikines komnir í savnið, og teir kunnu síggjast, tá opið er aftur fyrsta februar. Ein bæði markleys, ja heilt yljandi kosmisk, og samstundis jarðbundin heimagleðiskensla av at eiga ein nýggjan evarska lítlan part av heimslist her heima hjá okkum, stakk seg upp í eygað. Tað er sami ylur, sum tá vit flúgva beinleiðis við Atlantslflogi til ein metropol úti í heimi. Ein ordiligur jólapakki, sum ikki kann gerast upp í pengum og verðsligum umsetningi, bara vit fáa atgongd til listina og sleppa at ganga framvið henni og hyggja við egnum eygum, tá tíð er. At síggja bygnaðin, litirnar og strokini, ið byggja myndaevnið, sum heldur enn at vera tvungið føroyskt, er leyst av bæði rúmi og tíð, tí tað er eitt bíbilskt myndaevni, niðurtøkan av krossinum, sum lýst í Nýggja testamenti og her endurgivið í 1944, tá heimurin var í einum djevilskum