Skip to main content

Ársins orð

Hóast bæði morgunsendingin hjá Útvarpinum og onkuntíð eisini Fólkaheilsuráðið gera sítt ýtarsta hvønn gudsskapta morgun at sjabbast um Facebook, og tala fólk frá at brúka sosialar miðlar, so samdist ein dómsnevnd í morgun kortini um, at ársins orð er sammóðir. Í fjarstøðu við samskiftistøkni. Frálíkt val, tí tað er eitt nýkomið orð, sum er sprottið úr samfelagsliga veruleikanum, ið hevur ávirkað politisku skipanina, sum hevur fingið kroyst henda veruleika inn á seg, hóast einstakir maktpolitikarar hava mótmælt, og gera tað enn, við gudiligum undanførslum. Men Málráðið hevur ikki dagført heimasíðuna síðan í fjør, tá sóttarhald var ársins orð. Og kanska skal okkara alra talgilda orðabók eisini dagførast alla tíðina, so annað enn sambróðir er at finna í orðsmíðaða patriarkatinum. Tað er ikki bara at biða lova sær. Hinvegin, leitar tú í frágreiðingini, nummar tvey ovast til høgru, so finnur tú eina danska, tvær enskar og eisini tvær týskar tilvísingar: "medmor", "co-mother" og "co-motherhood", og "Mittmutter" og "Mittmutterschaft". Frálík tænasta!